Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021

Fororð

Unn Laksá

Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting

Magni Laksáfoss

Malan Arnadóttir

Eitt av aðalendamálunum hjá Sjókovanum er at økja kunnleikan um føroysku fiskivinnuna. 

Í ársfrágreiðingum Sjókovans um fiskivinnuna savna vit upplýsingar og vitan um avreiðingar, útflutning, arbeiðsmarknað, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði. Ætlanin er at lýsa hesar tættir á hvørjum ári og á hendan hátt vera viðvirkandi til at gera søguligt tilfar, sum kann nýtast í framtíðini.

Umframt hesar tættir viðgera vit á hvørjum ári serstøk aktuell evni. Í ár leggja vit stóran dent á at greina oljunýtsluna í fiskiflotanum. Tíverri finnast eingi almenn útgreinaði tøl fyri oljunýtsluna hjá skipabólkunum. Tí hevur Sjókovin fingið útvegað oljunýtslutøl frá reiðaríum, sum síðani kunnu brúkast til at meta um hvussu gongdin hevur verið. Sjókovin hevur frá byrjan av ynskt at fingið størri fokus á hvussu umhvørvisliga ávirkanin av fiskivinnuni kann minkast. Oljugreiningin gjørdist brádliga sera viðkomandi nú, tá ið oljuprísurin er serstakliga høgur, umframt at útlitini í mun til útflutning og fiskaprísir eru so óviss í sambandi við russisku innrásina í Ukraina. Ætlanin er, framhaldandi at byggja uppá hesar greiningar, soleiðis at vit við tíðini fáa eina meira fullfíggjaða mynd av hvussu støðan er viðvíkjandi oljunýtslu í fiskiflotanum, og hvussu hetta kann býtast út á ymiskan reiðskap og fiskasløg.  

Frágreiðingin í ár vísir eisini til viðkomandi frágreiðingar og tilmælir, sum eru útkomin í seinasta árinum. Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilfar og tilmælir frá Havstovuni og ICES.

Við hesari ársfrágreiðingini hava vit ment eitt samvirkið amboð, sum ger tað møguligt at fáa atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Vit vóna, at frágreiðingin verður eitt gott íkast til eitt upplýst kjak og greiningar av fiskivinnuni frameftir.

Sjókovin - apríl 2022

 

Avreiðingar

Í hesum partinum hyggja vit at avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum bæði søguliga og fyri 2021. 

Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna, sum er avreidd, býtt á sjóøkir. Avreiðingarnar eru vístar í tonsum og eru fyri árini 2000 til 2021. Við at halda músina yvir økini sæst avreiðingin fyri ávísa fyri ávísu tíðarskeiðini. Eisini ber til bert at síggja heildarveiðuna fyri eitt ella fleiri økir. Hetta verður gjørt við trýsta á tey økir, ið tú ikki ynskir at síggja heildarveiðuna fyri, soleiðis at tey verða sløkt. 

Yvirlit yvir føroysku heildarveiðuna

Samlaða heildarveiðan er vaksin munandi seinastu 20 árini. Avreiðingarnøgdin er farin frá umleið 350 túsund tonsum í 2000 til umleið 625 túsund tons í 2020. Hægsta avreiðingin fyri heildarveiðuna var í 2017, tá umleið 670 túsund tons vórðu avreidd. Um hugt verður at heildarveiðini fyri 2021, so sæst eitt týðiligt fall frá 2020 til 2021, tá góð 500 túsund tons vóru avreidd.

Størsti parturin av fiskiveiðini hevur øll árini verið í føroyskum sjóøki, og ein minni partur av veiðuni er komin úr íslendskum, norskum og ES-sjóøki. Nakað av veiðuni er eisini komin úr øðrum økjum, hóast nøgdirnar ikki hava verið so stórar. Millum annað kann veiðan í NEAFC-sjóøkinum nevnast. Hon er blivin ein størri partur av heildarveiðini frá 2017 og fram til 2021, men fellur tó í 2021, eins og veiðan í hinum økjunum.

Yvirlit yvir avreiðingar hjá føroyskum fiskiførum 2021

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarnar fyri hvønn skipabólk í 2022. Veljast kann í vinstra horni, um grafurin skal síggjast í avreiðingarvirði ella avreiðingarnøgd. Á vinstru síðu á grafinum síggjast skipabólkarnir, sum umboða fiskiskapin í Føroyum. Á grafinum eru hesir skipaðir soleiðis, at skipabólkurin við hægstu samlaðu avreiðingini er ovast, og tann við lægstu avreiðingini niðast. Tá trýst verður á sjálvan bólkin, broytist grafurin soleiðis, at avreiðingin fyri hvørt fiskifar í skipabólkinum sæst. Verður músin flutt á fiskifarið, fáast upplýsingar um avreiðingina hjá tí einstaka fiskifarinum.

Ovast liggja nóta- og ídnaðarskipini sum hava avreitt flest tons og avreitt fyri størstu virðini. Avreiðingarnøgdin í hesum bólki var góð 424 túsund tons og var avreiðingarvirðið á hesum umleið 1,8 millardir krónur.

Fiskiførini í bólki 2 høvdu næststørstu avreiðingarnøgd við sløkum 38 túsund tonsum. Teirra avreiðingarvirðið var omanfyri 285 milliónir sum ger at teir liggja sum fjórð størsti bólkur í avreiðingarvirði.

Teir fýra flakatrolararnir komu til lands við einari avreiðingarnøgd á 12 túsund tons, og gjørdist avreiðingarvirði fyri hesi tonsini góðar 419 milliónir krónurm og sosatt eru teir bólkurin við næststørsta avreiðingarvirði. 

Línuskipini sum umboða bólk 3 avreiddu 14.566 tons við einum avreiðingarvirði á omanfyri 300 milliónir.

Útróðrarbátarnir í bólki 5A avreiddu 3.542 tons, og hetta gav eitt avreiðingarvirði á knappar 51 milliónir. Nógvar avreiðingar vóru hjá útróðrarbátunum í bólki 5B, og var samlaða veiðan 545 tons – hetta gav eitt avreiðingarvirði á knappar 9,5 milliónir.

Havast skal í huga, at hagtølini ikki vísa, hvat av fiskinum er landað, t.v.s. um tað eru fløk ella rundur fiskur, ið verður avreiddur. 

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarnøgdirnar hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 1997 til 2021. Grafurin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við, at sløkkja/trýsta á hinar bólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir grafinum síggjast øll árini í eini tíðarlinju og sosatt yvirskipaða gongdin í árunum 1997-2021.

Nóta- og ídnaðarskipini fáa í land tær størstu nøgdirnar øll árini, men nøgdirnar sveiggja nakað frá ári til ár. Í 2009 var avreiðingarnøgdin lægst, men gongdin hevur síðan verið vaksandi.

Fiskiførini í bólki 2 avreiða næststørstu nøgdirnar øll árini, meðan ávikavist bólkur 3, bólkur 4 og flakatrolararnir skiftast at hava triðstørstu avreiðingarnøgdirnar.

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarvirðini hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 1997 til 2021. Grafurin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við, at sløkkja/trýsta á hinar bólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir grafinum síggjast øll árini í eini tíðarlinju og sosatt yvirskipaða gongdin í árunum 1997-2021.

Nóta og ídnaðarskip avreiða fyri størstu virðini øll árini, undantikið í árunum 1997-1999, tá Bólkur 2 er størsti bólkur.
Frá 2003 til 2007 og frá 2017-2021 hava flakatrolarnir næststørstu virðini, meðan tað í árunum 2008 til 2016 eru fiskiførini í bólki 2, ið hava næststørstu virðini. Fiskiførini í bólki 3 hava eisini næst og triðstørsta avreiðingarvirðið onkur av árunum

Útflutningur av fiskavørum

Útflutningurin av fiskavørum hevur seinastu árini verið javnt vaksandi við smávegis sveiggjum. Í hesum partinum sæst gongdin ár fyri ár frá 1993-2021.

Útflutningurin av fiskavørum í nøgd

Talvan omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsnøgdina av fiskavørum í tonsum frá 1993-2021. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar: 

  • Toskur, hýsa og upsi

  • Makrelur, sild og svartkjaftur 

  • Laksur og síl 

  • Aðrar fiskavørur

Á myndini sæst, at tríggir av teimum fýra bólkunum høvdu eina niðurgongd í útflutningsnøgdini, meðan nøgdin í bólkinum “laksur og síl’’ vaks frá 2020 til 2021.  

Útflutningurin av laksi vaks frá 59.413 tonsum í 2020 til 83.108 tons í 2021. Makrelur, sild og svartkjaftur fullu frá 243.689 tonsum í 2020 – sum var tað besta árið nakrantíð viðvíkjandi nøgd – til 238.049 tons í 2021. Útflutningurin av toski, hýsu og upsa fall frá 38.416 tonsum í 2020 til 37.109 tons í 2021, og útflutningsnøgdin av 'øðrum fiskavørum’ fall frá 167.769 tonsum í 2020 til 165.465 tons í 2021.

Útflutningsvirðið av fiskavørum

Tá ið hugt verður at útflutninginum í virði, sæst týðiliga, at bólkurin ‘útflutningur av laksi’ hevur havt størsta vøksturin seinnu árini. Eftir nøkur rak ár aftan á ILA-kreppuna fyrst í 00-árunum, hevur støðugt gingið framá, og hetta sæst aftur á útflutningsvirðinum. 2019 gjørdist besta árið, og tá var  útflutningsvirðið yvir 4 milliardir krónur. Í 2020 var útflutningsvirðið 3,3 milliardir krónur, sum er eitt stórt fall frá 2019, men í 2021 øktist útflutningur til 4492 milliardir krónur.

Útflutningsvirðini av makreli, sild og svartkjafti eru eisini økt nógv síðani 2009, tá Føroyar ásettu sær sínar egnu makrelkvotur. Vøksturin í útflutningsvirðinum hevur verið omanfyri 1 milliard krónur seinastu 10 árini. Tó var eitt fall frá 2019 til 2020 á umleið 100 milliónir krónur, tá útflutningsvirðið gjørdist umleið 1,7 millardir krónur samanborið við tær knøppu 1,9 millardir krónurnar árið frammanundan. Útflutningsvirðið fyri makrel, sild og svartkjaft øktiskt tó aftur í 2021 til 1,87 milliardir krónur.

Útflutningsvirðið fyri tosk, hýsu og upsa hevur ligið rímiliga støðugt millum 1 og 1,5 millardir krónur síðani mitt í 90-árunum. Tó hava onkur ár givið eitt virði yvir 1,5 milliardir krónur, og eitt tíðarskeið lá útflutningsvirðið niðanfyri 1 milliard krónur. 2019 var eitt av betru árunum, har útflutningsvirðið var umleið 1,6 milliardir krónur. Í 2020 fall útflutningsvirðið við 400 milliónum krónum til 1,2 milliardir krónur, men útflutningsvirðið hækkaði aftur í 2021 til 1,3 milliardir krónur.

Økingin í útflutningsvirðinum av øðrum fiskavørum var 191 milliónir krónur frá 2020 til 2021. Útflutningsvirðið fyri 2021 var knappar 1,6 millardir krónur.    

Útflutningur av fiskavørum skiftur á lond

Á grafinum omanfyri sæst bæði hvønn heimspart og hvat land, fiskavørurnar vórðu útfluttar til. Í vinstra horni kann veljast, um útflutningurin skal síggjast í virði (í túsund krónum) ella í nøgd (í tonsum).

Samlaði føroyski útflutningurin av fiskavørum var sløk 524.000 tons við einum avreiðingarvirði á góðar 10 milliardir. Størsti útflutningurin í bæði virði og nøgd er til londini í Evropa , og her er tað serliga Russland, sum úflutt verður til. Í 2021 útfluttu Føroyar góð 313 túsund tons til hesi londini, har útflutningurin til Russland var knapt 147 túsund  tons. Tey 313 túsund tonsini góvu eitt virði á góðar 5,8 milliardir krónur í 2021. Ein stórur partur av útflutninginum fór eisini til Norðurlond - serliga Danmark. Samlaði útflutningurin til norðurlond í 2021 var 111.623 tons, og hann gav eitt virði á omanfyri 1,4 millardir krónur. Útflutningurin til Amerika var góð 23 túsnd tons og gav yvir 1,1 millardir krónur .

Myndirnar fyri útflutningin í virði og nøgd líkjast, men júst sama mynstrið sæst tó ikki. Verður hugt at útflutningsnøgdini sæst, at Føroyar útflyta triðflest tons til Afrika, síðan fjórðflest til Amerika, og Asia liggur nummar fimm. Men verður hugt at útflutningsvirðinum, er tað Amerika, sum gevur triðstørsta útflutningsvirðið, og síðan er Asia nummar fýra og Afrika nummar fimm. 

Verður hugt at, um tað eru ávís lond í heimspørtunum, sum vit serliga útflyta nógv til, sæst, at størsti parturin av útflutninginum í Asia fer til Kina. Í Norðuramerika verður serliga útflutt til USA. 

Samlaða føroyska útflutningsvirðið var yvir 10 milliardir krónur í 2021. Útflutningurin av laksi var umleið 4,5 milliardir krónur, og ‘Aðrar vørur og skip og flogfør’ vóru útflutt fyri 768 milliónir krónur í 2020. Útflutningurin av veiddum fiski í 2021 var tískil góðar 4,7 milliardir krónur.

Havast skal í huga, at hagtølini kunnu vera misvísandi, tí at tað ikki altíð verður skrásett, hvar vøran fer, tá hon er flutt á goymslu í útlandinum. Hetta hevur við sær, at útflutningurin til ‘transitlond’, sum t.d. Danmark ella Niðurlond, er yvirumboðaður.

Hvussu verður fiskurin virkaður?

Hvussu verður vøran virkað?

Hesin parturin snýr seg um søguliga útflutninginum av seks fiskasløgum, og hvussu tey verða virkaði. Hugt verður at, hvussu høvuðsfiskasløgini verða býtt í vørubólkar, og hvussu stórur prosentpartur av hvørjum vørubólki verður útfluttur. Fiskasløgini, talan er um, eru toskur, hýsa, upsi, makrelur, sild og svartkjaftur

Útflutningurin av toski býttur á vørubólkar frá 1994 - 2020

Myndin til vinstru vísir útflutningin av toski býttan á vørubólkarnar “heilur køldur’’, ‘’heilur frystur’’, ‘’flak kølt’’, ‘’flak fryst’’, ‘’flak saltað’’, ‘’flaktur saltaður’’ og ‘’annað’’.  Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2021. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Ein tann størsta broytingin seinnu árini er, at vørubólkurin ’’heilur frystur’’ toskur er vaksin munandi - síðan 2013. Frá at hava fylt nærum onki í 1994 er hann farin at fylla 27% av virðinum og 41% av nøgdini í 2017. Í 2021 vóru 34% av toskinum útflutt sum “heilur frystur”.
Vørubólkurin “flak fryst” hevur sveiggjað nakað frá 1994 til 2021, men er síðani 2013 blivin ein minni partur av býtinum, samstundis sum “heilur frystur” toskur er vaksin. “Flak fryst” er farið frá at umboða 92% av útfluttu nøgdini í 1994 til 44% í 2021.

Yvirskipað kann sigast, at toskur verður mest útfluttur sum ‘’flak fryst’’ og ‘’flak saltað’’.

Útflutningurin av hýsu býttur á vørubólkar frá 1994 - 2021

Grafurin til høgru vísir útflutningin fyri hýsu býttan á vørubólkarnar ’’heil køld’’, ‘’heil fryst’’, ‘’flak fryst’’ og ‘‘annað. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2021. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 og til 2011 var størsti parturin av hýsuni útfluttur sum ‘’heil køld’’ og ‘’flak fryst’’ og ein minni partur útfluttur sum ‘’annað’’. Frá 2011 minkaði útflutningurin av ‘’flak fryst’’, meðan ‘’heil fryst’’ gjørdist ein størri partur. Øll árini síðani 2011 hevur ‘’heil køld’’ hýsa fylt meira enn helvtina av útflutningsnøgdunum. Í 2021 var býtið fyri útflutningsnøgdina av hýsu soleiðs: ‘’heil køld’’ 59,1%, ‘’heil fyrst’’ 29,9%, ‘’flak fyrst’’ 10,8% og ‘’annað’’ 0,2%.

Útflutningurin av upsa býttur á vørubólkar frá 1994 - 2021

Myndin til vinstru vísir útflutningin fyri upsa býttan á vørubólkarnar “heilur køldur”, “flak kølt”, “flak fryst”, “flak saltað” og “annað”. Myndin vísir útflutningurin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2021. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa

Síðani fyrstu hagtølini í 1994 hevur ‘‘flak frystur’’ upsi fylt størsta partin av útflutninginum. Verður hugt at 2021, fylti hesin vørubólkurin heili 72,6% av útflutningsvirðinum. Annars var býtið soleiðis: “flak kølt” 14,3%, “annað” 9,5% og “heilur køldur” 3,6%. Fram til 2012 var nakað av útflutningi av “flak saltað”, men síðani hevur eingin útflutningur verið av hesum vørubólkinum. Fyri útflutningsnøgdina var býtið í 2021 soljóðandi: “flak fryst” 75,3%, ‘‘flak kølt’’ 13,6%, “heilur køldur” 9,5% og “annað” 1,6%.

Útflutningurin av makreli býttur á vørubólkar frá 1994 - 2021

Grafurin til høgru vísir útflutningin av makreli býttan á vørubólkarnar ’’heilur køldur’’, ‘’heilur frystur’’ og ‘’annað’’. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2021. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Tá hugt verður at útflutninginum av makreli sæst, at býtið av vørubólkunum bæði í virði og nøgd hava flutt seg munandi síðani 2007 - og enn meira síðani 2012. Frá 1994 og fram til 2006 var útflutningurin nógv størstur fyri ‘‘heil køldan’’ makrel, undantikið í 1997, ‘‘heilur frystur’’ fylti meira enn helvtina av samlaða útflutninginum. Síðani 2012 hevur útflutningurin fyri tað mesta verið ‘‘heilur frystur’’ makrelur. Ein orsøk til hesa broytingina er, at um sama tíðarskeið byrjaðu fleiri uppisjóvarvirki sítt virksemi í Føroyum. Áðrenn hetta tíðarskeiðið var feskur makrelur ofta landaður í útlandinum.
Frá 2020 til 2021 er ‘‘heilur køldur’’ makrelur vaksin frá 0% til 1,6%.

Útflutningurin av sild býttur á vørubólkar frá 1994 - 2021

Grafurin til vinstru vísir útflutningin av sild býttan á vørubólkarnar ’’heil køld’’, ‘’heil fryst’’ og ‘’flak fryst’’. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2021. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 1999 var tað mesta av sildini útflutt ‘‘heil køld ‘‘og ein lítil partur útflutt sum ‘‘heil fryst’’. Í 2000 gerst ‘‘flak fryst’’ eisini ein partur av sildaútflutninginum og veksur hesin vørubólkurin til 49,7%, tá hann er størst í 2005. Frá 2007-2010 gerst ‘‘heil køld’’ sild aftur størsti parturin, ‘‘heil fryst’’ fyllir at kalla einki, og ‘‘flak fryst’’ umboðar umleið 10%. Síðandi 2012 hevur útflutningurin av sild næstan bert verið ‘‘'heil fryst’’ sild, og í 2021 var hetta sløk 98% av útflutningsvirðinum.

Útflutningurin av svartkjafti býttur á vørubólkar frá 1994 - 2021

Grafurin til høgru vísir útflutningin fyri svartkjaft býttan á vørubólkarnar ’’flak frystur’’, ‘’frystur skorin annars’’, ‘’heilur - onnur haldbúning’’ og ‘‘annað. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 2021. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 1999 var størsti partur av svartkjaftinum útfluttur sum ‘’heilur – onnur haldbúning’’, tó fylti vørubólkurin ‘’annað’’ omanfyri helvtina í 1995. Frá 2000 til 2008 økist útflutningurin av vørubólkinum ‘’frystur skorin annars’’ og í hesum tíðarskeiðið var mestsum bert hesin vørubólkur og ‘’heilur – onnur haldbúning’’ útfluttur. Eftir 2008 kom eitt skifti í útflutningin, sum hevði við sær, at mestum allur svartkjafturin bleiv útfluttur undir vørubólkinum “annað”. Í hesum bólkinum er heilur frystur svartkjaftur og frá 2019-2021 var hetta einasti vørubólkur í útflutninginum fyri svartkjaft.

Løntakarar í fiskivinnuni

Løntakarar í fiskivinnuni í Føroyum

Í hesum partinum verður hugt at løntakarunum, sum virka innan fiskiskap og fiskivøruídnað. Hetta eru starvsfólkini í okkara fiskivinnu, og hesi vinna til sítt uppihald frá tí tilfeingi, ið einaferð hevur svomið í havinum. Hesir løntakarar eru búsitandi í Føroyum, teir eru millum 16 og 74 ár og fáa løn umvegis føroysku skattaskipanina. Tølini byggja bert á løntakarar í fiskivinnuni, og eru aðrir lønarbólkar, t.d. tey, sum arbeiða í alivinnuni, ikki við í myndunum niðanfyri. 

Løntakarar í fiskivinnuni frá 1985 - 2021

Myndin omanfyri vísir talið av løntakarunum í fiskiskapi og fiskivinnuídnaði frá 1985-2021. Her eru tríggjar tíðarrøðir - ein fyri fiskiskap, ein fyri fiskivinnuídnað og ein, sum vísir samlaða talið av løntakarum í hesum báðum bólkunum. Árini síggjast omanfyri myndina, og tal av løntakarunum sæst til vinstru á tíðarrøðini. 

Í 1985 var talið av løntakarunum 5437 fólk, og í dag starvast 2576 fólk innan fiskiskap og fiskivinnuídnað. Hetta er sosatt ein minking á 2861 fólk. Tað síggjast sveiggj yvir árini, men serliga sæst ein afturgongd í løntakarartalinum undir kreppuárunum 1990-1993. Árini eftir økist talið av løntakarunum fram til 2003, tá tað vóru 4351 løntakarar í fiskivinnuni. Síðani 2003 hevur talið verið minkandi við nøkrum sveiggjum. Samanbera vit ári 2021 við 2020, so er talið av løntakarum bara uppá eitt ár minkað frá 2791 til 2576, t.v.s. við 215 fólkum. Av hesum er talið av løntakarum í fiskiskapi minka frá 1349 fólkum til 1279 fólk (70 fólk færri) og í fiskivinnuídnaði er talið farið frá 1442 fólkum til 1297 fólk (145 fólk færri).

 

Løntakarar í fiskiskapi og fiskavøruídnaði

Grafar yvir løntakarar í fiskiskapi og fiskavøruídnaði í árinum 2021

Myndirnar omanfyri vísa talið av løntakarum, og hvaðani hesir koma. Tølini umboða løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2021. Løntakarar, sum arbeiða í alivinnuni, eru tískil ikki við. 

Grafurin til vinstru: Her sæst prosentbýtið av løntakarunum í fiskivinnuni fyri hvørt øki. Verður músin hildin á grafinum, sæst ein kassi við upplýsingum um tal og prosent av løntakarunum í ávikavist fiskiskapi og fiskivinnuídnaði í ávísa økinum.

Grafurin til høgru: Her sæst ein stabbamynd yvir tal av løntakarum í hvørjum øki, og hvussu býtið er ímillum menn og kvinnur, sum arbeiða í fiskivinnuni í økinum. Menn umboða bláa litin og kvinnur tann appelsingula litin. Verður músin hildin á stabbunum, sæst talið av løntakarunum. 

Á hesum báðum grafunum sæst, at Eysturoyar økið hevur flest løntakarar, tá fiskiskapur og fiskivinnuídnaður verður lagdur saman. Tað eru 837 løntakarar, sum svarar til 32,5%. Verður bert hugt at fiskiskapi, sæst, at Norðoya økið hevur fleiri løntakarar innan fiskiskap enn Eysturoyar økið. 380 fólk ella knøpp 30% av løntakarunum innan fiskiskap eru í Norðoya økinum, meðan talið í Eysturoyar økinum er 334 fólk ella 26%. Innan fiskavøruídnað eru flest løntakarar í Eysturoynni, 503 fólk, sum svara til umleið 39%, og Suðuroyggin hevur næstflestar við 290 fólkum, sum svarar til 22%. Fyri øll økini sæst, at tað eru fleiri menn enn kvinnur sum virka innan fiskivinnuna. 

Lønartakarar í fiskivinnuni býttir á kyn og aldur

Á grafunum omanfyri sæst aldursbýti og kynsbýti millum løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2021. Aldursbólkarnir eru flokkaðir í fimm bólkar og eru á vinstru síðu á grafunum, og tal av løntakarum stendur undir grafinum. Í grafunum umboða menn vinstru síðu og kvinnur høgru síðu. 


Í fiskiskapi sæst ein týðilig yvirumboðan av monnum í øllum aldursbólkum. Í fiskavøruídnaði er ein javnari umboðan millum menn og kvinnur. Tað arbeiða fleiri menn í øllum aldursbólkum, men munurin er ikki so stórur á løntakaratalinum millum menn og kvinnur.

Útlendskir løntakarar í føroyskari fiskivinnu

Grafurin omanfyri er ein tíðarlinja yvir útlendskar løntakarar í føroysku fiskivinnuni í árunum 1985 til 2021. Grafurin er býttur á útlendskar løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði. Løntakaranir eru bólkaðir eftir føðilandi/ríkisborgaraskapi og síggjast í ymiskum litum. Við at halda músini á stabbunum sæst, hvussu nógvir løntakarar eru í bólkinum. Talið omanfyri stabbarnar er samlaða talið av løntakarum fyri ávísa árið. 

Í fiskiskapi hevur talið av løntakarum sveiggjað nakað, men sveiggini eru kortini ikki so stór. Lægsta talið sæst í 1993, tá 72 útlendskir løntakarar arbeiddu í fiskiskapi, meðan 182 útlendskir løntakarar vóru í 1988, tá tað vóru flest. Á grafinum sæst, at flestir útlendskir løntakarar eru ‘’aðrir danskir ríkisborgarar’’.
Í 2021 vóru 65 útlendskir løntakarar ‘’aðrir danskir ríkisborgarar’’ (blátt), 12 útlendskir løntakarar ’’onnur’’ (turkis), 32 útlendskir løntakarar ‘’aðrir ES-ríkisborgarar’’ (grønt) og 2 útlendskir løntakarar ‘’aðrir evropeiskir ríkisborgarar’’ (lilla) og 7 útlendskir løntakarar ‘’aðrir norðurlendskir ríkisborgarar’’ (gult). Í alt vóru 118 útlendskir løntakarar í føroyskum fiskiskapi í 2021. 

Fyri fiskavøruídnað sveiggjar talið av løntakarum eisini, men sveiggið er nakað størri enn í fiskiskapinum. 108 útlendskir løntakarar vóru í 1995, tá talið var lægst, og 414 løntakarar í 2020, tá talið var hægst. Á grafinum sæst at størsti parturin av útlendsku løntakarunum eru ‘’aðrir danskir ríkisborgarar’’ fram til 2007. Frá 2007-2016 eru útlendsku løntakaranir ‘’aðrir danskir ríkisborgarar’’ og ’’onnur’’ so at siga eins nógvir og eftir hetta gerast ‘’onnur’’ flest.
Í 2021 vóru 110 útlendskir løntakarar ‘’aðrir danskir ríkisborgarar’’ (blátt), 183 útlendskir løntakarar ’’onnur’’ (turkis), 57 útlendskir løntakarar ‘’aðrir ES-ríkisborgarar’’ (grønt), 16 útlendskir løntakarar ‘’aðrir evropeiskir ríkisborgarar’’ (lilla) og 4 útlendskir løntakarar ‘’aðrir norðurlendskir ríkisborgarar’’ (gult). Tilsamans vóru 370 útlendskir løntakarar í føroyska fiskavøruídnaðinum í 2021. 

Lívfrøðiliga grundarlagið


Botn- og uppisjóvarfiskastovnar bæði á opnum havi og landgrunninum eru tengdir at havumhvørvinum. Vistskipanir og allar lívverurnar, ið eru partur av teimum, eru sosatt ávirkaðar av bæði natúrligum sveiggjum í veðurlagnum og mannaskaptum veðurlagsbroytingum.

Broytiliga legan hjá atmosferiska jetstreyminum tvørtur um Norðuratlantshavið stýrir tali, styrki og rásunum hjá vetrarstormunum, sum ferðast fram við Føroyum. Hetta ávirkar støddina og styrkina á so-nevnda subpolara meldrinum, sum er ein stórur bjølgur av køldum tøðevnis- og ætiríkum sjógvi, sum melur móti klokkuni sunnanfyri Ísland og Grønland. Hesin meldur hevur týdning fyri havumhvørvið kring Føroyar og lívilíkindini hjá fiski og øðrum lívverum, sum liva har.  

Gransking hevur víst, at tað er tætt samband millum støddina og styrkina á subpolarameldrinum, og hita, saltinnihald, nøgd av tøðevni, gróðuri av algum, nøgd av reyðæti og harvið útbreiðslu og føðigrundarlagi hjá fiska- og fuglastovnum.  

 

Granskarar meta nú, at tað er gjørligt at gera rímiliga neyvar 1-2 ára forsagnir av týðandi partum av hesi samsettu skipan, umframt at spáa um sannlík langtíðarárin av veðurlagsbroytingum. Tískil kunnu ábendingar fáast um, hvussu útlitini eru fyri fiskastovnunum á landgrunninum. Økt vitan um sambond millum subpolara meldurin og liviumstøðurnar hjá fiskastovnum kann tískil hava samfelagsbúskaparligan týdning, um hendan vitan í framtíðini verður gagnnýtt í ráðgevingini.  

Nýggjasta vísindaliga vitanin

Vísindaliga tíðarritið ‘‘Frontiers in Marine Science’’ hevur latið prentað greinar um evnið. Eina greinin er um, hvussu gýtingin hjá reyðæti (Calanus finmarchicus) um várið er í minking á føroyska landgrunninum. Tað er Sólvá Jacobsen saman við øðrum granskarum á Havstovuni, sum hava útgivið. Kanningin var gjørd fyri at kanna føðiviðurskiftini hjá toskalarvum, sum verða gýttar á føroyska landgrunninum og sum einamest eta egg og ungar hjá reyðætinum. Kanningin vísti á, at gýtingin er í minking í kannaða tíðarskeiðinum frá 1997 til 2020. Harumframt verður víst á, at eggframleiðslan hjá reyðætinum er størst í einum øki vestanfyri og áhugavert er at leggja til merkis, at toskur eisini hevur gýtingarøki í hesum øki. Greinin kundi ikki siga hví gýtingin hjá reyðæti um várið er í minking, men hendan minkingin hevur sannlíkt neiliga ávirkan á toskalarvurnar um várið. Eisini er møguligt at góðskan á føðini hjá reyðæti kann ávirka eggframleiðsluna. Kisilalgur eru føðin sum reyðæti dámar best, men veðurlagsbólkurin hjá ST (IPCC) væntar, at veðurlagsbroytingar fara at viðføra minkandi nøgdir av tøðevnum í sjónum. Í eini yvirlitsgrein, sum Hjálmar Hátún saman við øðrum granskarum hava skrivað, og sum er útgivin sum kapittul í bók hjá forlagnum Springer, eru mátingar av silikati gjørdar í tíðarskeiðnum 1985-2015. Hesar mátingar vísa, at nøgdin av silikati hevur verið støðugt minkandi. Silikat er týðandi fyri váruppblómingina av kisilalgum og hesar eru týðandi fyri váruppblómingina av reyðæti. Sosatt kann minkandi nøgdin av kisilalgum verða ein møgulig orsøk til minkandi eggframleiðslu hjá reyðæti um várið. 

Í aðrari grein í tíðarritinum ‘Frontiers in Marine Science’ hava granskarar á Havstovuni við hjálp frá norskum og íslendskum granskarum víst á broytt ferðingarmynstur hjá norðhavssild. Útbreiðslan av sildini var øðrvísi í tíðarskeiðnum mai 1996-2004, tá sildin stóð nokkso nógv longri norðuri. Greinin kann ikki neyvt vísa á orsøkina, men metir, at tað mest sannlíkt eru broytingar í umhvørvi ella føði (sum í stóran mun er reyðæti), ið eru orsøk til broytingina í ferðingarmynstrinum, tí ongar aðrar ógvusligar broytingar vóru í aldurssamansetingini ella stovnsstødd hesi árini. Ein nýggjari grein, sum Inga Kristiansen hevur skrivað,og sum júst er útgivin í sama tíðarritivísir á, at hiti og føði ávirka, hvussu norðhavssildin spjaðist. Her bleiv slag, nøgd og spjaðing av føði kannað, samanborið við hvar norðhavssildin stendur í mai. Sildin gýtir fram við norsku strondini, og tá hon er liðug at gýta, leitar hon sær vestureftir ímóti Íslandi út á opið hav eftir føði. Í Íslandshavinum finnast stórar nøgdir av reyðæti og Íslandsstreymurin tekur reyðæti við sær inn í Norskahavið, og tískil er eisini nógv reyðæti í Norskahavinum. Tá reyðæti rekur við Íslandsstreyminum inn í Norskahavið verður sjógvur fluttur framvið Føroyum og tá kunnu stórar mongdir av reyðæti eisini verða máldar har norðanfyri Føroyar vísa mátinginar úr greinini. Niðurstøðan í kanningini vísir á, at sildin stendur mest savnað, har mest føði er, og kanninhin staðfestir eisini, at minni føði er í maganum á sildini í tíðarskeiðum, tá minni mongdir av Íslandssjógvi og reyðæti streyma inn í Norskahavið. 

Nýggjar havgranskingarverkætlanir í 2021

Í oktober 2021 útlutaði danska stjórnin í samstarvi við Granskingarráðið 14 milliónir krónur til verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi. Havstovan luttekur í øllum verkætlanunum. Niðanfyri er ein stutt lýsing av teimum.

  • COPS

    Endamálið við COPS verkætlanini er, at fáa betur greiði á nøgdum og samanseting av djóraæti eystan-, vestan-, og sunnanfyri Føroyar frá 1993 til 2023. Við at samantvinna vitanina frá hesi 30-ára longu tíðarseriu av djóraæti við havkanningar, fæst størri vitan um, hvussu havfrøði ávirkar djóraætið um okkara leiðir. Eisini verður kannað, hvussu djóraæti ávirkar svartkjaft og hvítingsbróðir, og hvussu reyðæti spjaðist, tá tað er rikið út úr Bankarennuni sunnan fyri Føroyar, og hvat hendir við hesum reyðætinum.

  • FjordProcess

    Endamálið við verkætlanini er at seta skjøtul á skipaðar kanningar í føroyskum firðum og sundum. Serligur dentur verður lagdur á at kanna sambandið millum firðir og sund og Landgrunnin. T.d. hvussu gróðurin á Landgrunninum ávirkar firðirnar, men eisini um gróðurin á firðunum ávirkar Landgrunnin. Kanningarnar fevna um eginleikar í sjálvum sjónum (hiti, salt og streymur), gróður, djóraæti og smáan fisk uppi í sjónum, sum etur djóraæti. Sambondini millum hesi lið verða kannað, eins og árstíðarbroytingarnar verða fylgdar.

  • Blue Ocean

    Endamálið við verkætlanini er at skilja og gagnnýta sambandið millum havklima í Norðureysturatlantshavi og bæði útbreiðslu av svartkjafti og tilgongd av ungfiski til hendan búskaparliga týdningarmikla stovn. Áherðsla verður løgd á sannlíku ávirkanina frá atmosferuni og stóra subpolara meldrinum. Henda vitan kann leggja lunnar undir møguleikan at framskriva tilgongdina hjá svartkjafti. Miðað verður ímóti – saman við arbeiðsbólki hjá ICES – at gagnnýta úrslitini í veruligu umsitingini av hesum sera umskiftiliga fiskastovni.

  • TOPLINK

    Endamálið við verkætlanini er at kanna lívfrøði og vistfrøðiliga týdningin av havsúgdjórum í Norðurhøvum. Merkingar av grind, springara og bóghvítuhvali skulu kanna hvat stýrir og ávirkar ferðingarmynstri og útbreiðslu. Havsúgdjór eru rándjór, hægst í føðiketuni, og kanningar av føði, evnafrøði og lívssøgu skulu greina teirra ávirkan á tilfeingið, og hvussu tey ávirkast av stutt- og langtíðar broytingum í hav- og vistfrøði. Samanberingar millum Eysturgrønland og Føroyar skulu lýsa munir og sambond millum vistskipanir tvørtur við rygginum, og kanna í hvønn mun havsúgdjór lýsa og endurspegla vistfrøðiliga standin í havinum.

Betri innsavnan og gagnnýtsla av dátum

1. desembur í fjør var eitt tiltak í Ocean Cluster Faroes um hvussu dátur frá skipum betri kunnu nýtast bæði í fiskiskapi og granskingarhøpi. Nógv fiskiskip hava í dag framkomna tøkni og savna eina rúgvu av dátum í sambandi við fiskiskapin. Tað eru stórir møguleikar at nýta hetta data bæði til at fiska betri og í granskingarhøpi. Millum annað kunnu hitatøl frá bæði skipi og troli saman siga nakað um lagbýtið í sjónum, og hvar frontar standa. Hetta hevur stóra ávirkan á útbreiðsluna av uppsjóvarfiski. Savnan av hitadátum, dátum um fiskaslag og støddarbýti frá hvørjum tovi, kann saman við havfrøðiligum dátum og modellum, geva neyvari sann-tíðar (real-time) vitan um umstøðurnar í sjónum. Hetta bæði við vatnskorpuna og djúpari. Slík vitan kann gera fiskiskapin neyvari og skynsamari, og samstundis geva virðismikla vitan til havfrøðiliga gransking. Sjókovin vónar, at tað fer at bera til at gagnnýta verandi dátur tvørturum markamót, umframt at nýggj samstørv um dátuinnsavnan fáast í lag í Havsins áratíggju. Til ber at lesa samandrátt og síggja framløgurnar her.

Góð vitan um fiskastovnarnar og stovnsmetingar eru ein grundleggjandi partur av einari burðardyggari fiskivinnu. Tá vit kenna støðuna í fiskastovnunum, kunnu vit taka best møguligu avgerðirnar fyri, at fiskastovnarnir kunnu kasta mest møguligt av sær. Hóast stóra ávirkan av broytiligum umhvørvisviðurskiftum á djóra- og fiskastovnar, so kann politiska umsitingin bert  ávirka fiskastovnar við at áseta hvussu nógv verður tikið úr fiskastovnunum, umframt at avmarka aðra ávirkan, ið fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Tað eru Havstovan og ICES, ið ráðgeva fiskivinnuumsitingini, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu gagnnýtast á einum burðardyggum støði. Hesin parturin gevur eina yvirskipaða støðumeting út frá stovnsmetingunum av seks fiskasløgum: makreli, sild, svartkjafti, toski, hýsu og upsa.

Stovnsmetingar og tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa frá ICES og Havstovuni

Á myndini niðanfyri sæst heildarveiðan av toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2021. Veiðan av øllum trimum fiskasløgunum minkaði í 2021 í mun til 2020. Størsta minkingin sæst í veiðuni av toski og upsa.

Veiðan av toski var bert góð 5,3 túsund tons í 2021. Hetta er bert stórur helmingur av veiðuni í 2020 og ein fjórðingur av veiðuni í 2019, sum var tað besta árið síðani 2004. Veiðan hevur ongantíð verið so lág sum nú í øllum tíðarskeiðnum frá 1959.

Veiðan av hýsu í 2021 var góð 6 túsund tons, sum er ein lítil minking frá 2020. Seinastu árini hevur veiðan verið frægari enn undanfarnu árini síðani 2009. Tó er hetta minni enn helmingurin av miðalveiðuni í tíðarskeiðnum frá 1961.

Veiðan av upsa minkaði við góðum 5 túsund tonsum frá 2020 til 2021 niður á góð 15 túsund tons, so at veiðan er á lægsta støði síðani 1964. Veiðan av upsa í 2021 var bert ein fimtingur av veiðuni í 2005 og 2006, tá ið yvir 70 túsund vóru fiskaði.

Heildarveiðan eftir toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2021

Nýggjastu stovnsmetingarúrslitini frá Havstovuni í stuttum

Her endurgeva vit í stuttum metingarnar frá tilmælinum um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2022 hjá Havstovuni. Sambært Havstovuni, er tann føroyski upsastovnurin toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er omanfyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðan hevur verið undir søguligum miðal síðan 2010. Í 2020 var veiðan 22.773 tons. Veiðilutfallið í 2021 er mett til at vera niðanfyri lágmark.  

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 og 2019 var toskastovnurin omanfyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men stovnsmetingin í ár vísir, at í 2020 er stovnurin aftur undir hesum marki. Tískil skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 minka við 5%. Veiðilutfallið er eisini mett at vera omanfyri hámarkið.

Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, og vóru serlig verjutiltøk neyðug at seta í verk. Hýsustovnurin kom upp um hetta markið í 2018 og hevur verið í vøkstri síðani. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir til at vera væl størri enn miðal. Veiðilutfallið er mett at vera niðan fyri lágmark.

Umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum øki

Fiskidagatalið verður hækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark 

Veiðilutfallið av upsa er niðan fyri lágmark 

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka


Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri lágmark bæði fyri tosk og hýsu

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka

Fiskidagatalið verður óbroytt

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið av upsa er niðan fyri lágmark

 

Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri hámark fyri bæði tosk og hýsu, og oman fyri lágmark fyri annaðhvørt tosk ella hýsu

Fiskidagatalið verður lækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið av upsa er oman fyri hámark

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka


Gýtingarstovnurin av toski ella
hýsu er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið er oman fyri hámark fyri antin tosk ella hýsu

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka

Umsitingarætlanin er grundarlagið undir ráðgevingini hjá Havstovuni fyri tosk, hýsa og upsa á føroyska landgrunninum. Hon varð fyrstu ferð sett í verk fyri fiskiárið 2021. Tað at ein langtíðarumsitingarætlan er gjørd, sum breið undirtøka er fyri, er eitt stórt framstig, tí at nú er tað landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetir fiskidagatalið eftir tilmæli frá Havstovuni. Hetta verður gjørt samsvarandi veiðiregluni í umsitingarætlanini.

Bulurin í ætlanini er veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Málið er at stýra veiðitrýstinum innan fyri ásett mørk, sum skulu tryggja, at fiskastovnarnir varandi skulu kunna endurnýggja seg og kasta sum mest av sær.  Ein grundleggjandi stabilitetsregla er í umsitingarætlanini, soleiðis at fiskidagatalið bert kann stillast við 5% frá einum ári til næsta. Bólkur 2 (lemmatrolarar og partrolarar) verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingina fyri upsa, meðan bólkur 3-5 verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu.

Gýtingarstovnurin av toski í 2021 var niðanfyri lágmark, meðan veiðilutfallið av toski var væl omanfyri mørkini fyri nær varsemi eigur at vísast og hvat mett verður at geva mest varandi veiðu. Havstovan vísir á at útlitini fyri toskastovnin eru døpur. Stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu, serliga framskrivingin, hava verið daprari síðstu tvey árini enn árini frammanundan, tá útlitini sóu munandi betri út. Orsøkin til minkingina er helst tilgongdin av toski, sum hevur svikið seinastu árini, orsakað av vánaligum føðiviðurskiftum á landgrunninum. Meira kann lesast um hetta í tilmælinum hjá Havstovuni her.

Ein orsøk, ið ljós verður varpað á, er tilgongdin. Rannsóknarskipið fekk í 2018 nógv av ársgomlum smáfiski og eisini nógv av sama árgangi í 2019. Tó fekk rannsóknarskipið í 2020 lítið av sama árgangi, sum tá var vorðin trý ára gamal. Eisini var nøgdin av stórum toski nær landi metstór í 2019. Granskingarúrslit vísa, at tá tað er nógvur toskur tætt landi, gerst tilgongdin av smáfiski lítil. Eins og víst hevur verið til, veksur meginparturin av smáfiskinum inni at landi. Hetta kann vera orsakað av kannibalismu, tí toskur etur tosk. At toskur kemur nær landi, hevur nakað við umhvørvið at gera. Tilgongdin sá út til at vera sera stór í 2016 og 2017, men tað sá als ikki eins væl út í 2018. Havstovan vísir á, at hetta kundi verið væntað sum ein avleiðing av størri náttúrligum deyða, sum kemst av vánaligum føðiviðurskiftum á landgrunninum eftir 2018.

Havstovan vísir í tilmæli sínum á, at vísitalið fyri gróður í 2018 var uppi ímóti 16 og í 2021 var talið niðri á umleið 4, ið er væl minni enn miðalvirðið á 8,6.

Við støði í veiðiregluni í umsitingarætlanini mælti Havstovan í 2021 til at fiskidagatalið fyri bólk 3 - 5 minkar við 5 %, og økist við 5 % fyri bólk 2.


Havstovan tilmæli 2022

Gýtingarstovnur

Veiðilutfall

Tilmæli fiskidagar 2022

Toskur

🔴

🟡

5 % minking 🔴

Hýsa

🟢

🟢

5 % minking 🔴

Upsi

🟢

🟢

5 % øking 🟢


Samandráttur av tilmælinum frá Havstovuni. Litirnir vísa til, um tilvísingarvirðini eru niðan fyri, millum ella oman fyri markvirðini. Alt tilmælið kann lesast her.

Umsitingarætlanin verður væntandi send til ICES til eftirmetingar í 2022, har tilvísingarvirðini (mørk fyri veiðulutføll og gýtingarstovnar) verða viðgjørd. Tá ICES hevur mett umsitingarætlanina at vera góða og burðardygga, nýtir ICES hesa ætlan til at skipa ráðgevingina. Í ár er eitt ósamsvar millum ráðgevingina hjá Havstovuni og ICES, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag, meðan ICES hevur nýtt regluna um størstu varandi veiðu, sum grundarlag. Tí er tað áhugavert eisini at hyggja at ráðgevingini frá ICES í hesum høpi.

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november 2021 nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

Tilmælið fyri mest loyvdu veiðu av toski á landgrunninum er 2.206 tons. Hetta er ein minking uppá 65% í mun til tilmælið fyri 2021. Hetta er orsakað av einari minking í stovnsmetingini. Gýtingarstovnurin er niðanfyri markvirðini.

Tilmælið fyri mest loyvdu veiðu av hýsu í 2022 er 8.639 tons. Hetta er ein lækkan uppá 24% í mun til undanfarna ár, tá tilmælið var á góð 11,5 tons. Gýtingarstovnurin er omanfyri markvirðini. ICES metir at veiðitrýstið á hýsustovnin er omanfyri tað, sum gevur mest varandi veiðu.

ICES mælir til at veiðan av upsa í 2022 í mesta lagi vera 37.444 tons. Hetta er ein øking uppá 37 % í mun 2021 orsakað av økingini í stovnsmetingini. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðitrýstið er framvegis hægri enn veiðitrýstið, sum er mett at geva størstu varandi veiðu. Gýtingarstovnurin er omanfyri markvirðini. Niðanfyri er ein samandráttur gjørdur av ráðgevingini fyri 2022. Tilmælini hjá ICES kunnu lesast: toskur, hýsa og upsi.


ICES tilmæli fyri 2022

Stovnsstødd

Veiðitrýst (Fmsy)

Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)

Tilmæli ICES

Toskur

🔴

🔴

🔴

2.206 tons ⬇︎

Hýsa

🟢

🔴

🔴

8.639 tons ⬇︎

Upsi

🟢

🔴

🔴

37.444 tons ⬆︎


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli.

Stovnsmetingar og ICES tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft

 

Makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, sum vera fiskaðir av nógvum londum. Tað er ICES, sum veitir lívfrøðiligu ráðgevingina um, hvussu nógv kann takast úr stovnunum, og býtið millum londini verður avtalað á strandalandasamráðingum millum viðkomandi partarnar.

Tað hevur tó ofta gingið striltið at fáa avtalur í lag, sum eisini halda veiðitrýstinum á einum burðardyggum støði. Broytta útbreiðslan av fiskasløgunum hevur gjørt samráðingarnar at áseta býtið fløktari, við tað at fleiri lond ynskja at fáa lut í tilfeinginum. Harafturat er Bretland ein nýggjur partur av samráðingunum aftaná Brexit. Tíverri er støðan tann sama, sum í fjør og enn er eingin avtala gjørd millum strandalondini um býtið av hesum fiskasløgum. Sostatt hava londini ásett sær sína egnu kvotu, við tí úrsliti at mest loyvda veiða er væl omanfyri tað, sum verður mett at vera lívfrøðiliga burðurdygt og at geva mest varandi veiðu. Sambært Havstovuni, so hevur fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti seinastu árini ligið á umleið 20-25% omanfyri vísindaligu ráðgevingina. Fyri makrel var ásetta kvotan av makreli omanfyri 40% omanfyri tilmæltu veiðuna í 2021. Eitt yvirlit yvir sáttmálar og avtalur sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Hetta merkir, at stórur vandi er fyri, at fiskastovnarnir ikki megna at endurnýggja seg. Í løtuni hava øll hesi fiskasløgini mist Marine Stewardship Council góðkenningina orsakað av vantandi avtalum um býtið millum strandarlondini, sum hevur við sær, at heildarveiðan av øllum stovnunum er væl omanfyri vísindaligu tilráðingina. Hetta kann hava álvarsligar fylgjur fyri hesar stovnarnar, umframt at avleiðingarnar eisini merkjast á marknaðarsíðuni, tí eingin framleiðari av hesum fiskasløgum kann selja vøruna við MSC góðkenning.  

ICES tilmælini um makrel, sild og svartkjaft fyri 2022

ICES lækkaði mest loyvdu veiðuna fyri allar tríggjar stovnarnar. ICES ráðgevingin um mest loyvdu veiðu av makreli var sløk 795 túsund tons. Hetta svarar til eina lækkan uppá umleið 7% í mun til 2021, tá tilmælið var 922 túsund tons. Stovnsmetingin vísti, at gýtingarstovnurin er minkandi í mun til undanfarin ár. Hann var mettur at vera uml 3.5 milliónir tons, sum er ein minking uppá umleið hálva millión tons í mun til árið undan. Gýtingarstovnurin er tó enn oman fyri markið fyri nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin seinastu tvey árini hevur verið minkandi. Fiskideyðin er enn niðanfyri burðardygga markið, men við øktu veiðuni í 2021 varð mett, at veiðitrýstið við árslok verður væl omanfyri markvirðið (sí eisini Havstovuna).

ICES tilmælið fyri sild um mest loyvdu veiðu var góð 599 túsund tons fyri 2022. Hetta er ein lækkan á 8% í mun til 2021. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking og verður mettur at vera umleið 3,9 milliónir tons í 2022, sum er ein lítil hækkan frá árinum frammanundan. Gýtingarstovnurin av norðhavssild er omanfyri markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast. Fyri norðhavssild hevur gýtingarstovnurin verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men í ár er góði 2016-árgangurin vorðin búgvin, soleiðis at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir og liggur omanfyri burðardygga markið. Vánaliga tilgongdin eftir 2016 heldur fram og 2021 er vánaligasta árið hesum viðvíkjandi síðani 1997. Veiðitrýstið hevur síðani 2019 ligið omanfyri burðardygga hámarkið.

ICES tilmælið fyri svartkjaft var sløk 753 túsund tons fyri 2022. Hetta er ein minking uppá 19% í mun til 2021. Gýtingarstovnurin í 2022 er mettur at vera umleið 3,4 milliónir tons, sum er væl oman fyri markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur síðani 2017 verið vánalig, tó er tilgondin av 1-ára gomlum fiski mett at vera nakað frægari enn undanfarin ár. Stovnurin fer væntandi at minka komandi árini. Veiðitrýstið er enn væl omanfyri burðardygga hámarkið.

ICES stovnsmetingar og tilmæli fyri 2022


Støða

Gýtingarstovnur:

Tilgongd:

Veiðitrýst: (Fmsy)

Veiðitrýst: Fyrivarnisreglan

MLV tilmæli 2020:

Makrelur

3,5 mió. tons 🟢 ⬇️

🟡

🟢

🟢

794.920 tons ⬇️

Sild

3,9 mió. tons 🟢 ⬆️

🔴

🔴

🔴

598.588 tons ⬇️

Svartkjaftur

3,4 mió. tons 🟢 ⬇️

🟡

🔴

🔴

752.736 tons ⬇️


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli. Tilmælini kunnu takast niður við at trýsta á knøttarnar omanfyri.

Endurnýggjan og stødd á fiskiflotanum

Tal av skipum, sum hava avreitt í árunum 2016 - 2021 í ymiskum skipabólkum

Stabbamyndin omanfyri vísir tal av fiskiførum, sum hava avreitt í 2016-2021 í teimum seks skipabólkunum: Bólkur 2, Bólkur 3, Bólkur 4, Bólkur 4T, Nóta-og ídnaðarskip og Flakatrolarar.

Bólkur 4 umboðar bæði bólk 4A og 4B, sum vóru lagdir saman í 2021. Tað er umráðandi at nevna, at hetta ikki er eitt yvirlit yvir tal av loyvum í hvørjum skipabólki, men tal av skipum, sum hava avreitt í teimum áðurnevndu árunum.  

Í bólki 2, sum umboðar trolarar, hevur talið av fiskiførum verið fallandi seinastu fimm árini. Talið av trolarum sum hava avreitt er fallið frá 34 fiskiførum í 2016 til 23 fiskifør í 2021, t.v.s. við 11 fiskiførum. Tað svarar til eitt fall á umleið 32%.  

Bólkur 3, sum umboðar línuskip, er vaksin við 2 fiskiførum, frá 15 fiskiførum í 2016 til 17 fiskifør í 2018. Hesin bólkur hevur síðan havt 17 fiskifør.

Bólkur 4, sum er bæði 4A og 4B, hevur sveiggjað hesi árini. Talið hevur ligið millum 15 og 25 fiskifør - men í 2021 var talið komin niður á 14 fiskifør, sum høvdu avreitt. Hugsast kann, at hetta sveiggj í hesum bólki er knýtt at, hvussu fiskiskapurin hevur hevur verið ígjøgnum árini, og um tað hevur loyst seg hjá hesum smáu bátunum at farið út til fiskiskap. 

Talið av fiskiførum í bólki 4T, sum umboðar trolbátarnar, hevur ligið so at siga støðugt øll árini. Tó vaks tað frá 7 fiskiførum til 8 fiskifør í 2019 og síðan hava 8 fiskifør umboðað bólk 4T.  

Talið av fiskiførum, sum hava avreitt innan skipabólkin ‘Nóta- og íðnaðarskip’, hevur sveiggjað nakað. Í 2016 høvdu 12 fiskifør avreitt í hesum bólki og árini eftir í 2017 og 2018 var talið 16 fiskifør. Í 2019 og 2021 høvdu 17 fiskifør avreitt, meðan talið í 2020 var 16 fiskifør.

Fyri flakatrolarar hevur talið av fiskiførum, sum hava avreitt, ligið nokk so javnt øll árini – tó er talið fallið frá 5 fiskiførum til 4 fiskifør í 2019. 

Miðalaldurin á skipunum

 

Á grafinum niðanfyri sæst ein lýsing av miðalaldrinum av skipum, sum hava avreitt frá 2016 til 2021. Tað eru trolbátarnir (bólkur 4T), og Nóta- og ídnaðarskipini, sum hava nýggjasta flotan. Hjá trolbátunum (4T) er miðalaldurin farin frá 14 árum í 2016 upp til 20 ár, meðan nóta- og uppsjóvarskipini vóru í miðal 15 ár gomul í 2016, og eru nú 20 ár í miðal. Eldru skipini eru nú fleiri í tali í uppsjóvarflotanum, so hóast eitt næstan nýtt skip kom í flotan í 2019, so er flotin eldur samsvarandi árunum, sum eru gingin. Miðalaldurin á trolbátunum (4T) hevur gingið javnt uppeftir ár fyri ár samsvarandi árunum.   

Miðalaldurin hjá Bólki 2 vaks við umleið hálvum ári um árið í tíðarskeiðnum, soleiðs at miðalaldurin var góð 28 ár í 2021. Síðani koma flakatrolararnir, sum hava ligið um góðan 30 ára aldur í miðal. Miðalaldurin fall í 2020 frá næstan 34 árum niðurum 31 ár. Hetta var orsakað av minkingini í flotastøddini. Miðalaldurin í hesum flotanum fer at minka ógvusliga í næsta ár, tá ið tríggir nýbygningar koma í flotan seinni í ár.

Útróðrarbátarnir á línuveiðu (bólkur 4) hava elsta flotan. Miðalaldurin á skipunum í bólki 4 var 50 ár í 2021, meðan hann var 41 ár hjá línuskipunum (bólkur 3).  Yvirskipað kann sigast, at miðalaldurin hevur ligið støðugur hjá hesum báðum bólkunum í tíðarskeiðnum, og tískil kann sigast, at nakað av endurnýggjan er farin fram.

Endurnýggjan av fiskiflotanum

 

Fyrsti nýbygningur síðani 2010 er nú komin í fiskiflotan. Talan er um nýggja Christian í Grótinum, sum P/F Christian í Grótinum hevur latið bygt. Stásiliga skipið kom á Klaksvíkina í mars 2022, og er farið til fiskiskap. Skipið kemur í staðin fyri Christian, sum er seldur til Vestmanna Fiskavirki og hevur fingið navnið Vestmenningur.

Eisini koma tríggir nýbygningar afturat í 2022. Ein nýggjur Akraberg til sp/f Framherja. Ein nýggjur Gadus til P/F J.F.K og ein nýggjur verksmiðjutrolari til P/F Havborg, sum er systirfelag hjá P/F Enniberg.

Hátíðarløta var í Vestmanna, nú Vestmenna Fiskavirkið hevur fingið egið fiskiskip, sum skal fiska uppsjóvarfisk.

Nýggi Christian í Grótinum er fyrsti nýbygningur, síðani Tróndur í Gøtu kom í 2010. Stór móttøka var, tá skipið legði at í Ánunum.

Christian í Grótinum

Nýggi Christian í Grótinum er slakar 90 metrar langur og 17 metrar breiður. Skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski, sum er umleið 1000 tons meira í mun til verandi Christian í Grótinum. Skipið var handað P/F Christian í Grótinum í februar í 2022. 

Dentur hevur verið lagdur á at minka um umhvørvisligu ávirkanina, og øll útgerðin er tískil vald við umhugsni. Endamálið var at tryggja bestu góðsku, samstundis sum útlátið verður minst møguligt. Sniðið á skrokkinum ger, at hann gevur minst møguliga mótstøðu undir sigling. Motorurin, Wärtsila 31, er tann mest orkusparandi á marknaðinum. Motorurin hevur katalysator (SCR) fyri at minka um útlátið, og lýkur hann IMO Tier III-krøvini. Spillhiti frá motorinum verður brúktur til upphiting. Við bryggju kann skipið binda í landstreym. Nýggja skipið hevur elektrisk spøl og fiskapumpur, ið krevja minni orku enn hydraulikkspøl. El-orka verður genererað, tá trolið verður skotið, og verður millum annað brúkt til køliskipanina.

Sáttmálar um nýbýgningar í 2021

Finnur Fríði

Reiðaríið hjá P/F Varðanum, P/F Krossbrekka, og Karstensens Skibsværft A/S í Skagen skrivaðu í desember 2021 sattmála um eitt nýtt nóta- og trolskip, sum skal vera 88 metrar langt. Nýggja skipið verður útgjørt at fiska makrel, sild, svartkjaft og lodnu, har góðskan á fiskinum verður sett í hásæti. Ein málsetningunum er, at so stórur partur sum gjørligt, verður landaður til matna.

Reiðaríið sigur at endamálið er at byggja eitt skip við so lágum útláti sum gjørligt, roknað á kilo av fiski. Somuleiðis er hædd tikin fyri ljóðdálking. Sáttmálaprísurin er um 340 milliónir krónur. Skipið verður latið reiðarínum í januar 2024.

Oljunýtsla í fiskiflotanum

 

Tað eru serliga tvær orsakir til at hyggja nærri eftir oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Fyrsta orsøkin er, at Føroyar, eins og restin av heiminum, hevur sett sær fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum fyri at avmarka veðurlagsbroytingar og tí er umráðandi at minka um oljunýtsluna í øllum samfelagnum og harvið eisini hjá flotanum.

Hin orsøkin er, at oljukostnaðurin er stórur partur av samlaðu útreiðslunum hjá fiskiskipunum, og tí hevur tað stóran týdning fyri lønsemið hjá flotanum, at hann brúkar so lítið av olju sum gjørligt. Hetta gerst serliga viðkomandi, tá ið oljuprísurin gerst so høgur, at hann setur stórt trýst á lønsemi og hýrur, serliga í ávísum skipabólkum.

Fyri at fáa eina góða mynd av oljunýtsluni hjá fiskiflotanum, hevur Sjókovin heintað hagtøl inn frá reiðaríum um oljunýtsluna fyri árini 2019-2021 hjá nøkrum skipum í hvørjum av teimum størstu skipabólkunum. Við at lata skipini umboða bólkin, ber til at fáa eina mynd av oljunýtsluni í hvørjum skipabólki sær og eina samlaða mynd av oljunýtsluni í flotanum. Sjókovin takkar reiðaríunum fyri teirra vælvild at lata hagtøl til kanningina.

Samlaða oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum

Á myndini omanfyri sæst, at gongdin í samlaðu oljunýtsluni í Føroyum hevur verið, at nýtslan síðan byrjanina av 1990’unum hevur ligið millum 200-250.000 tons, men er síðan 2017 økt munandi og var í 2021 313.000 tons. Tað sæst, at økingin í oljunýtsluni stavar frá øðrum virksemi enn fiskiskapi, tí fiskivinnan hevur ikki havt nakran vøkstur í oljunýtsluni. Soleiðis er oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum minkað munandi í mun til samlaðu føroysku oljunýtsluna og er farin úr teimum 40-45 prosentum, sum nýtslan lá á í í tíðarskeiðnum 1992-2005, niður í umleið 30 prosent.

Umhvørvisstovan ger árligar uppgerðir yvir CO2 útlátið hjá Føroyum sambært altjóða standardum til nýtslu hjá Intergovernmental Panel Climate Change. Í uppgerðini hjá Umhvørvisstovuni er oljunýtslan hjá útlendskum fiskiskipum við í tølunum, meðan tað, sum føroysk skip bunkra uttanlands ikki er við. Eftir tí uppgerðini er lutfalsligi parturin hjá føroyskum fiskiskipum umleið 18%, meðan útlendsk fiskiskip brúka 23%. Í tølunum hjá Hagstovuni er bert oljunýtslan hjá føroyskum skipum við, íroknað tað, sum er bunkrað uttanlands, og sostatt ber ikki til at beinleiðis samanbera tølini. Uppgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann lesast her.

Lutfalsliga minkingin í nýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum skal ikki skiljast sum, at hetta merkir, at tað ikki er neyðugt at gera nakað við oljunýtsluna hjá flotanum, tí tað er ein sannroynd, at tá føroysk fiskiskip umboða ein triðing av oljunýtsluni, er eyðsæð, at skulu Føroyar minka um útlátið av vakstarhúsgassum, er alneyðugt at tryggja, at fiskiflotin er so effektivur, sum til ber.

Oljunýtsla í mun til avreiðingar

Oljunýtslan er sjálvsagt tætt tengd at gongdini í fiskiskapinum, t.v.s. royndini, samlaðu veiðuni og lutfallinum millum ymisku fiskasløgini. Fyri at fáa eina ábending um sambandið millum veiðuna og oljunýtsluna vísir bláa strikan á myndini, hvussu nógv kilo av veiddum fiski fæst fyri hvønn litur av olju, meðan gulu stabbarnir vísa avreiddu nøgdina.

Í ár 2000 var avreidda nøgdin um 335.000 tons og tá vórðu avreidd umleið 3 kilo av fiski fyri hvønn litur av olju. Til samanberingar var avreidda nøgdin í 2017 670.000 tons og tá vóru avreidd omanfyri 6 kilo av fiski fyri hvønn litur av olju. Tað sæst sostatt, at tætt samband er millum støddina av samlaða fiskiskapinum og hvussu nógvur fiskur fæst fyri ein litur av olju. Er nógvur fiskur at fáa, er gjørligt at fáa nógvan fisk fyri hvønn liturin av olju, meðan er fiskiskapurin vánaligur, fæst munandi minni fiskur fyri hvønn liturin av olju.

Ein onnur orsøk til at alt meiri fiskur fæst fyri hvønn liturin av olju er effektiviseringin av flotanum. Tað, at færri skip eru til fiskiskap og fáa somu ella størri veiðinøgd upp á land ger, at fiskiskapurin gerst effektivari og at oljunýtslan minkar.

At enda er stór broyting hend í veiðusamansetingini, við tað at nógv meiri av uppsjóvarfiski verður veitt í dag í mun til áður. Serliga er nøgdin av makreli og sild økt munandi. Uppsjóvarfiskiskapurin er lutfalsliga minni oljukrevjandi og tí fæst meiri fiskur fyri hvønn liturin av olju.

Prosentbýtið av oljunýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum

Lagkøkumyndirnar omanfyri vísa okkum støðuna í oljunýtsluni og veiðusamansetingini seinastu trý árini, tvs. árini 2019 til 2021. Út frá tølunum Sjókovin hevur fingið til vega og avreiðingartølunum frá Vørn, ber til at meta, um hvussu býtið í oljunýtsluni er millum skipabólkarnar. Her er fiskurin roknaður um til runda vekt, tvs. hædd er tikin fyri at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhødda ella skera flak av fiskinum.

Á myndini til vinstru sæst, at uppsjóvarskipini brúktu omanfyri helmingin av allari oljuni hjá føroyska fiskiflotanum. Aðrir trolarar, t.e. partrolarar og lemmatrolarar, nýttu umleið ein fjórðing. Restin varð nýtt av ávikavist flakatrolarunum, línuskipunum og øðrum skipabólkum, sum nýttu knøpp 10 prosent í part.

Um vit so hyggja at býtinum av fiskaðu nøgdini til høgru, so sæst lutfalsliga stóra oljunýtslan hjá uppsjóvarskipunum aftur í veiðinøgdini, við tað at uppsjóvarskipini landaðu umleið 79% av samlaðu nøgdini, ið varð avreidd í sama tíðarskeiðnum, meðan hinir skipabólkarnir avreiddu 21%.

Gongdin í oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum

Strikumyndin vísir, hvussu nógv olja, ið skuldi til fyri at fiska eitt kilo av fiski í ymisku skipabólkunum árini 2019 til 2021. Her er fiskurin roknaður um til livandi vekt, tvs. hædd er tikin fyri at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhødda ella skera flak av fiskinum.

Uppsjóvarskipini nýttu umleið 0,1 litur av olju til hvørt kilo av fiski og vóru tey mest effektivu máld út frá oljunýtsluni. Feskfiskalínuskipini nýttu millum 0,15 og 0,25 litrar fyri hvørt kilo í tíðarskeiðnum. Frystilínuskipini lógu nakað omanfyri. Flakatrolararnir nýttu millum 0,35-0,5 litrar av olju til hvørt kilo av fiski og trolarar á landleiðini nýttu um hálvan litur av olju fyri hvørt kilo av fiski í tíðarskeiðnum. Tað er vert at hava í huga at framleiðslan er ikki endiliga líka í hvørjum bólki, t.d. koma verksmiðjuskip í land við einari lidnari vøru, meðan fyri aðrar bólkur verður vøran virkað á landi. Fyri verksmiðjuskip liggur tískil øll orkunýtslan í sambandi við framleiðsluna á sjónum. Sostatt er tað sera viðkomandi at gera lívsringrásgreiningar av ymiskum fiskavørum fyri at síggja hvat fyri veiði- og framleiðsluhættir hava minst CO2 útlát.

Yvirhøvur var oljunýtslan fyri hvørt kilo av fiski vaksandi í tíðarskeiðnum. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst vánaligur fiskiskapur, soleiðis at broytingin í oljunýtsluni var lutfalsliga lítil, meðan fiskaða nøgdin var minkandi.

Virði av fiski fyri hvønn litur av olju

Øll fiskasløg hava ikki sama virði og tí er ikki nokk einans at hyggja eftir fiskaðu nøgdini, tí tað er jú virðið av fiskinum, ið skal gjalda fyri oljunýtsluna. Strikumyndin vísir gongdina fyri árini 2019 til 2021 í virðinum av avreiðingunum í mun til nýttu litrarnar av olju.

Feskfiskalínuskipini og frystilínuskipini vóru teir skipabólkarnir, ið øll árini høvdu størst virði av avreiðingum í mun til nýttu oljuna. Hesir bólkarnir fingu um 85 krónur í avreiðingarvirði í 2019 og millum 45-55 krónur í 2020 og 2021 fyri hvønn liturin av olju.

Næst teimum komu uppsjóvarskipini og flakatrolararnir, ið høvdu um góðar 30 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn liturin av olju í 2021. Flakatrolararnir lógu nakað hægri millum 13 - 16 kr omanfyri uppsjóvarskipini í 2020 og 2021. At enda komu trolararnir á landleiðini, ið høvdu um 10-15 krónur av avreiðingarvirði fyri liturin av olju.

Hetta merkir sjálvsagt, at tá oljuprísurin hækkar, eru tað teir bólkarnir, ið fáa minst virði av fiski fyri hvønn liturin av olju, ið merkja mest til hækkandi oljuprísin, tí tá er minni eftir at gjalda aðrar útreiðslur við, eftir at oljan er goldin.

Samanbering við oljunýtslu hjá norskum fiskiførum

Samanbera vit oljunýtsluna hjá føroysku skipunum við samsvarandi norsku skipabólkarnar sæst, at tað ikki er stórur munur á føroysku bólkunum og norsku bólkunum. Hóast fiskiskapurin í føroyskum og norskum øki av ymiskum orsøkum kann vera rættiliga ymiskur, er oljunýtslan millum londini sera lík.

Blái prikkurin vísir minsta virðið, guli miðal ella mediana virðið og grøni prikkurin vísir mesta virðið. Sum dømi kann nevnast, at oljunýtslan í litrum fyri kilo livandi fisk í uppsjóvarflotanum liggur frá 0,07–0,13 litrar fyri kilo. Hesin bólkur fevnir um bæði nótaskip og uppsjóvartrolarar. Bólkurin línuskip í Noregi, kann í føroyskum tølum býtast í feskfiska – og frystilínuskip. Báðir bólkarnir lógu á umleið sama støði, sum tilsvarandi bólkurin í Noregi.

Tilsvarandi føroysku bólkarnir í mun til norskar ‘botnfiskatrolarar’ eru flakatrolarar og partrolarar. Í flakatrolarunum var lítil og eingin munur millum effektivastu og minst effektivu skipini, meðan partrolararnir lógu nakað hægri enn fyri norsku tølini. Í Noregi lá spennið í hesum bólkinum sera breitt - frá 0,22 – 0,51.

Ongar útrokningar fyriliggja í Føroyum um oljunýtsluna á fiskaslag, tí velja vit her at vísa norsku tølini. Vit støði í omanfyri nevndu mynd meta vit, at føroyski fiskiskapurin líkist norsku tølunum, tí oljunýtslan á skipabólkar er rættiliga lík londini millum.

Oljunýtslan fyri hvørt kilo av livandi fiski í Noregi vísir okkum, at fiskiskapurin eftir pelagisku fiskasløgunum, sild og makreli, brúkar um 0,8 litrar av olju fyri hvørt kilo av fiski, meðan fiskiskapurin eftir botnfiskasløgunum, upsa, toski og hýsu, brúkar meira fyri hvørt kilo av livandi fiski. Tað er vert at leggja til merkis, at spennið millum mest og minst orkueffektivu skipini er rættiliga stórt, t.d. liggur oljunýtslan fyri hvørt kilo av toski millum 0,1 og 0,3 litrar/kilo. Hetta er orsakað av ymiskleikanum í skipum og reiðskapum, sum eru partur av greiningini.

Øll matvøruframleiðsla hevur við sær útlát av vakstrarhúsgassum. Hóast útlátið frá føroyskum fiskiskipum er stórt, er vert at hava í huga, at samanborið við aðrar proteinkeldur, so sum svína- og neytakjøt, útletur fiskur munandi minni koltvísúrni (CO2). Myndin til vinstru vísir lutfalsliga útlátið av ymiskum matvørum í mun til neytakjøt. Sigast kann at allar fiskavørurnar hava munandi minni útlát fyri hvørt kilo etandi kjøt. 1 kilo av evropeiskum neytakjøti útletur tískil 20 til 25 ferðir so nógv CO2 útlát, sum ein toksur, hýsa ella ein upsi, og 50 ferðir so nógv CO2, sum ein makrelur ella sild.

Framleiðslan av fiski er sostatt eitt sera gott alternativ til framleiðsluna av oksakjøti og svínakjøti, tá tað kemur til CO2 útlát. Sostatt má staðfestast at í Føroyum hava vit atgongd til eina heilsugóða proteinkeldu við munandi minni CO2 útláti enn neyta- og svínakjøt.

Vit eiga kortini allatíðina at stremba eftir at minka um útlátið hjá fiskiflotanum, so at fiskiskapurin hevur minst møguliga ávirkan á umhvørvið.

Tað eru nógv viðurskifti, sum ávirka hvussu effektivur fiskiskapurin er í mun til oljunýtslu. Hendan greiningin hevur víst á grundleggjandi týdningin av at fiskastovnarnir eru væl fyri. Økingin í oljunýtsluni fyri hvørt kilo í 2021 av fiski er í stóran mun eitt úrslit av minkandi avreiðingarnøgdum. Tískil má sigast at góð stovnsrøkt er ein fortreyt fyri orkueffektivum fiskiskapi.

Tó so, vísa yvirskipaðu oljunýtslutølini, at fiskiflotin eisini er vorðin nógv effektivari seinastu 20-30 árini. Hetta er uttan iva í stóran mun orsakað av veiðusamansetingini, við stórum nøgdum av uppsjóvarfiski, sum ikki krevur líka nógva olju fyri hvørt kilo. Tó er eyðsæð, at økingin í effektiviteti um aldarskiftið tískil byrjaði áðrenn nøgdirnar av uppsjóvarfiski vórðu so stórar, sum tær eru í dag.

Aftaná tillagingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap í 1997-1998, sum gjørdu, at fiskirættindi gjørdust lættari at avhenda og loyvir lættari at flyta og leggja saman, fóru nógvar rationaliseringar fram. Sambært álitinum hjá Fiskivinnunýskipanarbólkinum frá 2016, so eydnaðist hendan effektiviseringin væl ”tí burturúr spurdust munandi sterkari fiskivinnufyritøkur við væl betri rakstri”. Hetta er uttan iva eisini ein av orsøkunum til, at nýtslan fyri hvørt kilo fisk er minkað yvir tíðarskeiðið. Hetta vísir eisini grundleggjandi týdningin av at hava hóskandi karmar, so at sum mest fæst burturúr.

Hendan greiningin er eitt fyrsta stig at fáa til vega neyvari vitan um oljunýtsluna hjá føroyska fiskiflotanum. Sjókovin fer komandi árini at gera framhaldandi greiningar av, hvussu gongdin er viðvíkjandi oljunýtsluni í fiskivinnuni, og hvussu hetta er knýtt at ymiskum fiskasløgum og reiðskapum. Ætlanin er eisini at útbyggja við tilfari úr útlondum, um hvat onnur lond gera fyri at leggja teirra fiskiskap um fyri at minka um oljunýtsluna. Til næstu ársfrágreiðing er ætlanin at fara nærri inn á, hvørji orkusparandi átøk eru gjørd av føroysku reiðaríunum seinastu árini, og hvørji útlitini eru fyri einari størri minking í oljunýtsluni.

 

Útlit fyri 2022

Russiska innrásin í Ukraina, sum byrjaði 24. februar 2022, hevur havt við sær syrgiligar og oyðandi avleiðingar, serliga fyri tað Ukrainska fólkið, sum hevur verið noytt at flýggja í milliónatali. Mett verður, at 10 milliónir fólk eru farin frá húsi og heimi, harav yvir fýra milliónir eru flýdd av landinum. Sambært ST, hevur innrásin skapt størstu flóttafólkakreppuna í Evropa síðani seinna heimsbardaga.

Kríggið fer uttan iva eisini at hava avleiðingar fyri marknaðir og heimsbúskapin. Tað er ógjørligt at spáa um, hvussu álvarsligar hesar avleiðingarnar vera, men støðan ger útlini fyri fiskivinnuna komandi tíðina sera óviss, serliga tá hugsað verður um oljuprísir, fiskaprísir og marknaðarstøðuna.

Í komandi brotinum lýsa vit søguliga útflutningin til Russlands og Ukraina. Vit hugleiða um hvørjar avbjóðingarnar kunnu verða í sambandi við kríggið, áðrenn vit lýsa gongdina í oljuprísinum seinastu tvey árini.

Londini í vesturheiminum hava sett revsitiltøk í verk mótvegis Russlandi. Hetta hevur eisini havt við sær nógv kjak um hvørji tiltøk Føroyar skulu seta í verk og hvørja ávirkan hetta fer at hava á føroyska búskapin og útflutningin. Føroya Landsstýri hevur boðað frá, at Føroyar koma at luttaka í teimum tiltøkum, sum vesturheimurin setur í verk.

Revsitiltøkini higartil fevna um tiltøk rundanum fíggjar- og orkugeiran, oligarkar, marglætisvørur, hávirðislist og mótavørur, umframt vørur, sum eisini kunnu nýtast til hernaðarendamál, sum t.d. eykalutir til flogfør og akfør. Russisk flogfør eru eisini bannað frá ES, amerikanskum og kanadiskum loftrúmi. Eisini hevur havnastongsil fyri russiskum skipum verið umrøddur. Bretar hava longu sett í verk havnastongsul meðan Danmark er eitt av londunum, sum hava arbeitt fyri at fáa ein havnastongsul settan í verk fyri ES økið (sí her). Í løtuni fevna eingi av tiltøkunum, sum londini hava sett í verk, um matvørur, men Russland hevur síðani 2014 havt handilsbann í verk fyri ES matvørur, íroknað sjógæti, og tí er eingin beinleiðis útflutningur av hesum til Russlands úr ES londum.

Um vit hyggja eftir føroyska útflutninginum, so sæst at Russland er tað landið Føroyar útflyta mest til, bæði í nøgd og virði. Í 2021 útfluttu Føroyar fyri slakar 2,3 milliardir krónur tilsamans, harav umleið 2,1 milliardir krónur vóru fiskavørur.

Seinastu árini hevur laksur umboðað omanfyri 40% av fiskavøruvirðinum, meðan makrelur og sild hava umboðað sløk 50%. Í 2021 vóru sløk 41% av útflutningsnøgdini sild, meðan góð 33% vóru makrelur.

Føroyski útflutningurin til Ukraina tók seg spakuliga upp í 2001 við laksi, og síðani tá er hann nógv vaksin, soleiðis at Føroyar árliga útflyta fiskavørur fyri umleið 100 milliónir krónur. Seinastu árini hevur meginparturin av útflutninginum verið uppsjóvarfiskur. Í 2021 umboðaði sildin 65% av nøgdini, og umleið 57% av virðinum, meðan makrelur var næst mesta útflytta fiskaslag við 23 % av nøgdini og 31 % av virðinum av útflutninginum. Tað er sannlíkt, at útflutningurin til Ukraina er undirmettur, tí at nakað av fiskinum, sum fer til Russlands, fer víðari til Ukraina.  

Ukrainski marknaðurin er bert ein lítil brøkpartur av Russiska marknaðinum. Búskaparliga ávirkanin á Føroyar kemur sostatt meira óbeinleiðis. Onnur lond, t.d. Noreg, útflyta nógva sild til Ukraina, og sostatt hevur verið neyðugt hjá teimum at finna aðrar marknaðir. Hetta hevur við sær økt útboð á øðrum marknaðum, og um hetta heldur fram, kann roknast við einum prísfalli á øðrum marknaðnum.

Óvissa støðan vísir enn einaferð á týdningin av fjølbroyttari og góðari marknaðaratgongd. Um umstøðurnar gera at tað ikki fer at bera til at útflyta fisk til Russlands, verður neyðugt at selja vørurnar á øðrum marknaðum. Marknaðurin fyri sildina er mest sum avmarkaður til Russland, Ukraina og Pólland. Tí kann roknast við álvarsligum prísfalli har, serliga um sildin fer til mjøl.

Støðan við makrelinum verður kanska heldur frægari enn við sildini. Marknaðurin fyri makrel er breiðari og tískil kann tað vera lættari at selja á øðrum marknaðum uttan líka stórt prísfall. Tó so, kann vantandi marknaðaratgongd vera ein trupulleiki, tá ið kappingarneytar okkara sleppa inn á fleiri marknaðir við betri treytum.

Møguliga prísfallið, kemur samstundis sum aðrar avbjóðingar gera seg galdandi, t.d. vaksandi olju- og fraktprísir. Í sambandi við revsitiltøkini er pengaflutningurin eisini truplari. Økt eftirlit í bankunum ger, at flytingar taka longri tíð. Hetta hevur í ávísum førum gjørt, at vøran ikki er farin avstað sum ætlað, tí viðurskiftini ikki vóru í lagi áðrenn fraktskipið legði frá landi.  

Mest ítøkiliga búskaparliga ávirkanin innrásin hevur havt við sær higartil, er gjøgnum oljuprísirnar. Innrásin hevur havt við sær órógv á oljuprísirnar, sum fóru nógv upp, og hetta skapar stóra óvissu í mun til framtíðarútlitini. Oljuprísurin hevur sera stóran týdning í mun til hvussu nógv fiskiveiðan kastar av sær, serliga hjá teimum flotum, har lutfalsliga nógv olja skal til at veiða hvørt kilo av fiski, ella oljunýtslan er høg í mun til virðið á fiskinum.

Sameindu Tjóða Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning (2021-2030)

‘Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning’ (The United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development) fór av bakkastokki 1. januar 2021 og virkar til 2030. Havsins áratíggju snýr seg í stuttum um at seta í verk átøk innan havvísindi fyri at fáa eitt reint, burðardygt og mótstøðuført hav.

Tað er altjóða havnevndin IOC (Intergovernmental Oceanographic Commission) undir UNESCO, sum samskipar Havsins áratíggju. Endamálið við Havsins áratíggju er at skapa felags karmar kring havvísindi, sum kunnu stuðla londum í at røkka heimsmálunum fyri burðardyggari menning í 2030 (Agenda 2030). Stevnuskráin fyri burðardyggari menning hevur 17 høvuðsmál og 169 undirmál, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2015-2030. Ætlanin er, at hvørt landið sær skal røkka málunum við støði í egnum veruleika og raðfestingum.

Við Havsins áratíggju er dentur lagdur á Heimsmál 14 um lívið í havinum, sum í sjálvum sær er ein fortreyt fyri at røkka hinum heimsmálunum. Landsstýrið virkar fyri stevnuskránni Agenda 2030, og leggur dent á at tað er neyðugt at vit taka tøk í Føroyum og úti í heimi. Sí meira um tey 17 heimsmálini her. Havsins áratíggju gevur okkum ein einastandandi møguleika at byggja brúgv á markamótinum millum vísindi og politikk fyri at betra um umsitingina av havinum og strondum okkara til gagns fyri mannaættina. Havsins áratíggju fer at styrkja altjóða og tvørfakliga samstarvið, sum er neyðugt fyri at menna vísindaliga gransking og nýskapandi tøkni í havvísindum og harvið nøkta tørvir í samfelagnum. Fyri at fáa nýggj hugskot, loysnir og samstørv verður neyðugt, at umboð úr politisku skipanini, granskingarumhvørvi, vinnulívi, miðlum og áhugafelagsskapum taka lut.

Fyri at fáa havið, vit ynskja okkum, eru tíggju høvuðsavbjóðingar eyðmerktar. Hesar síggjast á myndini til omanfyri. Vert er at leggja til merkis, at talan er um stórar samfelagsligar avbjóðingar, sum krevja munandi broytingar í okkara umsiting av samfelag og tilfeingi.

Til ber at senda inn uppskot um átak, t.d. verkætlanir, tiltøk ella stuðul, sum kann vera við til at loysa avbjóðingarnar, ið eru eyðmerktar til Havsins áratíggju. Uppskotið verður gjøgnumgingið av IOC-skrivaraembætinum, og verður tað viðurkent, lýsa tey við tí á heimasíðuni hjá Havsins áratíggju.

Heimsmál 14 snýr seg um at ‘varðveita og á burðardyggan hátt gagnnýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning’. Myndin vísir, hvussu nøkur av undirmálunum til Heimsmál 14 eru grundleggjandi fortreyt fyri at røkka hinum heimsmálunum. Myndin er grundað á greining hjá Claudet et. al. (2020).

Filmurin niðanfyri er eitt dømi um avbjóðing 4, sum snýr seg um at menna ein burðardyggan og rættvísan havbúskap.

Havsins áratíggju skal røkka sjey málum í 2030, sum skulu vera grundarlag undir burðardyggari menning. Í 2030 skulu vit hava:

1.     Eitt reint hav, hvørs dálkingarkeldur eru eyðmerktar og skerdar ella burturbeindar.

2.     Eitt sunt og mótstøðuført hav við vistskipanum, sum vit kenna, verja, endurbyggja og umsita.

3.     Eitt lønandi hav, sum veitir burðardyggar matvørur og er grundarlag undir einum burðardyggum havbúskapi.

4.     Eitt kent hav, sum samfelagið skilir og kann laga seg til so hvørt havumstøðurnar broytast.

5.     Eitt trygt hav, hvørs fólk og lívsgrundarlag eru vard fyri vandum úr havinum.

6.     Eitt atkomiligt hav við fríari og rættvísari atgongd til dátur, vitan, tøkni og nýskapan.

7. Eitt hugvekjandi og dragandi hav, sum samfelagið kennir og virðismetir sum grundarlag fyri góðum lívskorum og burðardyggari menning

Granskingarráðið hevur latið Føroya Landsstýrið tilmæli um føroyska leiklutin í Havsins áratíggju Granskingarráðið hevur tikið stig til frágreiðingina, sum Unn Laksá frá Sjókovanum hevur skrivað eftir umbøn. Umboð fyri stovnar, fyritøkur og feløg hava verið við til innleiðandi samskifti og eru kunnaði ávegis um arbeiði við frágreiðingini. Við støði í frágreiðingini og arbeiðinum í grannalondunum mælir Granskingarráðið til, at:

1.     Landsstýrið tekur undir við hugsjón Havsins áratíggju og almennari føroyskari luttøku

2.     Uttanríkis- og mentamálaráðið setur eina tjóðarnevnd at skipa føroyska arbeiðið við umboðum fyri stjórnarráð, granskingarumhvørvið og aðrar viðkomandi partar

3.     Tjóðarnevndin skipar fyri verkstovum fyri at eyðmerkja viðkomandi granskingarvirksemi og semjast um, hvørji verandi og nýggj átøk kunnu gerast partur av Havsins áratíggju

4.     Avtala verður gjørd um fígging til arbeiðið hjá tjóðarnevndini við tilhoyrandi almennari fyrisiting og til nýggj átøk

5.     Ætlan verður løgd fyri føroyska arbeiðið 2022-2025

 

Í 2021 setti løgmaður Vakstrarforum, sum í hálvtannað ár skuldi arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í føroyska samfelagnum. Vakstarforum hevur raðfest seks økir at arbeiða meira við. Til hvørt øki, sum varð raðfest setti Vakstrarforum ein undirbólk, sum skuldi koma við tilmælum um ítøkilig átøk til Vakstrarforum. Undirbólkarnir vóru Havbólkurin, KST bólkurin, Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbólkurin, Veitaravinnubólkurin, Ferðavinnubólkurin, Grøni bólkurin. Havbólkurin, sum hevði til endamáls at vísa á hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast á burðardyggan hátt og hvørjir karmar vóru fyritreyt fyri burðardyggum vøkstri. Í Havbólkinum sótu Niels Winther, sum var formaður, Jákup Mørkøre, Leif av Reyni, Janet Fríða Johannesen og Unn Laksá. Grundað á tilmælini fra Havbólkinum, hevur Vakstrarforum hevur síðani viðgjørt og sett fram endaligu tilmæli í frágreiðingini ‘Havið og Framtíðin’.

Hinir bólkarnir, serliga Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbólkurin, Veitaravinnubólkurin og Grøni bólkurin eru sera viðkomandi her, men arbeiðið í teimum er ikki liðugt enn.

Í hesum brotunum, taka vit fram nøkur av tilmælunum, sum snúgva seg um fiskivinnu. Til ber at lesa frágreiðingina Havið og Framtíðin her.

Havarbeiðsbólkurin skal vísa á, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst táttur í einum ringbúskapi. Bólkurin skal eisini vísa á nýggj vakstrarøki, sum eru knýtt at havinum og eyðmerkja, hvørjir karmar eru fyritreyt fyri, at vøksturin á einstøku økjunum kann gerast veruleiki. Bólkurin skal gera tilmæli um, hvat kann gerast beinanvegin, og hvat kann gerast sum frá líður (longri sikt) fyri at skapa virðisvøkstur úr havinum.
— Arbeiðssetningurin hjá Havbólkinum
 

Tilmæli um fiskiveiðu

  • Gagnnýtsla á lívfrøðiliga burðardyggum støði

    • Áseta lívfrøðiliga burðardygg veiðitrýst.

    • Fíggjarliga uppraðfesta gransking og datainnsavning um fiskastovnar, havumhvørvi og fiskiskap.

    • Betra um samstarvið millum granskingar­stovnar.

    • Uppraðfesta viðgerð og greining av veiði hagtølum og atgongdina til tær.

  • Framkomnan, effektivan og umhvørvisvinarligan fiskiflota

    • Menna verkætlanir, sum kunnu minka um orkunýtsluna.

    • Savna hagtøl um útlát av veðurlagsgassum fyri hvønn skipabólk og gera tey atkomilig.

    • Bert útluta fiskirættindi til ávíst fiskaslag til skip, sum eru egnað til slíkan fiskiskap.

    • At taka sama tilfeingisgjald frá øllum skipabólkum fyri sama fiskaslag.

    • Skapa umstøður, sum gera tað lættari at tillaga flotan.

    • Eyðmerkja og burturbeina sosial atlit, soleiðis at avmarkandi og avlagandi skipanir verða niðurlagaðar yvir komandi 5 árini. Sosial atlit eiga at verða tikin í aðrari lóggávu.

  • Gagnnýta ótroytt tilfeingi

    • Seta orku av til at kanna nærri, hvussu ótroyttir møguleikar, t.d. reyðæti ella mesopelagiskt tilfeingi, kunnu gagnnýtast.

    • Økja játtanina til Havstovuna til at betra vitanina um hetta tilfeingið.

    • Seta í gongd royndarverkætlanir og royn­darfiskiskap eftir hesum djóra­ og fiska­sløgum.

  • Burtur við forðingum fyri rationaliseringum

    • Endurskoða og tillaga serskattin við endaliga avhending av fiskirættindum, so at hann ikki forðar fyri tillaginum.

    • Loyva at fleiri loyvir vera samanløgd í senn.

  • Tryggja góðskuna

    • Seta størri og ítøkiligari krøv til hagreiðing, fiskanøgd fyri hvønn kassa, temperatur á landaðum fiski o.s.fr.

    • Seta krøv til vitan um matvørugóðsku fyri sjófólk.

  • Alla rávøru til høldar

    • Arbeiða víðari við eini ætlan um, hvussu alt skal fáast til høldar innan fyri eitt ávíst áramál.

    • Menna menningarverkætlanir við tí fyri eyga at fáa meira til høldar.

 Yvirskipaði tilmæli í Havið og Framtíðin

  • Støðufesti og gjøgnumskygni

    • Skipa karmarnar fyri vinnuna soleiðis, at vinnufyritøkur kenna fortreytirnar fyri at vrka vinnuliga og møguligar broytingar veru fráboðaðar í góðari tíð

    • Orða ein vinnugreinapolitikk við visiónum, málum og kørmum fyri bláu vinnugreinarnar.

  • Vitan

    • Innsavna og greina vitan, sum fyritøkur kunnu grunda sínar avgerðir á, og sum eisini kunnu veita eitt íkast til burðardyggan vøkstur. Til dømis veiða, oljunýtsla, neyv útflutningshagtøl v.m.

  • Starvsfólk

    • Nøkta tørvin á útbúnum og ófaklærdum starvsfólki,

    • Tryggja at starvsfólk við røttu førleikunum eru tøk at seta í starv í marinu vinnugreinunum.

  • Marknaðaratgongd

    • Betra um møguleikan at søkja viðurkendar góðkenningar og vistfrøðiligar sertifiseringar fyri føroyskar útflutningsvørur

    • Uppraðfesta arbeiðið við marknaðaratgongd, soleiðis at nýggjar handilsavtalur og veterinerar avtalur kunnu gerast, og soleiðis, at millum annað MSC góðkenning er tøk fyri allar fiskastovnar.

  • Matvørugransking, -menning og -útbúgving

    • Stovnseta ein matvørudepil, sum skal fremja matvørugransking og menning, og sum ger tað  meira sannlíkt at tað kann eydnast at menna eina hátøkniliga framleiðslu úr havtilfeinginum.

    • Skipa fyri hægri matvøruútbúgvingum.

  • Greiðar fyrisitingarligar karmar fyri matvørur

    • Áseta greitt arbeiðsbýti millum aðalráðini, sum hava leiklut á matvøruøkinum, soleiðis at tað ikki er ógreitt, hvørja ábyrgd tey hava í sambandi við burðardygga matvøruframleiðslu úr havinum.

    • Seta serstaka nevnd fyri matvørur úr sjónum, sum kann koma við tilmælum um týdningarmikil matvørupolitisk evni, eitt nú um føðslu, matvørugóðsku, merking og nýggja lóggávu á økinum,

  • Nýskapan og start-up

    • Skipa fyri átøkum, sum stuðla undir kreativitet innan start-up vørur úr havinum. Eitt nú við  klekingardeplum til start-up matvørur og øðrum átøkum, sum økja ferðina frá góðum hugskotum til burðardyggar framleiðslur.

    • Skipa karmar fyri javna rávørutilgongd hjá start-up’arum og virkjum á landi.

Á hvørjum árið leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fram frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar framtíðarætlanir hann hevur.

Innihald í frágreiðingini:

  1. Løgtingslóg um sjófeingi. Hvat er sett í verk. Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðinum fyri 1. februar 2022

  2. Hagtøl um fiskiveiðu

  3. Uppboðssølurættindi, menningarkvoturog kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir

  4. Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi

  5. Vørn. Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit

  6. Havstovan. Støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum

  7. Landsstýrismaðurin. Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja


Í hesi ársfrágreiðingini hjá Sjókovanum verða nøkur punkt úr frágreiðingini borin fram.


1. Nakað av tí, sum bleiv sett í verk

  • Veiðirættindi skulu aftur verða knýtt at ávísum fiskifari, soleiðis at rættindahavarin ikki kann velja, hvat fyri fiskifar hann brúkar síni veiðirættindi til. 

  • Viðvíkjandi botnfiskaveiðu í føroyskum sjógvi fer hon nú undir fiskidagaskipan, og landsstýrismaðurin ásetir fiskidagatal. Hetta skal verða gjørt eftir eini umsitingarætlan og veiðireglu, sum seta meginreglur um burðardygga stovnsrøkt.

  • Í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi skal skiljirist nýtast, sum hevur til endamáls at skilja ungfiskin frá, so bert tann størri fiskurin kemur aftur í trolposan. Samstundis er eisini ein partur av stongdum leiðum norðanfyri latnar upp fyri trolfiskiskapi, um trolið hevur skiljirist.

2. Hagtøl um fiskiveiðu

  • Veiða hjá føroyskum skipum uttan fyri føroyskan sjógv 2021: 193.014 tons

  • Veiða hjá útlendskum skipum í føroyskum sjógvi: 310.568 tons

3. Uppboðssølurættindi, menningarkvoturog kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Tvær lógarbroytingar viðvíkjandi vinnuligum royndum og verkætlanum vóru gjørdar. Sjófeingislógin bleiv broytt soleiðis, at kvota til vinnuligar royndir og verkætlanir eisini fevna um ítøkiligt keyp av fiskifari uttan veiðiloyvi.

Vinnuligar royndir og verkætlanir kunnu býtast í tríggjar bólkar:

1) Verkætlanir, ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av fiskasløgunum (30 umsóknir)
2) Kvotur til ítøkiligt skipakeyp (14 umsóknir)
3) Ískoytiskvotur (7 umsóknir)

Tillutaðu kvoturnar í 2021 vóru hesar:

Verkætlanirnar hava fingið tilsøgn um kvotu í einum 5 ára tíðarskeiði. Fiskiloyvi verður tó bert latið upp til eitt ár í senn og kann bert endurnýggjast, um treytirnar í tilsøgnini eru hildnar.

4. Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi

  • Føroyar gjørdu avtalur um at fáa rættindi at veiða kvotur hjá Íslandi, Grønlandi, Noregi og Russlandi í býti við kvotur í føroyskum sjógvi

  • Føroyar og ES gjørdu samráðingar við Føroyar og ES um fiskiveiðuavtalu fyri 2021, men tær bóru ikki á mál

 

5. Vørn - Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit

  • Vørn tørvar bøttar umstøður til fyrisiting og eftirlit

  • Krøvini til fiskiveiðieftirlit er økt og tað hevur við sær, at fleiri starvsfólk eiga at verða sett til hetta

  • Føroyar hava bundið seg til, at hava eftirlit við 5% av landingum og 7,5% av nøgdini, sum verður landað av uppsjóvarfiski. Talið av eftirlitsfólki má tí økjast, um vit skulu halda ásetingarnar, ið vit hava bundið okkum til. Í núverandi løtu eru 4 fólk í fulltíðarstarvi til hetta umframt at manningar umborð á Brimli og Tjaldrinum eisini mugu gera kanningar á landi, hóast teirra uppgáva einans eigur at vera eftirlit á sjónum. Undir verandi kørmum megnar Vørn ikki at halda ásetingarnar um eftirlit.

  • Viðvíkjandi eftirliti til sjós, so er virksemið avmarkað. Orsøkin er, at Tjaldrið einans er mannað helvtina av árinum. Tjaldrið er eitt eldri skip, og tað slept ikki undan tekniskum avbjóðingum. Tað hevur við sær, at trupult er at fáa fatur á eykalutum og at skipið tí liggur meira enn ætlað. Vørn er av teirri fatan, at nýtt skip átti at verið útvegað ístaðin.

6. Havstovan - Støðulýsing av fiskastovnum

  • Gróðurin á føroyska landgrunninum var vánaligur.

  • Gýtingarstovnurin av toski á landgrunninum var minni enn lágmarkið, sum er ásett í umsitingarætlanini.

  • Gýtingarstovnurin av hýsu undir Føroyum var meira enn lágmarkið, sum er ásett í umsitingarætlanini.

  • Gýtingarstovnurin av upsa var mettur at vera omanfyri lágmarkið í umsitingarætlanini.

  • Havstovan hevur mælt til varisligan vinnuligan fiskiskap á Føroyabanka í 2022, har línufør kunnu royna í 200 fiskidagar tilsamans.

  • ICES hevur latið tilmæli um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2022. Mest loyvda veiðan lækkar fyri allar tríggjar stovnarnar (makrel, svartkjaft og norðhavssild) av uppsjóvarfiski.

  • Fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild hevur seinastu árini ligið um 20-25% oman fyri vísindaligu ráðgevingina vegna ósemju. Í ár kann makrel fiskiskapurin væntast at fara 40% upp um tilmæltu veiðuna, um øll londini fiska alt, tey hava fráboðað.

7. Landsstýrismaðurin - Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja

  • Málið við sjófeingislógini er ein fiskivinnuskipan, ið elvir til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygd, og sum hevur mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.

  • Ynski er um at gagnýta stóru nøgdirnar av reyðæti sum streyma ígjøgnum Bankarennuna. Havstovan hevur gjørt kanningar, og grundarlag er fyri royndarfiskiskapi eftir reyðæti. Gjøgnum skipanina við Fiskivinnuroyndum hevur Fiskimálaráðið játtað stuðul til vinnuligar royndir og gransking eftir reyðæti. Fimm tilsagnir um royndarloyvi til fiskiskap eftir reyðæti í Bankarennuni eru givnar, men enn er gongd ikki komin á. 

  • Landsstýrismaðurin ætlar at viðgera tilmælini í frágreiðingini frá Vakstrarforum, og fáa mett um, hvussu málini best kunnu verða rokkin. Eitt langtíðarmál er, at útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi skal vaksa úr 7,7 upp í 11 milliardir krónur áðrenn 2030. 


    Les alla frágreiðingina her

Keldur og tilvísingar

Myndir

  • Útflutningur av fiskavørum: James Currie Photography 

  • Hvussu verður fiskurin virkaður?: Varðin Pelagic 

  • Løntakarar í fiskivinnuni: Vaðhorn  

  • COPS: Reyðæti - Michael Bok - Flickr.com 

  • FjordProcess: James Currie Photography 

  • Blue Ocean: Fredrik Solli Wandem - Unsplash 

  • TOPLINK: Bóghvítuhvalir: NOAA - Unsplash 

  • Finnur Fríði: Varðin.fo  

  • Oljudálking: John Rourke - Unsplash.com 

  • Sameindu Tjóða Havsins áratíggju fyri burðadyggari menning 2021-2030: James Currie Photography 

Keldur

Claudet et al, (2020). A Roadmap for Using the UN Decade of Ocean Science for Sustainable Development in Support of Science, Policy, and Action. One Earth, Volume 2, Issue 1, Pages 34-42. https://doi.org/10.1016/j.oneear.2019.10.01

Eliasen, S., Homrum, E., Jacobsen, J., Kristiansen, I., Óskarsson, G., Salthaug, A. and Stenevik, E., (2021). Spatial Distribution of Different Age Groups of Herring in Norwegian Sea, May 1996–2020. Frontiers in Marine Science, 8. https://doi.org/10.3389/fmars.2021.778725

Fiskimálaráðið. 2021. Frágreiðing um løgtingslóg um sjófeingi. Leinkja: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10047

Fiskimálaráðið. 2022. Fiskiveiðiavtalur. Leinkja: https://www.fisk.fo/fo/kunning/fiskiveidiavtalur/ 

Føroya Landsstýri (2018). Heimsmálini fyri burðardyggari menning. Leinkja: https://www.lms.fo/fo/arbeidsoki/stjornarsamskipan/onnur-samskipan/heimsmalini-2030/

Hagstova Føroya. Leinkja: http://www.hagstova.fo

Hátún, H., Larsen, K.M.H., Eliasen, S.K., Mathis, M. (2021). Major Nutrient Fronts in the Northeastern Atlantic: From the Subpolar Gyre to Adjacent Shelves. In: The Handbook of Environmental Chemistry. Springer, Berlin, Heidelberg. https://doi.org/10.1007/698_2021_794 

Havstovan 2021: Tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í 2022. Leinkja: http://tilfar.lms.fo/logir/alit/2022.12%20Tilmæli%20um%20fiskiskap%20eftir%20toski,%20hýsu%20og%20upsa%20%C3%AD%202022.pdf

ICES. 2020. EU, Norway, and the Faroe Islands request for advice on the long-term management strategies for Northeast Atlantic mackerel (full feedback approach). In Report of the ICES Advisory Committee, 2020. ICES Advice 2020, sr.2020.07. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7446

ICES.2020. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.1 (Faroe Plateau). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.5933 

ICES.2020.: Haddock (Melanogrammus aeglefinus) in Division 5.b (Faroes grounds) . In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.5934

ICES.2020.: Saithe (Pollachius virens) in Division 5.b (Faroes grounds). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.5932

ICES. 2021. Blue whiting (Micromesistiuspoutassou) in subareas 1–9, 12, and 14 (Northeast Atlantic and adjacent waters). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7883

ICES. 2021. Herring (Clupea harengus) in subareas 1, 2, and 5, and in divisions 4.a and 14.a, Norwegian spring-spawning herring (Northeast Atlantic and Arctic Ocean). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7765 

ICES. 2021. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.1 (Faroe Plateau). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7748

ICES. 2021. Haddock (Melanogrammus aeglefinus) in Division 5.b (Faroes grounds). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7761

ICES. 2021. Mackerel (Scomber scombrus) in subareas 1–8 and 14, and in Division 9.a (Northeast Atlantic and adjacent waters). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7789 

ICES. 2021. Saithe (Pollachius virens) in Division 5.b (Faroes grounds). In report of ICES Advice on fishing opportunities, catch, and effort. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7829

Jacobsen, S., Gaard, E. and Hátún, H., (2022). Declining Pre-bloom Calanus finmarchicus Egg Production Adjacent to Two Major Overwintering Regions in the Northeastern Atlantic. Frontiers in Marine Science, 9. https://doi.org/10.3389/fmars.2022.822978

Kristiansen, I., Hátún, H., Jacobsen, J., Eliasen, S., Petursdottir, H. and Gaard, E., (2022). Spatial Variability of the Feeding Conditions for the Norwegian Spring Spawning Herring in May. Frontiers in Marine Science, 9. https://doi.org/10.3389/fmars.2022.823006

Løgmansskrivstovan. 2022. Føroyar seta í verk tiltøk móti Russlandi. Leinkja: https://www.lms.fo/fo/kunning/tidindi/foroyar-seta-i-verk-tiltok-moti-russlandi/

Nasdaq (2022) Nasdaq Crude Oil (CL: NMX). Leinkja: https://en.seafood.no/news-and-media/news-archive/robust-growth-for-norwegian-seafood-exports-in-february/

Ocean Decade. 2022. Explore The Ocean Decade Actions. Leinkja: https://www.oceandecade.org/decade-actions/

Reuters. 2022. EU nations considering banning Russian ships from ports - officials. https://www.reuters.com/world/eu-nations-considering-banning-russian-ships-ports-officials-2022-03-01/  

Umhvørvisstovan 2021. Frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassi, 1990-2019. https://www.us.fo/Default.aspx?ID=14051

Umhvørvisstovan. 2022. Vakstrarhúsgass. Leinkja: https://www.us.fo/Default.aspx?ID=14051 

UN News. 2022. Ukraine: Civilian death toll demands full investigation and accountability, Security Council told. https://news.un.org/en/story/2022/03/1114182  

UNHCR. 2022. Ukraine emergency. https://www.unhcr.org/ukraine-emergency.html  

Unn Laksá. (2022). Sameindu Tjóða Havsins áratíggju fyri burðardygga menning (2021 – 2030): Tilmæli um føroyska leiklutin í Havsins áratíggju. Zenodo. https://doi.org/10.5281/zenodo.6340055 

Vakstrarforum. (2021). Havið og framtíðin: Tilmæli um burðardyggan virðisvøkstur úr havinum. Tórshavn: Løgmansskrivstovan. Leinkja: https://lms.cdn.fo/media/16015/havið-og-framt%C3%ADðin.pdf?s=uKUOI3_NsvpkXc93mc9r-jdNQ6U

Vørn - http://www.vorn.fo  

Winther, U., Skontorp Hognes, E., Jafarzadeh, S. and Ziegler, F., (2020.) Greenhouse gas emissions of Norwegian seafood products in 2017. Trondheim: SINTEF Ocean AS. Report: https://www.sintef.no/contentassets/25338e561f1a4270a59ce25bcbc926a2/report-carbon-footprint-norwegian-seafood-products-2017_final_040620.pdf/

Ziegler, F., Jafarzadeh, S., Skontorp Hognes, E. and Winther, U., (2021). Greenhouse gas emissions of Norwegian seafoods: From comprehensive to simplified assessment. Journal of Industrial Ecology. https://doi.org/10.1111/jiec.13150

Sjókovin takkar øllum, sum hava givið sítt íkast til frágreiðingina