Starvsfólk í Sjókovanum
-
Unn Laksá
Stjóri, PhD í Stjórnmálafrøði
Unn Laksá tók stig til at seta Sjókovan á stovn í 2020. Hon hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Unn hevur drúgvar royndir við í altjóða granskingarverkætlanum innan “bláa” lívfeingisbúskapin. Umframt arbeiði sum stjóri, er hon í løtuni leiðari fyri SmartFisk verkætlanina, umframt arbeiðspakkaleiðari í SeaMark verkætlanini.
Teldupostur: unn@sjokovin.fo
Telefon: +298 558500
-
Juliana Arias Hansen
Granskari, MA í Altjóða búskapi og menning
Juliana hevur eina MA í altjóða búskapi og menning frá University of Applied Sciences í Berlin - HTW. Hon er stinn í marknaðarkanningum og fíggjar- og búskaparligargreiningum. Juliana hevur drúgvar royndir í granskingarverkætlanum , sum viðvíkja fiski- og alivinnu, so sum ClimeFish, FarFish og Aquavitae. Í løtuni er hon arbeiðspakkaleiðari í BioProtect verkætlanini.
Teldupostur: juliana@sjokovin.fo
Telefon: +298 558501
-
Magni Laksáfoss
Búskapargreinari, PhD í Búskaparfrøði
Magni hevur PhD í Búskaparfrøði frá Roskilde Universitet. Ritgerðin var um føroyska búskapin. Magni hevur drúgvar royndir við Evropeiskum, norðurlendskum og føroyskum granskingarverkætlanum, sum t.d. EU FP7 verkætlanini MareFrame, og H2020 verkætlanini ClimeFish. Í løtuni arbeiðir hann sum greinari í SmartFisk og SeaMark verkætlanini.
Teldupostur: magni@sjokovin.fo
Telefon: +298 212594
-
Mirjam Carlsdóttir Olsen
Granskari, MSc í Altjóða menning og samfelagsvísindum
Mirjam hevur eina útbúgving í altjóða menning frá University of Edinburgh og eina MA í samfelagsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur starvast sum verkætlanarfólk í Uganda, og sum granskingarhjálp á Fróðskaparsetur Føroya, áðrenn hon kom í starv sum granskari hjá Sjókovanum. Mirjam arbeiðir í løtuni við Marine SABRES verkætlanini.
Teldupostur: mirjam@sjokovin.fo
Telefon: +298 558502
-
Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting
Granskari, MSc í Lívfrøði
Sigurgunn hevur lokið útbúgving sum B.sc í mýlalívvísindi frá Fróðskaparsetrið Føroya í 2020. Sigurgunn hevur seinastu 4 árini eisini starvast á lívfiskastøðini hjá Bakkafrosti. Síðan januar 2021 hevur hon starvast hjá Sjókovanum samstundis sum hon er í holt við M.sc í Lívfrøði á lærda háskúlanum í Aalborg.
Teldupostur: sigurgunn@sjokovin.fo
Telefon: +298 278646
-
Sveinn Agnarsson
Atknýttur búskaparfrøðingur
Sveinn Agnarsson er professari í búskapi frá Háskóla Íslands. Eftir at Sveinn gjørdi seg lidnan við sína PhD, hevur hann arbeitt sum leiðari á Institute of Economic Studies á Háskóla Íslands. Síðan 2012 hevur hann verið limur í School of Business á Háskóla Íslands. Sveinn hevur serliga góðar førleikar innan mikro-búskap og econometri. Hansara gransking hevur í høvuðsheitum snúð seg um ymisk viðurskifti viðvíkjandi umsiting av fiskivinnu. Sveinn er arbeiðspakkaleiðari í granskingarverkætlanini NextGenProteins.
Teldupostur: Sveinn@sjokovin.fo
Telefon: +354 525 4588
-
Sophie Koch
Granskari
Sophie er havgranskari við serfrøði í taraaling. Hon hevur serliga fingist við samspæli millum lívfrøði- og samfelgsvísindi. Hon hevur drúgvar royndir at arbeiða við umhvørvissemingum, og hevur í nógv ár arbeitt við grønum verkætlanum í Afrika (serliga Kamerun og Madagaskar). Endamálið hevur verið at minka um avbjóðingar millum ástøðiligar, burðardyggar loysnir til umhvørvi og veruligu umstøðurnar í samfeløgunum, ið skulu implementera loysnirnar. Síðani hevur hon arbeitt innan havfrøði og havgransking. Í Sjókovanum arbeiðir hon við vistskipanar tænastum í samband við menning av taraalivinnu. Hon eru serliga virkin í SeaMark verkætlanini. Afturat hesi gransking, er Sophie eisini í gongd við eina phd.
Teldupostur: sophie@sjokovin.fo
-
Árni Neshamar
Atknýttur dátagreinari, MSc í Støddfrøði-Búskapi
Árni Neshamar hevur eina masterútbúgving í støddfrøði-búskapi frá Aalborg Universitet. Hann hevur sterkar forritanarførleikar í R, RCPP, Python, MATLAB og fleiri øðrum. Hann hevur royndir at skilja og nýta støddfrøðiligar og tøkniligar loysnir til fløktar avbjóðingar, serliga innan tøkni og fíggjarmarknaðinum. Í løtuni arbeiðir Árni sum dátagreinari í SmartFisk verkætlanini.
Teldupostur: arni@sjokovin.fo
-
Er hettar tú?
Kundi tú hugsa tær at starvast hjá Sjókovanum?
Send okkum eina umsókn á Sjokovin@sjokovin.fo.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til okkara á telefon 558500.