Byrjanarfundur í BioProtect

BioProtect verkætlanin, ið leggur seg eftir at verja og endurnýggja livmargfeldi í Arktis og Atlantshavi, varð skotin í gongd á fundi í Keypmannahavn 11. og 12. mai.

BioProtect verkætlanin hevur til endamáls, at samskapa og menna nýhugsandi loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi. Serligur dentur er lagdur á, at menna loysnir til økisgrundaða umsiting av havinum og avgerðartilgongdum, ið har til hoyra. Hetta hevur millum annað við sær, at menna mannagongdir og tøkni, ið kunnu betra um samstarvið millum borgarar, fyritøkur og myndugleikar, tá avgerðir skulu takast, og at koma við tilmælum um, hvussu vit betri kunnu umsita havtilfeingi okkara.

Á fundinum møttu 18 samstarvspartnarar, úr 8 evropeiskum londum, við tí endamáli at leggja til rættis arbeiðið tey komandi fýra árini. Harumframt vóru umboð fyri ES og tveir uttanhýsis ráðgevar frá Kanada og Íslandi. Luttakandi høvdu framløgur um teirra leiklut og virksemi í verkætlanini og hvat tey fara í gongd við tað komandi árið.

Matís, ið er samskipari av verkætlanini, opnaði fundin og legði fram um yvirskipaðu endamálini av verkætlanini, arbeiðspakkarnar, og granskingarøkini, har verkætlanin fer fram – hesi eru Noreg, Írland, Ísland, Portugal, og portugisku oyggjarnar Azorurnar. Hareftir, løgdu umboð frá øllum arbeiðspakkum og granskingarøkjum fram um teirra íkast til verkætlanina.

Juliana Arias frá Sjókovanum legði fram um tað arbeiðið, ið Sjókovin hevur ábyrgd av. Sjókovin skal gera samfelags- og búskaparligu greiningarnar í verkætlanini og fer við hesum m.a. at meta um ávirkanina av ymiskum átøkum og tøkni, umframt at meta um virðið á vistskipanartænastum, har tað er viðkomandi. Hetta, saman við øðrum úrslitum, skal vera íkast til tilmæli um hvussu vit, á besta hátt, kunnu umsita havtilfeingið okkara.

Vit gleða okkum til spennandi arbeiði og góða samstarvið fyri framman!

Next
Next

Sjókovin fingið fígging til ES verkætlan um at verja og endurnýggja lívmargfeldi í Arktis og Atlantshavi