Luttøka á ráðstevnu um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni
Tann 19. november var ein spennandi ráðstevna um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni í sambandi við norðurlendsku netverksverkætlanina – Energy transition in Nordic Fisheries. Ráðstevnan var hildin í Gøteborg og fyriskipað av svenska granskingarstovninum, RISE.
Endamálið við ráðstevnuni var at økja um vitanina um oljunýtslu í Norðurlendsku fiskivinnuni. Fleiri framløgur vóru á skrá, ið viðgjørdu núverandi støðuna í fiskivinnuni við atlit til oljunýtslu, dáta, og vitanarhol, og hvat skal til, fyri at minka um oljunýtsluna og betra um vitanina.
Unn Laksá, stjóri á Sjókovanum, legði fram fyribils úrslit frá verkætlanini SmartFisk, sum er eitt samstarv millum Sjókovan og føroysk reiðaríir, við endamálinum at minka um oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum. Unn greiddi frá yvirskipaðum tølum um oljunýtsluna í ymiskum skipabólkum, og eisini um hvussu oljunýtslan hjá einstøkum skipum kann evaluerast við støði í automatiskum loggingum, sum verða gjørdar umborð á fiskiskipum. Sostatt ber til at fáa eina greiða fatan hvussu ymisk viðurskifti ávirka oljunýtsluna.
Eisini greiddi Meinhard Eliasen frá orkudeildini á Umhvørvisstovuni um hvussu Føroyar arbeiða við hagtalsinnsavnan og hvussu hetta verður latið inn í til IPCC. Eisini tosaði hann um yvirskipaðu gongdina í oljunýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum, og um hvørjar avbjóðingar og møguleikar eru at betra hetta arbeiðið.
Dagin eftir ráðstevnuna var ein verkstova, har ið arbeitt var at skapa møguleikar fyri langtíðar samstarvið, soleiðis at norðurlond varveita ein leiðandi leiklut í burðardyggari fiskivinnu í øllum Evropa.
Millum luttakararnar vóru starvsfólk í fiskivinnuni, fiskivinnutøkniveitarum, granskingarstovnum umframt fiskiveiðuumsiting úr norðurlondum.