Sjókovin fingið fígging til ES verkætlan um at verja og endurnýggja lívmargfeldi í Arktis og Atlantshavi

Verkætlanin, sum tekur 4 ár, hevur fingið játtað 60 milliónir krónur frá Horizon Europe, harav  fíggingin til Sjókovan er slakar 3 milliónir krónur. Hetta ES-verkætlanarsamstarvið er millum Sjókovan og  17 aðrar granskingarstovnar úr 8 Evropeiskum londum. Tað er Matís úr Íslandi, ið samskipar verkætlanina.

Verkætlanin ber heitið BioProtect og hevur til endamáls, at samskapa og menna nýhugsandi, vistfrøðisgrundaðar loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi. Serligur dentur er lagdur á, at menna loysnir til økisgrundaða umsiting av havinum og avgerðartilgongdum, ið har til hoyra. Hetta hevur millum annað við sær, at menna mannagongdir og tøkni, ið kunnu betra um samstarvið millum borgarar, fyritøkur og myndugleikar, tá avgerðir skulu takast, og at koma við tilmælum um, hvussu vit betri kunnu umsita havtilfeingi okkara. Arbeitt verður við at menna og implementera loysnir saman við viðkomandi áhugapartum í fimm ymiskum økjum: Noregi, Íslandi, Írlandi, Azorunum, og Portugal. Verkætlanin fer eisini at fremja og styrkja vitanina um, hvussu veðurlagsbroytingar og menniskjaligt virksemi á sjónum, ávirka lívmargfeldi.

Sjókovin hevur ábyrgdina av teimum samfelags- og búskaparligu greiningunum í verkætlanini og fer við hesum m.a. at meta um ávirkanina av ymiskum átøkum og tøkni, umframt at meta um virði á vistskipanartænastum, har tað er viðkomandi.

Verkætlanin fer í gongd beinanvegin, og næstu dagarnar hittast verkætlanarluttakararnir til byrjanarfund í Keypmannahavn fyri at leggja arbeiðið til rættis.

Previous
Previous

Byrjanarfundur í BioProtect

Next
Next

Verkstova við áhugapartum í samband við ES verkætlan