Vitan til varandi aling

Starvsfólk hjá Sjókovanum luttóku á ráðstevnuni, Vitan til varandi aling, sum var fyriskipað av Firum. Ein sera spennandi og áhugaverd vísindalig ráðstevna, har ið nógv tey nýggjastu viðkomandi granskingarúrslitini úr føroyska granskingarumhvørvinum vórðu løgd fram.

Á ráðstevnuni hevði Unn Laksá, stjóri á Sjokovanum, eina framløgu um arbeiðið at meta um og virðismeta vistskipanartænastur av taraaling, ið er gjørt í sambandi við ES verkætlanirnar SeaMark og Aquavitae. Hon tosaði um taraaling sum eina náttúrugrundað loysn, ið kann vera við til at loysa nakrar av teimum umhvørvisavbjóðingum vit síggja í dag, bæði í mun burðardygga umsiting og endurbygging av vistskipanum, og atgongd til burðardyggar rávørur. 

Taraaling í Føroyum er CO2 neutral, og tari upptekur føðsluevni sum kemur frá land- og havbúnaði, eins og taraskógir eru búøki og skjól hjá nógvum djórasløgum, og kunnu tí vera við til at verja lívmargfeldi. Høvuðsniðurstøðan av framløguni var, at tari kann koma ístaðin fyri aðrar vørur við hægri CO2 útlatið og øðrum negativum umhvørvisávirkanum, og eisini skal ein vaksandi taraaling síggjast sum ein møguleiki at gagnnýta firðirnar betri saman við aðrari aling, og sostatt at fáa eina meira fjølbroytta alivinnu.

Previous
Previous

Luttøka á ráðstevnu um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni

Next
Next

Væleydnað OCF tiltak um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar