Okkara javnstøðuætlan
Javnstøðuætlanin hjá Sjókovanum leggur fram høvuðstættir, mál, og átøk til frama fyri javnstøðu, herundir javna luttøku av kvinnum og monnum í mun til arbeiðslívið í Sjókovanum, átøk ímóti vansum vegna kyn, javnbjóðis treytir í mun til starvsmøguleikar, og átøk fyri at skapa samljóð millum familju- og arbeiðslív hjá starvsfólkunum í Sjókovnum.
Javnstøðuætlanin lýsir eisini okkara tilgongd til dátainnsavning, ið skal vera við til at styrkja áhaldandi arbeiðið hjá Sjókovanum at skapa javnstøðu og margfeldi á okkara stovni.
Hendan fyrsta javnstøðuætlanin hjá Sjókovanum er galdandi fyri tíðarskeiðið 2025-2029.