Tíðindi
Sjókovin á odda fyri altjóða verkætlan um veðurlagsbroytingar
Á ráðstevnu okkara um fiski- og alivinnuna, sum var 28. mars kunngjørdu vit, at komandi árini koma fleiri milliónir í granskingarpengum til Føroya úr evropeiska granskingarstovninum, Horizon Europe. Sjókovin og føroyskir samstarvsfelagar hava fingið játtað tilsamans góðar 18 milliónir krónur til granskingarverkætlanir frá Horizon Europe.
Væleydnað ráðstevna um fiski- og alivinnuna
Fríggjadagin 28. mars høvdu vit ráðstevnu í sambandi við okkara 5 ára stovningardag. Ársfrágreiðing Sjókovans um støðuna í fiskivinnuni 2024 varð løgd fram, og nógvar spennandi framløgur vóru á skránni frá samstarvsfeløgum okkara frá Matís, Nofima, UiT, og Iceland Ocean Cluster umframt starvsfólkum í Sjókovanum, sum greiddu frá virknum verkætlanum. Eisini varð ársfrágreiðing Sjókovans 2024 løgd fram.
Sjókovin 5 ár
Fimm ár eru liðin, síðan Sjókovin varð stovnaður við tí fyri eyga at stimbra burðadygga menning og nýskapan í sjófeingisvinnunum. Vit hátíðarhalda dagin við spennandi ráðstevnu í Varpinum í Klaksvík fríggjadagin 28. mars, har vit viðgera møguleikar og avbjóðingar í fiski- og alivinnuni.
Luttøka á ráðstevnu um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni
Tann 19. november var ein spennandi ráðstevna um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni í sambandi við norðurlendsku netverksverkætlanina – Energy transition in Nordic Fisheries. Ráðstevnan var hildin í Gøteborg og fyriskipað av svenska granskingarstovninum, RISE.
Vitan til varandi aling
Starvsfólk hjá Sjókovanum luttóku á ráðstevnuni, Vitan til varandi aling, sum var fyriskipað av Firum. Ein sera spennandi og áhugaverd vísindalig ráðstevna, har ið nógv tey nýggjastu viðkomandi granskingarúrslitini úr føroyska granskingarumhvørvinum vórðu løgd fram.
Væleydnað OCF tiltak um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar
Mikudagin í undanfarnu viku var aftur eitt væleydnað tiltak hjá Ocean Cluster Faroes um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar. Eini 50 fólk vóru møtt at hoyra framløgurnar, ið viðgjørdu støðuna hjá línufiskiskapi frá búskaparligum, lívfrøðiligum, og politiskum sjónarmiðum.
Ráðstevna í Göteborg um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni
Tann 19. Novembur verður ein ráðstevna í Göteborg um hvussu vit kveikja tað grøna orkuskiftið í fiskivinnuni, soleiðis at vit røkka málunum um null útlát í 2050. Grøna orkuskiftið í evropeisku fiskivinnuni far vaksandi uppmerksemi í gransking og átøkum. Norðurlond hava góðar umstøður at taka ein leiðandi leiklut og stuðla undir orkuskiftinum í øllum Evropa.
Byrjanarfundur í BioProtect
BioProtect verkætlanin, ið leggur seg eftir at verja og endurnýggja livmargfeldi í Arktis og Atlantshavi, varð skotin í gongd á fundi í Keypmannahavn 11. og 12. mai. BioProtect verkætlanin hevur til endamáls, at samskapa og menna nýhugsandi loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi.
Sjókovin fingið fígging til ES verkætlan um at verja og endurnýggja lívmargfeldi í Arktis og Atlantshavi
Verkætlanin, sum tekur 4 ár, hevur fingið játtað 60 milliónir krónur frá Horizon Europe, harav fíggingin til Sjókovan er slakar 3 milliónir krónur. Hetta ES-verkætlanarsamstarvið er millum Sjókovan og 17 aðrar granskingarstovnar úr 8 Evropeiskum londum. Tað er Matís úr Íslandi, ið samskipar verkætlanina.
Verkstova við áhugapartum í samband við ES verkætlan
Starvsfólk frá Sjókovanum luttóku í farnu viku á eini verkstovu saman við áhugapartum í samband við ES verkætlanina, MarineSabres. Verkstovan var hildin í Zandvoort, Hollandi, har áhugapartar úr…
Áhugavert OCF tiltak um aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum
Á tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes 6. december varð aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum (m.a. tara og skeljadjórum) umrøtt við støði í niðurstøðum frá AquaVitae granskingarverkætlanini, ið fleiri føroyskar fyritøkur og granskingarstovnar hava luttikið í.
Sjókovin hevði tvær framløgur á ráðstevnu um vitan til varandi aling
Fleiri áhugaverdar og viðkomandi framløgur vóru á skránni. Harímillum Unn legði fram um avleiðingar av veðurlagsbroytingum fyri alivinnuna og Magni legði fram um búskaparligu avleiðingar av lús í alivinnuni...
Ráðstevna: Umhvørvisávirkanin og grøna orkuskiftið í fiskiskapi
Ráðstevnan var partur av norðurlendskari verkætlan, ið ynskir at lætta um samstarvið millum áhugapartar, at arbeiða saman uum at minka um umhvørvisávirkanina og CO2 útlátið í fiskivinnuni. ..
Spennandi ráðstevna um grøna skiftið í fiskivinnuni
Tann 13 septembur 2023 verður ein ráðstevna í Hørpuni í Reykjavík um grøna skiftið í norðurlendskum fiskiskapi. Ráðstevnan ber heitið ´´Environmental impacts and energy transitions in the Nordic seafood sector´´…
Byrjanarfundur í SmartFisk
SmartFisk verkætlanin, ið leggur seg eftir at minka um oljunýtsluna í fiskiskapinum, varð skotin í gongd á fundi mikudagin 24. mai.
Umfevnandi Smart-Fisk verkætlanin fer at nágreina oljunýtsluna hjá fiskiførunum, og hvat kann gerast fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiskapinum.
Nýggj verkætlan: Samskapan av umhvørvisvinarligari fiskiskapi farin í gongd
Í december mánaði 2022 sendi Sjókovin saman við øðrum umsóknina: Smart-Fisk: Samskapan av umhvørvisvinarligari fiskiskapi inn til Fiskivinnugransking. Umsóknin er nú gingin á møti, og hettar merkir, at arbeiðið nú kann byrja. Høvuðsendamálið við verkætlanini er, at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri, at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum
Sjókovin hevur luttikið í tvørfakliga arbeiðnum at gera eina ICES-frágreiðing um alivinnuna í Føroyum
Aquaculture Overview røðin hjá ICES lýsir alivinnu í ymiskum økjum. Hvørt overview er ein heildarmynd av alivinnuni í einum øki. Sum ein liður í hesi røð varð í mai 2022 ein tvørfakligur arbeiðsbólkur við serfrøðingum settur at gera eina heildarmynd av føroysku alivinnuni.
Sjókovin luttekur í stórari verkætlan um náttúrufyrisiting í stranda- og havøkjum, sum júst hevur fingið játtan frá Horizon Europe
Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum 22 granskingarstovnar og fyritøkur úr 11 evropeiskum londum. Verkætlanin tekur 4 ár.
Vakstrarforum - Sjókovin hevur verið við í tveimum av arbeiðsbólkunum
Løgmaður setti í februar 2021 Vakstrarforum, sum í hálvt annað ár skuldi arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í Føroyska samfelagnum. Endamálið er at birta upp undir burðardygga virðisøking í breiðari merking í føroyska samfelagnum, sum kann betra um og styrkja vælferðina í Føroyum langt inn í framtíðina.
Sjókovin hevur eftir umbøn skrivað frágreiðingina um ‘‘Havsins áratíggju’’
Unn Laksá frá Sjókovanum hevur eftir umbøn frá Granskingarráðnum skrivað frágreiðingina um Sameindu Tjóða Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning (2021-2030).