Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2022

Fororð

Eitt av aðalendamálunum hjá Sjókovanum er at økja kunnleikan um føroysku fiskivinnuna. 

Í ársfrágreiðingum Sjókovans um fiskivinnuna savna vit upplýsingar og vitan um avreiðingar, útflutning, arbeiðsmarknað, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði. Ætlanin er at lýsa hesar tættir á hvørjum ári, og á hendan hátt vera viðvirkandi til at gera søguligt tilfar, sum kann nýtast í framtíðini.

Umframt hesar tættir viðgera vit á hvørjum ári serstøk aktuell evni. Sjókovin hevur frá byrjan av ynskt at fingið størri fokus á hvussu umhvørvisliga ávirkanin av fiskivinnuni kann minkast. Tíverri finnast eingi almenn útgreinaði tøl fyri oljunýtsluna hjá skipabólkunum. Aftur í ár leggja vit stóran dent á at greina oljunýtsluna í fiskiflotanum. Umframt at dagføra greiningarnar av oljunýtsluni út á skipabólkar, verður í ár eisini hugt eftir uppsjóvarfiskskapinum, við serligum fokus á fiskaslag og fiskileið. Allar hesar greiningarnar eru bert møguligar við tølum og góðum samstarvi við reiðaríir, og tí fegnast Sjókovin um at samstarv er fingið við enn fleiri skip í ár. Ætlanin er framhaldandi at byggja uppá hesar greiningar, soleiðis at vit við tíðini fáa eina meira fullfíggjaða mynd av, hvussu støðan er viðvíkjandi oljunýtslu í fiskiflotanum, og hvussu tølini kunnu býtast út á ymiskan reiðskap og fiskasløg.

Frágreiðingin í ár vísir eisini til viðkomandi frágreiðingar og tilmælir, sum eru útkomin í seinasta árinum. Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilfar og tilmælir frá Havstovuni og ICES.

Við hesari ársfrágreiðingini hava vit ment eitt samvirkið amboð, sum ger tað møguligt at fáa atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Vit vóna, at frágreiðingin verður eitt gott íkast til eitt upplýst kjak og greiningar av fiskivinnuni frameftir.

Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting, Magni Laksáfoss og Unn Laksá Mars 2023

Avreiðingar

Í hesum partinum hyggja vit at avreiðingum hjá føroyskum fiskiførum bæði søguliga og fyri 2022. 

Myndin niðanfyri vísir heildarveiðuna, sum er avreidd, býtt á sjóøkir. Avreiðingarnar eru vístar í tonsum og eru fyri árini 2000 til 2022. Við at halda músina yvir økini sæst avreiðingin fyri ávísa sjóøkið fyri ávísu tíðarskeiðini. Eisini ber til bert at síggja heildarveiðuna fyri eitt ella fleiri økir. Hetta verður gjørt við trýsta á tey økir, ið tú ikki ynskir at síggja heildarveiðuna fyri, soleiðis at tey verða sløkt. 

Yvirlit yvir føroysku heildarveiðuna

Heildarveiðan hevur sveiggjað seinastu 20 árini, men er tó vaksin munandi. Frá 2000 til 2003 bleiv heildarveiðan økt frá umleið 350 túsund tonsum til 550 túsund tons og lá so rímiliga støðug fram til 2007. Eftir 2007 var ein minking, og heildarveiðan lá tá um 300 túsund tons fram til 2012. Frá 2012 og fram til 2020 varð heildarveiðan økt munandi, og hevur hon ongantíð verið so stór sum í 2017, tá umleið 670 túsund tons vórðu avreidd. Eitt týðiligt fall er frá 2020 til 2021, tá góð 500 túsund tons vóru avreidd. Frá 2021 til 2022 vóru umleið 570 túsund tons avreidd, og sosatt varð heildarveiðan økt við 15%.

Størsti parturin av fiskiveiðuni hevur øll árini verið í føroyskum sjóøki, og ein minni partur av veiðuni er komin úr íslendskum, norskum og ES-sjóøki. Nakað av veiðuni er eisini komin úr øðrum økjum, hóast nøgdirnar ikki hava verið so stórar. Millum annað kann veiðan í NEAFC-sjóøkinum nevnast. Hon er blivin ein størri partur av heildarveiðuni frá 2017 og fram til 2022. Eftir Brexit varð einki fiskað í ES øki og nakað av veiðu var í Stóra Bretlandi í 2022.

Prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg 2012-2022

Grafurin vísir prosentbýtið av avreiðingarnøgdini býtt á fiskasløg í tíðarskeiðinum frá 2012 til 2022. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini umframt bólkin onnur fiskasløg, ið umboða onnur fiskasløg, sum vóru avreidd.

Á grafinum sæst, at størstu nøgdirnar koma frá svartkjaftinum, makrelinum og sildini, ið samanlagt eru meira enn 80% av samlaðu avreiðingarnøgdunum. Hini 20% koma millum annað frá lodnuni, toskinum, upsanum og hýsuni, ið eru fiskasløg við væl minni avreiðingarnøgdum.

Tað er týðiligt á grafinum, at størstu avreiðingarnøgdirnar koma frá svartkjaftinum øll árini, undantikið í tíðarskeiðinum 2012-2014, tá avreiðingarnøgdirnar fyri makrel vóru størri. Frá 2015 til 2020 vóru omanfyri 50% av samlaðu avreiðingarnøgdini svartkjaftur. Frá 2020 til 2021 var eitt fall í avreiddu nøgdunum av svartkjafti ,og avreiðingarnøgdirnar fyri makrel og sild fyltu tá meira. Ein serlig øking hevur verið í avreiðingarnøgdini av lodnu frá 2020-2022. Lodnan hevði eina avreiðingarnøgd á 9 tons í 2020, 6350 tons í 2021 og heili 28.612 tons í 2022. Hetta svarar til, at lodnan fór frá at verða undir 1% av samlaðu avreiðingarnøgdini í 2020, til 1,25% í 2021 og upp í knøpp 5% í 2022 .

Prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í 2012-2022

Grafurin vísir prosentbýtið av avreiðingarvirðinum býtt á fiskasløg í tíðarskeiðinum frá 2012 til 2022. Grafurin vísir tíggju tey størstu fiskasløgini umframt bólkin onnur fiskasløg, ið umboða onnur fiskasløg sum vóru avreidd.

Á grafinum sæst, at samlaða avreiðingarvirðið serliga er býtt á makrel, tosk, sild og svartkjaft, ið umboða umleið 75%. Hini 25% koma frá smærri avreiðingar og hesi fýra fiskasløgini hava sveiggja nakað frá 2012 til 2022.

Verður hugt at avreiðingarvirðinum í mun til avreiðingarnøgdina sæst, at tey fiskasløgini við størstu avreiðingarnøgdunum ikki altíð geva størstu avreiðingarvirðini. Við eini samanbering av avreiðingarnøgdini og avreiðingarvirðinum fyri tosk í 2022 sæst, at avreiðingarnøgdin fyri tosk var einans 3,3% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men heili 21,5% av avreiðingarvirðinum. Verður hugt at svartkjaftinum sæst, at hann varð heili 38% av samlaðu avreiðingarnøgdini, men einans umleið 12% av avreiðingarvirðinum í 2022.

Yvirlit yvir avreiðingar hjá føroyskum fiskiførum 2022

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarnar fyri hvønn skipabólk í 2022. Veljast kann í vinstra horni, um grafurin skal síggjast í avreiðingarvirði ella avreiðingarnøgd. Á vinstru síðu á grafinum síggjast skipabólkarnir, sum umboða fiskiskapin í Føroyum. Á grafinum eru hesir skipaðir soleiðis, at skipabólkurin við hægstu samlaðu avreiðingini er ovast, og tann við lægstu avreiðingini niðast. Tá trýst verður á sjálvan bólkin, broytist grafurin soleiðis, at avreiðingin fyri hvørt fiskifar í skipabólkinum sæst. Verður músin flutt á fiskifarið, fáast upplýsingar um avreiðingina hjá tí einstaka fiskifarinum.

Ovast liggja nóta- og ídnaðarskipini sum hava avreitt flest tons og avreitt fyri størstu virðini. Avreiðingarnøgdin í hesum bólki var góð 508 túsund tons og hendan nøgdin gav eitt avreiðingarvirði á umleið 2,2 millardir krónur.

Fiskiførini í bólki 2 høvdu næststørstu avreiðingarnøgd við sløkum 28 túsund tonsum. Teirra avreiðingarvirði var omanfyri 285 milliónir, sum ger at teir liggja sum fjórðstørsti bólkur í avreiðingarvirði.

Teir fýra flakatrolararnir komu til lands við einari avreiðingarnøgd á sløk 11 túsund tons, og gjørdist avreiðingarvirði fyri hesi tonsini góðar 556 milliónir krónur, og sostatt eru teir bólkurin við næststørsta avreiðingarvirði. 

Línuskipini sum umboða bólk 3 avreiddu 14.778 tons við einum avreiðingarvirði á omanfyri 440 milliónir.

Rækjuskip avreiddu 3872 tons við einum avreiðingarvirði á knappar 100 milliónir

Útróðrarbátarnir í bólki 5A avreiddu 2658 tons, og hetta gav eitt avreiðingarvirði á knappar 45 milliónir. Nógvar avreiðingar vóru hjá útróðrarbátunum í bólki 5B, og var samlaða veiðan 845 tons – hetta gav eitt avreiðingarvirði á knappar 17 milliónir.

Havast skal í huga, at hagtølini ikki vísa, hvat av fiskinum er landað, t.v.s. um tað eru fløk ella rundur fiskur, ið verður avreiddur. 

Avreiðingarnøgd hjá føroyskum fiskiførum frá 1997 til 2022

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarnøgdirnar hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 1997 til 2022. Grafurin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við, at sløkkja/trýsta á hinar bólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir grafinum síggjast øll árini í eini tíðarlinju og sostatt yvirskipaða gongdin í árunum 1997-2022.

Nóta- og ídnaðarskipini fáa í land tær størstu nøgdirnar øll árini, men nøgdirnar sveiggja nakað frá ári til ár. Í 2009 var avreiðingarnøgdin lægst, men gongdin hevur síðan verið vaksandi. Avreiðingarnøgdin øktist við 24,5% frá 2021 til 2022, tá avreidda nøgdin fór frá 424 túsund tonsum upp í 508 túsund tons.

Fiskiførini í bólki 2 avreiddu næststørstu nøgdirnar øll árini, meðan ávikavist bólkur 3, bólkur 4 og flakatrolararnir skiftust at hava triðstørstu avreiðingarnøgdirnar.

Avreiðingarvirðir hjá føroyskum fiskiførum frá 1997-2022

Grafurin omanfyri vísir avreiðingarvirðini hjá føroyskum fiskiførum býtt á skipabólkar fyri tíðarskeiðið 1997-2022. Grafurin er ein tíðarlinja har avreiðingarvirðið fyri hvønn bólk sæst ár fyri ár. Til ber eisini at síggja avreiðingarvirðið bara hjá einum ella fleiri skipabólkum í senn. Hetta kann gerast við, at sløkkja/trýsta á hinar bólkarnar, ið tú ikki ynskir at síggja. Niðast undir grafinum síggjast øll árini í eini tíðarlinju og sostatt yvirskipaða gongdin í árunum 1997-2022.

Nóta og ídnaðarskip avreiddu fyri størstu virðini øll árini, undantikið í árunum 1997-1999, tá bólkur 2 var størsti bólkur. Frá 2003 til 2007 og frá 2017 til 2021 hava flakatrolararnir næststørstu virðini, meðan tað í árunum 2008 til 2016 eru fiskiførini í bólki 2, ið hava næststørstu virðini. Fiskiførini í bólki 3 hava eisini næst- og triðstørsta avreiðingarvirðið onkur av árunum.

Verður hugt at, hvussu avreiðingarvirðini broyttust frá 2021 og 2022 fyri fýra teir størstu bólkarnar, sæst ein øking í avreiðingarvirði í øllum bólkum á ávikavist 25% fyri nóta- og ídnaðarskip, 32% fyri flakatrolarar, 41% fyri bólk 3 og 0,1% fyri bólk 2.

Útflutningur av fiskavørum

Útflutningurin av fiskavørum hevur seinastu árini verið javnt vaksandi, tó við sveiggjum. Í hesum partinum sæst gongdin ár fyri ár frá 1993 til 2022.

Útflutningur av fiskavørum í nøgd

Talvan omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsnøgdina av fiskavørum í tonsum frá 1993-2022. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar:

  • Toskur, hýsa og upsi

  • Makrelur, sild og svartkjaftur 

  • Laksur og síl 

  • Aðrar fiskavørur

‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaðu útflutningsnøgdina fyri øll hini fiskasløgini, ið ikki eru í teimum trimum omanfyri nevndu bólkunum.

Í grafinum omanfyri sæst, at allir fýra bólkarnir hava sveiggjað gjøgnum árini. Bólkurin ’Makrelur, sild og svartkjaftur’ hevur havt størstu útflutningsnøgdirnar síðan 2007 og er vaksin nógv. Í 2018 sæst eitt týðiligt knekk, tá útflutningsnøgdin fór frá at vera 243.755 túsund tons í 2017 til 201.148 túsund tons í 2018 og upp aftur á 250.791 túsund tons í 2019. Síðan 2019 hevur ein minking verið í útflutningsnøgdini av fiskasløgunum í hesum bólki – og í 2022 varð útflutningsnøgdin 211.630 túsund tons.

Útflutningsnøgdinar av laksi og síli minkaðu eisini frá 2021 til 2022 við ávikavist 83.108 túsund tonsum í 2021 til 74.960 túsund tons í 2022. Toskur, hýsa og upsi høvdu eina lítla øking frá 2021 til 2022 við 1.204 túsund tonsum, og aðrar fiskavørur høvdu eina øking á 6.029 túsund tons.

Útflutningsvirðið av fiskavørum

Talvan omanfyri vísir samlaðu árligu útflutningsvirðini av fiskavørum í krónum frá 1993-2022. Útflutningurin fyri fiskavørurnar er býttur í fýra bólkar: 

  • Toskur, hýsa og upsi

  • Makrelur, sild og svartkjaftur

  • Laksur og síl

  • Aðrar fiskavørur

‘Aðrar fiskavørur’ umboða samlaða útflutningsvirðið fyri øll hini fiskasløgini.

Tá ið hugt verður at útflutninginum í virði, sæst týðiliga, at bólkurin ‘útflutningur av laksi’ hevur havt størsta vøksturin seinnu árini. Eftir nøkur rak ár aftan á ILA-kreppuna fyrst í 00-árunum, hevur støðugt gingið framá, og hetta sæst aftur á útflutningsvirðinum. 2019 gjørdist besta árið, og tá var útflutningsvirðið yvir 4 milliardir krónur. Í 2020 var útflutningsvirðið 3,3 milliardir krónur, sum er eitt stórt fall frá 2019, men í 2021 øktist útflutningurin til 4.492 milliardir krónur og vaks meira eina millard krónur afturat í 2022 – frá 4.492 milliardir krónum í 2021 upp á heili 5.553 millardir krónur í 2022.

Útflutningsvirðini av makreli, sild og svartkjafti eru eisini økt nógv síðani 2009, tá Føroyar ásettu sær sínar egnu makrelkvotur. Vøksturin í útflutningsvirðinum hevur verið omanfyri 1 milliard krónur seinastu 10 árini. Tó var eitt fall frá 2019 til 2020 á umleið 100 milliónir krónur, tá útflutningsvirðið gjørdist umleið 1,7 millardir krónur samanborið við tær knøppu 1,9 millardir krónurnar árið frammanundan. Útflutningsvirðið fyri makrel, sild og svartkjaft øktiskt tó aftur í 2021 til 1,87 milliardir krónur og enn meira í 2022, tá útflutningsvirðið gjørdist 1,89 millardir krónur.

Útflutningsvirðið fyri tosk, hýsu og upsa hevur ligið rímiliga støðugt millum 1 og 1,5 millardir krónur síðani mitt í 90-árunum. Tó hava onkur ár givið eitt virði yvir 1,5 milliardir krónur, og eitt tíðarskeið lá útflutningsvirðið niðanfyri 1 milliard krónur. 2019 var eitt av betru árunum, har útflutningsvirðið var umleið 1,6 milliardir krónur. Í 2020 fall útflutningsvirðið við 400 milliónum krónum til 1,2 milliardir krónur, men útflutningsvirðið hækkaði aftur í 2021 til 1,3 milliardir krónur, og í 2022 øktiskt útflutningsvirðið upp á 1,7 milliardir krónur, ið er næstbesta árið nakrantíð.

Økingin í útflutningsvirðinum av øðrum fiskavørum fór frá 1,59 milliardum krónum í 2021 til 2,5 millardir í 2022, og er hetta sostatt ein øking á heili 961 milliónir krónur. Ongantíð áður hevur útflutningurin verið so stórur í hesum bólki. Torført er tó at siga, hvørjum fiskaslagi hesin vøkstur kemur frá. Í hagtølunum frá Hagstovu Føroya er útflutningurin býttur á fiskaslag, men millum annað stendur útflutningsnøgdin fyri lodnu og gulllaks at verða 0, hóast vit vita, at hesi bæði sløgini eru útflutt. Sostatt kann hugsast, at útflutningurin fyri hesi sløgini eru bólkaði í annan bólk, t.d ‘Annar fiskur i.a.n’ ella ‘Annar ídnaðarfiskur i.a.n.’.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á nýtsluland

Á grafunum omanfyri sæst bæði hvønn heimspart og hvat land, fiskavørurnar vórðu útfluttar til. Grafurin vinstrumegin er fyri 2021 og tann høgrumegin fyri 2022. Í vinstra horni kann veljast, um útflutningurin skal síggjast í virði (í túsund krónum) ella í nøgd (í tonsum).

Í 2022 gjørdist samlaði føroyski útflutningurin av fiskavørum sløk 496 túsund tons við einum útflutningsvirði á góðar 11,7 milliardir. Hetta er ein minking á 6,3% í útflutningsnøgdini, meðan útflutningsvirðið øktist við 26,1% í mun til 2021. Størsti útflutningurin í bæði virði og nøgd er til londini í Evropa , og her er tað serliga Russland, sum úflutt verður til. Í 2022 útfluttu Føroyar góð 298 túsund tons til hesi londini, har útflutningurin til Russland var knapt 94 túsund tons. Tey 298 túsund tonsini góvu eitt virði á góðar 6,8 milliardir krónur í 2022. Ein stórur partur av útflutninginum fór eisini til Norðurlond - serliga Danmark. Samlaði útflutningurin til norðurlond í 2021 var 162 túsund tons, og hann gav eitt virði á knappar 2,6 millardir krónur. Útflutningurin til Amerika var góð 58 túsnd tons og gav eitt virði á áleið 483 milliónir krónur, og sostatt gav hesin útflutningurin lægsta útflutningsvirðið, hóast útflutningsnøgdin til hendan heimspartin var triðstørst.

Myndirnar fyri útflutningin í virði og nøgd líkjast, men júst sama mynstrið sæst tó ikki. Verður hugt at útflutningsnøgdini sæst, at Føroyar útflyta triðflest tons til Afrika, síðan fjórðflest til Amerika, og Asia liggur nummar fimm. Men verður hugt at útflutningsvirðinum, er tað Amerika, sum gevur triðstørsta útflutningsvirðið, og síðan er Asia nummar fýra og Afrika nummar fimm. 

Verður hugt at, um tað eru ávís lond í heimspørtunum, sum vit serliga útflyta nógv til, sæst, at størsti parturin av útflutninginum í Asia fer til Kina, og eisini fer ein rímiliga stórur partur til Vjetnam. Í Amerika verður serliga útflutt til USA. 

Samlaða føroyska útflutningsvirðið var 12,7 milliardir krónur í 2022 í mun til 10 milliardir í 2021. Útflutningurin av laksi var 5,5 milliardir krónur í 2022, ið er ein øking á 1,1 millardir krónur samanborið við tær knøppu 4,5 milliardir krónunurnar í 2021. ‘Aðrar vørur og skip og flogfør’ vóru útflutt fyri 987,5 milliónir krónur í 2022 í mun til 768 milliónir í 2021. Útflutningurin av veiddum fiski í 2022 var tískil góðar 6,2 milliardir krónur í mun til 4,7 milliardir krónur í 2021, ið er ein øking á góð 32%.

Verður útflutningsnøgdin til londini samanborin frá 2021 til 2022 síggjast nakrar broytingar í útflutningsnøgdunum. Útflutningurin til Amerika og Bretlands øktust við ávikavist 48% og 39,5% frá 2021 til 2022. Ein stór øking var eisini í útflutninginum til Íslands, har útflutningsnøgdin í 2021 var 3.269 túsund tons í 2021 og vaks upp á heili 38.794 túsund tons í 2022 - hettar svarar til eina øking á 1000%. Útflutningsnøgdin til Russlands minkaði við 36% frá 2021 til 2022.

Havast skal í huga, at hagtølini yvir, hvat land fiskavørurnar fara til, kunnu vera misvísandi, tí at tað ikki altíð verður skrásett, hvar vøran fer, tá hon er flutt á goymslu í útlandinum. Hetta hevur við sær, at útflutningurin til ‘transitlond’, sum t.d. Danmark ella Niðurlond, er yvirumboðaður.

Føroyski útflutningurin til Russland

Størstu keypararnir av samlaða føroyska útflutninginum

Grafurin niðanfyri er ein tíðarás yvir størstu keypararnar av samlaða føroyska útflutninginum umframt Ukrania. Grafurin er vístur í útflutningsvirði í árunum 2001-2002.

Verður hugt at Russlandi, so sæst, at føroyski útflutningurin til Russland hevur verið støðugt vaksandi frá 2010 til 2017. Eftir 2017, ið var árið har útflutningurin til Russlands var hin størsti nakrantíð, minkaði útflutningurin nakað í árunum 2018-2020. Frá 2020 til 2021 øktist útflutningurin frá 1,9 milliardum krónum til 2,3 milliardir krónur, harav 2,1 millardir krónur vóru fiskavørur. Frá 2021 til 2022 fall útflutningsvirðið til Russlands við meira enn eini helvt – frá 2,3 milliardum krónum til 1,1 millard krónur, harav 712,6 milliónir vóru fiskavørur.

Russland hevur verið størsti keyparin av føroyska útflutninginum frá 2013 og fram til 2021, men í 2022 gerst Russland fjórðstørsti keyparin aftaná Bretland, Danmark og USA, ið eru vaksin nógv frá 2021 til 2022. Eisini sæst á grafinum at útflutningurin til Spania og Kina er vaksin munandi. Hetta merkir, at føroyski útflutningurin er vaksin til allar teir størstu keypararnar undantikið til Russlands, og tí kann hugsast, at nakað av útflutninginum, sum undanfarin ár er farin til Russland, nú er farin til marknaðirnar í hinum fimm londunum.

Við at hyggja at grafinum niðanfyri sæst útflutningurin til Russland býttur á mánaðir. Gulu stabbarnir umboða útflutningsnøgdina, meðan bláa strikan umboðar útflutningsvirðið. Útflutningurin var mestur í fyrsta ársfjórðingi og í desembur mánaða. Annars var nakað av útflutningi hinar mánaðirnar.

Útflutningurin til Russland í 2022 býttur á mánaðir

Útflutningur til Russland býttur á fiskaslag árini 2010-2022.

Útflutningurin til Russlands í nøgd var í 2022 1.778 tons av laksi, góð 14 túsund tons av makreli, sløk 36 túsund tons av sild, 2.558 tons av svartkjafti og góð 9 túsund tons av øðrum fiskasløgum. Hesar útflutningsnøgdirnar góvu eitt virði á ávikavist 103 milliónir fyri laksin, knappar 200 milliónir fyri makrelin, 336 milliónir fyri sildina, 13 milliónir fyri svartkjaftin og 60 milliónir fyri onnur fiskasløg. 

Um hugt verður at prosentbýtinum fyri fiskasløgini sæst, at 2,8% av útflutningsnøgdini var laksur, men at laksurin umboðaði góð 14% av útflutningsvirðinum. Makrelurin umboðaði góð 22% av útfluttu nøgdini og 28% av útflutningsvirðinum. Omanfyri helmingin (56%) av útflutningsnøgdini kom frá sildini og tann nøgdin umboðaði góð 47% av útflutningsvirðinum. Svartkjafturin og onnur fiskasløg umboðaðu ávikavist umleið 4 og 14% av útfluttu nøgdini og ávikavist umleið 2% og 8% av útflutningsvirðinum.

Samlaði útflutningurin til Russlands er farin frá gott 140 túsund tonsum við einum virði á góðar 2 milliardir krónur, niður í 60  túsund tons við einum virði á umleið 700 milliónir frá 2021 til 2022. Við øðrum orðum, er útflutningsvirðið til Russlands minkað við 65%, meðan nøgdin er minkað við meiri enn helvtini. Aftaná Russisku innrásina í Ukraina í 2022, var mest sum ongin laksur seldur til Russlands, so hetta er høvuðsorsøkin til stóra fallið í virðinum á útflutninginum til Russlands. Tá tað kemur til veiddan fisk, sæst eisini at makrelurin er tað fiskaslagið, sum er minkað í størstan mun. Makrelútflutningurin til Russlands minkaði frá góðum 520 milliónum krónum niðurum 200 milliónir. Í mun til útflutningsvirðið, hevur minkingin fyri makrelin størstan týdning. Tí hyggja vit nærri eftir útflutninginum av makreli niðanfyri. 

Londini í vesturheiminum hava sett eina røð av revsitiltøkum í verk mótvegis Russlandi, men matvørur eru ikki fevndar av hesum revsiátøkum. WTO og heimsbankin hava staðiliga heitt á lond um at halda fram við altjóða samhandli av matvørum, av tí at hetta er stóran týdning fyri altjóða matvørutrygd. Eisini hevur ES gjørt greitt, at matvørur ikki skulu vera fevndar av revsitiltøkum, tí at ynski er ikki at raka russiska fólkið, men búskapin í sínari heild. Hóast hetta, hava føroyskar fyritøkur lagt seg eftir at selja fiskavørurnar til aðrar marknaðir.

Prosentbýtið av útflutninginum til Russland
býttur á fiskaslag

Hetta sær út til at hava eydnast fyri laksin og makrelin, meðan útflutningurin av sild til Russlands ikki er minkaður eins nógv sum hini fiskasløgini. Marknaðurin fyri sild er nógv smalari, so sildin er eisini torførari at fáa út á aðrar marknaðir. Marknaðurin fyri sildina er mestsum avmarkaður til Russland, Ukrania og Pólland. Marknaðurin fyri laksin og makrelin er breiðari, og tískil kann tað verða lættari at selja á øðrum marknaðum uttan ov stórt prísfall. Tó so, kann vantandi atgongd vera ein trupulleiki, tá ið kappingarneytar sleppa inn á fleiri marknaðir við betri treytum.  

Útflutningur av makreli býttur á lond

Á grafinum omanfyri síggja vit føroyska útflutningin fyri makrel býttan á tey størstu útflutningslondini í árunum 2020-2022. Grafurin sæst bæði í útflutningsnøgd (tons) og útflutningsvirði (í 1000 krónum), og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa. Her síggja vit, at Russland øll trý árini er størsti innflytari av makreli úr Føroyum, men eisini sæst eitt týðiligt fall í 2022. Í 2021 var útflutningurin av makreli til Russlands yvir 489 túsund tons, meðan í 2022 var útflutningsnøgdin fallin til 141 túsund tons – hetta er ein minking á góð 71%. Sama tíðarskeið er útflutningurin av makreli til Nigeria, Pólland, Ukraina Týskland og Kina vaksin við ávikavist 64%, 360%, 1336% og 395%.

Grafurin til vinstru lýsir prísin fyri hvørt kilogram av makreli í árunum 2019-2022. Bláa strikan er krónur fyri hvørt kilo av makreli til Russland og gula strikan er krónur fyri hvørt kilo av makreli til ‘Onnur lond’. Onnur lond umboða øll londini samlaði, undantikið Russland, ið Føroyar útflyta makrel til.

Á grafinum sæst, at prísurin fyri makrel er 12 kr/kg til ‘Onnur lond’ og 14 kr/kg til Russland og sostatt hevur prísurin fyri hvørt kilo av markeli verið 2 krónur meira til Russlands enn til onnur lond. Minkaði útflutninginum av makreli til russiska marknaðin hevur viðført, at minni virði hevur verið at fingið fyri makrelin, tá hann er farin til aðrar marknaðir enn til tann russiska.  

Krónur fyri kilo av makreli býtt á tólv lond
í árunum 2020-2022

Krónur fyri hvørt kilo av makreli til Russland og onnur lond í árunum 2019-2022

Verður hugt nærri, at hvørjum landi einsæris, ið makrelurin bleiv útfluttur til í 2022, so vísir grafurin niðanfyri útflutningsvirðið fyri hvørt kilo av markreli til tólv lond.

Sveiggið í prísinum fyri makrelin seinastu trý árini til tey tólv londini hevur ligið frá 8,02 kr/kg og upp í 14,44 kr/kg.

Prísurin fyri hvørt kilo av makreli til Ukraina, Kina og Egyptaland hevur verið støðugt vaksandi seinastu trý árini, og annars sær trendurin út til at verða soleiðis, at prísurin er fallin nakað frá 2020 til 2021, men so øktur aftur frá 2021 til 2022. Árið 2022 hevur verið besta árið av teimum trimum árunum, tá talan er um krónur fyri hvørt kilo av markeli. Miðal prísurin fyri hesi londini frá farin frá 10,3 kr/kg í 2020 til 10,0 kr/kg í 2021 og upp á 12,5 kr/kg í 2022.

Útflutningur til Russland býttur á fiskaslag

Hvussu verður fiskurin virkaður?

Hvussu verður vøran virkað?

Hesin parturin snýr seg um søguliga útflutninginum av seks fiskasløgum, og hvussu tey verða virkaði. Hugt verður at, hvussu høvuðsfiskasløgini verða býtt í vørubólkar, og hvussu stórur prosentpartur av hvørjum vørubólki verður útfluttur. Fiskasløgini, talan er um, eru toskur, hýsa, upsi, makrelur, sild og svartkjaftur.

Útflutningur av toski býttur á vørubólkar frá 1994 til 2022

Útflutningur av makreli býttur á vørubólkar frá 1994 til 2022

Grafurin til høgru vísir útflutningin av makreli býttan á vørubólkarnar “heilur køldur”, “heilur frystur” og “annað”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðinum 1994-2022. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Tá hugt verður at útflutninginum av makreli sæst, at býtið av vørubólkunum bæði í virði og nøgd hava flutt seg munandi síðani 2007 – og enn meira síðani 2012. Frá 1994 og fram til 2006 var útflutningurin nógv størstur fyri “heilur køldur” makrel, undantikið í 1997, tá “heilur frystur” fylti meira enn helvtina av samlaða útflutninginum. Síðani 2012 hevur útflutningurin fyri tað mesta verið “heilur frystur” makrelur. Orsøkin til hesa broytingina er, at um sama tíðarskeið byrjaðu fleiri uppsjóvarvirki sítt virksemi í Føroyum. Áðrenn hetta tíðarskeiðið var feskur makrelur ofta landaður í útlandinum. Frá 2021 til 2022 minkaði “heilur køldur” makrelur frá 2,9% til 1,7% í nøgd. Fyri bæði nøgd og virði vóru meira enn 96% útflutt sum “heilur frystur” í 2022.

Grafurin til høgru vísir útflutningin fyri svartkjaft býttan á vørubólkarnar “flak frystur”, “frystur skorin annars”, “heilur onnur haldbúning” og “annað”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðinum 1994-2022. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 1999 var størsti partur av svartkjaftinum útfluttur sum “heilur – onnur haldbúning”, tó fylti vørubólkurin “annað” omanfyri helvtina í 1995. Frá 2000 til 2008 øktist útflutningurin av vørubólkinum “frystur skorin annars”, og í hesum tíðarskeiði var mestsum bert hesin vørubólkur og “heilur onnur haldbúning” útfluttur. Eftir 2009 kom eitt skifti í útflutningin, sum hevði við sær, at mestum allur svartkjafturin bleiv útfluttur undir vørubólkinum “annað”. Í hesum bólkinum er heilur frystur svartkjaftur, og frá 2019 til 2021 var hetta einasti vørubólkur í útflutninginum fyri svartkjaft.

Myndin til vinstru vísir útflutningin av toski býttan á vørubólkarnar “heilur køldur”, “heilur frystur”, “flak kølt”, “flak fryst”, “flak saltað”, “flaktur saltaður” og “annað”.  Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðinum 1994-2022. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Ein tann størsta broytingin seinnu árini er, at vørubólkurin “heilur frystur” toskur er vaksin munandi síðan 2013. Frá at hava fylt umleið 1% í 2012 er hann farin at fylla 27% av virðinum og 41% av nøgdini í 2017. Í 2022 vóru umleið 20% av toskinum útflutt sum “heilur frystur”. Vørubólkurin “flak fryst” hevur sveiggjað millum 20 og 60% frá 1994 til 2022, men er síðani 2013 blivin ein minni partur av býtinum. “Flak fryst” er farið frá at umboða 61% av útfluttu nøgdini í 1994 til 42% í 2022.

Yvirskipað kann sigast, at toskur verður mest útfluttur sum ‘’flak fryst’’ og ‘’flak saltað’’. Hesir bólkarnir umboða tilsamans 67% av nøgdini og 75% av virðinum av útflutninginum í 2022.

Útflutningur av sild býttur á vørubólkar frá 1994 til 2022

Grafurin til vinstru vísir útflutningin av sild býttan á vørubólkarnar “heil køld”, “heil fryst” og “flak fryst”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðinum 1994-2022. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 1999 var meginparturin av sildini útflutt “heil køld” ella “annað”. Í 2000 gerst “flak fryst” eisini ein partur av sildaútflutninginum og vaks hesin vørubólkurin til 49% av nøgdini, tá hann var størstur í 2005. Frá 2010 hevur nógv tann størsta nøgdin verið útflutt “heil fryst”. Frá 2019 til 2022 hevur at kalla ongin sild verið útflutt sum “flak fryst”. Í 2022 stavaðu sløk 90% av nøgd og virði av útflutninginum frá “heil fryst”, og umleið 9% frá “annað”.  

Útflutningur av svartkjafti býttur á vørubólkar frá 1994 til 2022

Útflutningur av hýsu býttur á vørubólkar frá 1994 til 2022

Útflutningur av upsa býttur á vørubólkar frá 1994 til 2022

Myndin til vinstru vísir útflutningin av upsa býttan á vørubólkarnar “heilur køldur”, “flak kølt”, “flak fryst”, “flak saltað” og “annað”. Myndin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðinum 1994-2022. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa

Síðani 1994 hevur “flak frystur” upsi fylt størsta partin av útflutninginum. Verður hugt at 2022, fylti hesin vørubólkurin 83,5% av útflutningsvirðinum. Annars var býtið í 2022 soleiðis: “flak kølt” 5,3%, “heilur køldur” 5,1% og “annað” 6,1%. Fram til 2012 var nakað av útflutningi av “flak saltað”, men síðani hevur eingin útflutningur verið av hesum vørubólkinum. Fyri útflutningsnøgdina var býtið í 2022 soljóðandi: “flak fryst” 71%, “flak kølt” 5,2%, “heilur køldur” 13,5% og “annað” 10,3%.

Myndin til høgru vísir útflutningin av hýsu býttan á vørubólkarnar “heil køld”, “heil fryst”, “flak fryst” og “annað”. Grafurin vísir útflutningin fyri vørubólkarnar í prosentum í tíðarskeiðinum 1994-2022. Útflutningurin er lýstur í bæði virði og nøgd, og veljast kann í vinstra horni, hvat av hesum grafurin skal vísa.

Frá 1994 til 2011 var nógv tann størsti parturin av hýsuni útfluttur sum “heil køld” og “flak fryst”. Árini eftir minkaði útflutningurin av “flak fryst”, meðan “heil fryst” gjørdist ein størri partur. Øll árini síðani 2011 hevur “heil køld” hýsa fylt meira enn helvtina av útflutningsnøgdunum. Í 2022 var býtið fyri útflutningsnøgdina av hýsu soleiðs: “heil køld” 52,8%, “heil fryst” 35,5%, “flak fryst” 10,3% og “annað” 1,4%.

Virði á frystum flaki er væl hægri enn fyri heilan fisk, og hetta sæst aftur í prosentpartinum av útflutningsvirðinum fyri “flak fryst”, sum er 19% í mun til nøgdina á góð 10%.

Løntakarar í fiskivinnuni

Løntakarar í fiskivinnuni frá 1985 til 2022

Í hesum partinum verður hugt at løntakarum, sum virka innan fiskiskap og fiskavøruídnað. Hetta eru starvsfólkini í okkara fiskivinnu, og hesi vinna til sítt uppihald frá tí tilfeingi, ið einaferð hevur svomið í havinum. Hesir løntakarar eru búsitandi í Føroyum, teir eru millum 16 og 74 ár og fáa løn umvegis føroysku skattaskipanina. Tølini byggja bert á løntakarar í fiskivinnuni, og eru aðrir lønarbólkar, t.d. tey, sum arbeiða í alivinnuni, ikki við í myndunum niðanfyri. 

Myndin omanfyri vísir talið av løntakarunum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði frá 1985 til 2022. Her eru tríggjar tíðarrøðir – ein fyri fiskiskap, ein fyri fiskavøruídnað og ein, sum vísir samlaða talið av løntakarum í hesum báðum bólkunum. Árini síggjast omanfyri myndina, og tal av løntakarunum sæst til vinstru á tíðarrøðini. 

Í 1985 var talið av løntakarunum 5437 fólk, og í dag starvast 2506 fólk innan fiskiskap og fiskavøruídnað. Hetta er sostatt ein minking á 2931 fólk, ið svarar til sløk 54%. Tað síggjast sveiggj yvir árini, men serliga sæst ein afturgongd í løntakarartalinum undir kreppuárunum 1990-1993. Árini eftir økist talið av løntakarum fram til 2003, tá tað vóru 4798 løntakarar í fiskivinnuni. Síðani 2003 hevur talið verið minkandi við nøkrum sveiggjum. Samanbera vit ár 2022 við 2021, so er talið av løntakarum minkað frá 2576 til 2506, t.v.s. við 70 fólkum. Í tíðarskeiðinum 2020-2022 er talið av løntakarum minkað við heili 285 fólkum, sum svarar til góð 10 prosent.

Býtið av løntakarum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði hevur seinastu árini verið rættiliga javnt, og hevur lækkingin frá 2021 til 2022 verið áleið tann sama í báðum bólkunum. Talið av løntakarum í  fiskiskapi er farið frá 1279 fólkum til 1241 fólk (38 fólk færri) og løntakarar í fiskavøruídnaði eru farnir frá 1297 til 1265 (32 fólk færri).

Løntakarar í fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2022

Myndirnar omanfyri vísa talið av løntakarum, og hvaðani í landinum hesir koma. Tølini umboða løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2022. Løntakarar, sum arbeiða í alivinnuni, eru tískil ikki við. 

Grafurin til vinstru: Her sæst býtið av løntakarunum í fiskivinnuni fyri hvørt øki. Verður músin hildin á grafinum, sæst ein kassi við upplýsingum um tal av løntakarunum í ávikavist fiskiskapi, fiskavøruídnaði og samlað í fiskivinnuni í ávísa økinum.

Grafurin til høgru: Her sæst ein stabbamynd yvir tal av løntakarum í hvørjum øki, og hvussu býtið er ímillum menn og kvinnur, sum arbeiða í fiskivinnuni í økinum. Menn umboða bláa litin og kvinnur tann gula litin. Verður músin hildin á stabbunum, sæst talið av løntakarunum. 

Á hesum báðum grafunum sæst, at Eysturoyar økið hevur flest løntakarar, tá fiskiskapur og fiskavøruídnaður verða løgd saman. Tað eru 846 løntakarar, sum svara til 34%. Norðoya økið hevur flest løntakarar innan fiskiskap, 366 fólk ella sløk 30%, meðan Eysturoyar økið er næststørst við 337 fólkum ella góðum 27%. Innan fiskavøruídnað eru flest løntakarar í Eysturoynni. Har arbeiða 509 fólk, sum svara til góð 40%, og í Suðuroynni eru næstflestir løntakarar við 281 fólkum ella góðum 22%. Fyri øll økini sæst, at tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum virka innan fiskivinnuna. 

Lønartakarar í fiskivinnuni býttir á kyn og aldur

Á grafunum omanfyri sæst aldursbýti og kynsbýti millum løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði í 2022. Aldursbólkarnir eru flokkaðir í fimm bólkar og eru á vinstru síðu á grafunum, og tal av løntakarum stendur undir grafinum. Í grafunum umboða bláu stabbarnir menn og gulu stabbarnir kvinnur. 

Í fiskiskapi sæst ein týðilig yvirumboðan av monnum í øllum aldursbólkum. Í fiskavøruídnaði er ein javnari umboðan millum kvinnur og menn – tað arbeiða fleiri menn í øllum aldursbólkum, men munurin er ikki so stórur á løntakaratalinum millum kvinnur og menn.

Útlendskir løntakarar í føroysku fiskivinnuni

Grafurin omanfyri er ein tíðarlinja yvir útlendskar løntakarar í føroysku fiskivinnuni í árunum 1985-2022. Grafurin er býttur á útlendskar løntakarar í ávikavist fiskiskapi og fiskavøruídnaði. Løntakararnir eru bólkaðir eftir føðilandi/ríkisborgaraskapi og síggjast í ymiskum litum. Við at halda músina á stabbunum sæst, hvussu nógvir løntakarar eru í bólkinum. Talið omanfyri stabbarnar er samlaða talið av løntakarum fyri ávísa árið. 

Í fiskiskapi hevur talið av løntakarum sveiggjað nakað, men sveiggini eru kortini ikki so stór. Lægsta talið sæst í 1993, tá 72 útlendskir løntakarar arbeiddu í fiskiskapi, meðan 182 útlendskir løntakarar vóru í 1988, tá tað vóru flest. Á grafinum sæst, at flestir útlendskir løntakarar eru “aðrir danskir ríkisborgarar”, men seinnu árini er lutfallið millum aðrar danskar ríkisborgarar og restina av útlendsku løntakarunum blivið meira javnbýtt.

Í 2022 vóru tilsamans 151 útlendskir løntakarar í føroyskum fiskiskapi. 71 av hesum løntakarunum vóru “aðrir danskir ríkisborgarar”, 15 “aðrir ES-ríkisborgarar” og 3 “aðrir norðurlendskir ríkisborgarar”. 62 vóru í bólkinum “onnur”, sum eru borgarar úr londum uttanfyri Evropa. Samlaða talið av útlendskum løntakarum í fiskiskapi er økt frá 118 í 2021 til 151 í 2022, sum er ein vøkstur á 33 fólk ella sløk 28%. Størsta broytingin frá 2021 til 2022 er hækkingin í løntakarum, sum koma úr londum uttanfyri Evropa – í 2021 var talið av hesum løntakarum 12 samanborið við 62 í 2022, sum er fimmfalding. Størsta minkingin sæst í løntakarum í bólkinum “aðrir evropeiskir ríkisborgarar”, sum eru minkaður við 17 fólkum ella 53%.

Fyri fiskavøruídnað sveiggjar talið av løntakarum eisini, men sveiggini eru væl størri enn í fiskiskapi. 108 útlendskir løntakarar vóru í 1995, tá talið var lægst, meðan talið á 434 í 2022, er hægsta talið í øllum tíðarskeiðinum. Á grafinum sæst at “aðrir danskir ríkisborgarar” er størsti bólkurin fram til 2017. Frá 2008 til 2016 er talið av løntakarum í “aðrir danskir ríkisborgarar” og “onnur” rættiliga líkt, men seinastu árini hava “onnur” verið størsti parturin av útlendsku arbeiðsmegini í føroyska fiskavøruídnaðinum. 

Í 2022 vóru 95 útlendskir løntakarar “aðrir danskir ríkisborgarar”, 279 løntakarar “onnur”, 37 “aðrir ES-ríkisborgarar”, 20 útlendskir løntakarar “aðrir evropeiskir ríkisborgarar” og 3 útlendskir løntakarar “aðrir norðurlendskir ríkisborgarar”. Samlaða talið av løntakarum er økt við 17% frá 370 í 2021 til 434 í 2022. Talið av løntakarum, sum komu úr londum uttanfyri Evropa øktist við góðum 52%, meðan talið av løntakarum í bólkinum “aðrir ES-borgarar” minkaði við 35%.

Fyri bæði fiskiskap og fiskivøruídnað er galdandi at størsta broytingin í samansetingini av útlendsku løntakarunum er tann, at bólkurin “onnur”, umboðandi ríkisborgarar uttanfyri Evropa, vaks munandi, meðan bólkurin “aðrir ES-ríkisborgarar” minkaði mest.

Lívfrøðiliga grundarlagið

Góð vitan um fiskastovnarnar og stovnsmetingar eru ein grundleggjandi partur av einari burðardyggari fiskivinnu. Tá vit kenna støðuna í fiskastovnunum, kunnu vit taka best møguligu avgerðirnar fyri, at fiskastovnarnir kunnu kasta mest møguligt av sær. Hóast stóra ávirkan av broytiligum umhvørvisviðurskiftum á djóra- og fiskastovnar, so kann politiska umsitingin bert ávirka fiskastovnar við at áseta, hvussu nógv verður tikið úr fiskastovnunum, umframt at avmarka aðra ávirkan, ið fiskivinnan hevur á umhvørvið.

Tað eru Havstovan og ICES, ið ráðgeva fiskivinnuumsitingini, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu gagnnýtast á einum burðardyggum støði. Hesin parturin gevur eina yvirskipaða støðumeting út frá stovnsmetingunum av seks fiskasløgum. Botnfiskasløgunum; toski, hýsu, upsa og uppsjóvarfiskasløgunum; makreli, sild og svartkjafti.

Stovnsmetingar og tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa frá ICES og Havstovuni

Á myndini niðanfyri sæst heildarveiðan á landgrunninum av toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2022. Veiðan av toski og upsa minkaði í 2022 í mun til 2021, meðan veiðan av hýsu vaks eitt sindur í 2022 í mun til 2021.

Heildarveiðan eftir toski, hýsu og upsa frá 1990 til 2022

Veiðan av toski var bert góð 4,5 túsund tons í 2022. Hetta er nakað minni enn 2021 tá hon var 5,3 túsund tons. Veiðan í 2022 var ein lítil helmingur av veiðuni í 2020 og minni enn ein fjórðingur av veiðuni í 2019, sum var tað besta árið síðani 2004. Veiðan av toski hevur ongantíð verið so lág sum nú í øllum tíðarskeiðinum frá 1959.

Veiðan av hýsu í 2022 var góð 7 túsund tons, sum er ein lítil øking í mun til 2020 og 2021. Seinastu árini hevur veiðan verið heldur frægari enn undanfarnu árini síðani 2009. Tó er hetta minni enn helmingurin av miðalveiðuni í tíðarskeiðinum frá 1961.

Veiðan av upsa minkaði við umleið 1,5 túsund tonsum frá 2021 til 2022 niður á 13,6 túsund tons, so at veiðan er á lægsta støði síðani 1964. Veiðan av upsa í 2021 var ein slakur fimtingur av veiðuni í 2005 og 2006, tá ið yvir 70 túsund vórðu fiskaði.

Stovnsmetingarnar frá Havstovuni í stuttum

Her endurgeva vit í stuttum metingarnar frá tilmælinum um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2023 hjá Havstovuni.

Sambært tilmælinum hjá Havstovuni, er føroyski upsastovnurin toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Veiðilutfallið í 2022 er mett til at vera niðanfyri lágmark. Tískil skulu fiskidagarnir fyri Bólk 2 økjast 5%.  

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 var toskastovnurin omanfyri lágmarksstøddina av gýtingarstovninum, men síðan 2019 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin er aftur undir hesum marki. Veiðilutfallið er eisini oman fyri hámarkið. Tískil skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 minka 5%.

Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta markið í 2018, og hevur verið í vøkstri síðan. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir at vera størri enn miðal. Veiðilutfallið í 2022 er mett at vera niðan fyri lágmarkið. Tó skulu fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 minka 5% orsakað av støðuni hjá toskastovninum. 

Umsitingarætlanin fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum øki

🟢

Fiskidagatalið verður hækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark 

Veiðilutfallið av upsa er niðan fyri lágmark 

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka

Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri lágmark bæði fyri tosk og hýsu

Báðar treytir mugu vera galdandi, um fiskidagatalið skal hækka

🟡

Fiskidagatalið verður óbroytt

Gýtingarstovnurin av upsa er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið av upsa er niðan fyri lágmark

Gýtingarstovnurin av bæði toski og hýsu er oman fyri lágmark

Veiðilutfallið er niðan fyri hámark fyri bæði tosk og hýsu, og oman fyri lágmark fyri annaðhvørt tosk ella hýsu


Havstovan tilmæli 2023

Gýtingarstovnur

Veiðilutfall

Tilmæli fiskidagar 2022

🔴

Fiskidagatalið verður lækkað

Gýtingarstovnurin av upsa er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið av upsa er oman fyri hámark

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka


Gýtingarstovnurin av toski ella
hýsu er niðan fyri lágmark

Veiðilutfallið er oman fyri hámark fyri antin tosk ella hýsu

Um onnur av treytunum er galdandi, skal fiskidagatalið lækka

Umsitingarætlanin er grundarlagið undir ráðgevingini hjá Havstovuni fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum. Hon varð fyrstu ferð sett í verk fyri fiskiárið 2021. Tað at ein langtíðarumsitingarætlan er gjørd, sum breið undirtøka er fyri, er eitt stórt framstig, tí at nú er tað landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ásetir fiskidagatalið eftir tilmæli frá Havstovuni. Hetta verður gjørt samsvarandi veiðiregluni í umsitingarætlanini.

Bulurin í ætlanini er veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Málið er at stýra veiðitrýstinum innan fyri ásett mørk, sum skulu tryggja, at fiskastovnarnir varandi skulu kunna endurnýggja seg og kasta sum mest av sær.  Ein grundleggjandi stabilitetsregla er í umsitingarætlanini, soleiðis at fiskidagatalið bert kann stillast við 5% frá einum ári til næsta. Bólkur 2 (lemmatrolarar og partrolarar) verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingina fyri upsa, meðan bólkur 3-5 verður stýrdur fyri seg, grundað á stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu.

Havstovan vísir í tilmæli sínum á, at vísitalið fyri gróður í 2018 var uppi ímóti 16 og í 2021 var talið niðri á umleið 4, ið er væl minni enn miðalvirðið á 8,6.

Við støði í veiðiregluni í umsitingarætlanini mælti Havstovan tískil í 2022 til, at fiskidagatalið fyri bólk 3-5 minkar við 5%, og økist við 5% fyri bólk 2.

Sambært Havstovuni verður umsitingarætlanin væntandi send til ICES til eftirmetingar í 2023, har tilvísingarvirðini (mørk fyri veiðilutføll og gýtingarstovnar) verða viðgjørd. Tá ICES hevur mett umsitingarætlanina at vera góða og burðardygga, fer ICES at nýta hesa ætlan til at skipa ráðgevingina. Eins og í 2022 er aftur í ár eitt ósamsvar millum ráðgevingina hjá Havstovuni og ICES, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag, meðan ICES hevur nýtt regluna um størstu varandi veiðu, sum grundarlag. Tí er tað áhugavert eisini at hyggja at ráðgevingini frá ICES í hesum høpi.

Toskur

🔴

🔴

5% ⬇︎ 🔴

Hýsa

🟢

🟢

5% ⬇︎ 🔴

Upsi

🟢

🟢

5% ⬆︎ 🟢


Samandráttur av tilmælinum frá Havstovuni. Litirnir vísa til, um tilvísingarvirðini eru niðan fyri, millum ella oman fyri markvirðini. Alt tilmælið kann lesast her.

 
 

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í november 2021 nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES hevur mælt til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum næstu tvey árini. Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005. Eftir ein lítlan bata í 2018 og 2019 er gýtingarstovnurin kortini vorðin so lítil, at hann væntandi ikki kemur upp um minstamarkið næstu tvey árini. Tessvegna er ráðgevingin givin fyri næstu tvey árini.  

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 kann í mesta lagi vera 11.853 tons. Hetta er ein øking upp á 37% í mun til tilmælið fyri 2022. Hýsustovnurin hevur verið í vøkstri síðani, men nýggjastu framskrivingarnar geva tó ábendingar um, at hesin vøksturin ikki verður so stórur, sum áður hildið.

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2023 kann vera í mesta lagi 17.843 tons. Hetta er bert helvtina av tilmælinum fyri 2022. Orsøkin er, at upsastovnurin er minni enn áður hildin. ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2022 í mesta lagi skal vera 37.444 tons. Hetta er ein øking uppá 37% í mun til 2021 orsakað av økingini í stovnsmetingini.


ICES tilmæli fyri 2023

Stovnsstødd

Veiðitrýst (Fmsy)

Veiðitrýst (Fyrivarnisreglan)

Tilmæli ICES

Toskur

🔴

🔴

🔴

0 tons ⬇︎

Hýsa

🟢

🔴

🔴

11.853 tons ⬆︎

Upsi

🟢

🔴

🔴

17.843 tons ⬇︎


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli.

Tørvur á eftirmeting av umsitingarætlanini

ICES mælti í november 2022 til onga veiðu eftir toski á landgrunninum í 2023 og 2024. Skíggjamynd frá in.fo

Sambært Havstovuni er tørvurin á eftirmetingini av umsitingarætlanini eyðsæddur í sambandi við fleiri mál. Ætlanin er at eftirmeta skipanina í 2023 av føroyskum myndugleikum. T.d. hevur tilmælið hjá ICES um ongan tosk at fiska í 2023 og 2024 stórar avbjóðingar við sær, tí toskur verður fiskaður í línufiskiskapi eftir hýsu og trolfiskiskapi eftir upsa. Tískil má ein loysn finnast á, hvussu hýsa og upsi kunnu fiskast uttan ov nógv íbland av toski.

Havstovan vísir á, at hetta møguliga kann gerast við hjáveiðureglum, til dømis, at fiskifør mugu flyta øki, um nøgdin av toski í mun til onnur fiskasløg fer upp um ávís mørk. Tað kann eisini gerast við at friða ávís økir fyri annaðhvørt øllum reiðskapi ella ávísum skipabólkum. 

Harumframt vísir Havstovan á, at neyðugt er eisini at leggja upp fyri óvissum í stovnsmetingunum í sambandi við veiðiregluna. Sum kunnugt vóru fiskidagarnir fyri Bólk 2 øktir við 5% fyri fiskiárið 2021 grundað á veiðilutfallið í 2020, sum tá var 0,238. Við verandi stovnsmeting er hetta veiðilutfallið dagført til 0,282, sum er omanfyri markið á 0,26 og tí hevði ført til óbroytt fiskidagatal. Hesin trupulleikin má takast við, tá umsitingarætlanin verður endurskoðað, og kann møguliga loysast við at broyta markvirðir, ella við at gera aðrar justeringar í veiðiregluni. Umsitingarætlanin tekur møguliga ov lítið atlit, tá onkur fiskastovnur er illa fyri, tí bert 5% kunnu takast av tillutaðu fiskidøgunum um árið. Í samband við endurskoðanina av umsitingarætlanini í 2023 eigur at verða hugt at, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at fáa slíkar fiskastovnar upp aftur á føtur.

Bjartari útlit fyri fiskiskapin eftir toski á Føroyabanka

Fyri fyrstu ferð síðani 2007, mælir ICES til, at nakað av toski kann veiðast á Føroya banka. ICES mælti til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Toskastovnurin á Føroyabanka hevur síðstu árini verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Føroyabanka. Havstovan mælir til, at fiskiskapurin tekur seg uppaftur spakuliga við 200 fiskidøgum til størri og smærri skip.

Myndin til høgru vísir søguliga fiskiskapin eftir toski á Føroyabanka. Fiskiskapurin eftir toski á Føroyabanka hevur nøkur einkult ár verið omanfyri 5 túsund tons, seinast í 2004, tá hann var gott 5,6 túsund tons.

Stovnsmetingar og ICES tilmæli fyri makrel, sild og svartkjaft

Makrelur, sild og svartkjaftur eru ferðandi fiskastovnar, sum vera fiskaðir av nógvum londum. Tað er ICES, sum veitir lívfrøðiligu ráðgevingina um, hvussu nógv kann takast úr stovnunum, og býtið millum londini verður avtalað á strandalandasamráðingum millum viðkomandi partarnar.

Tað hevur tó ofta gingið striltið at fáa avtalur í lag, sum eisini halda veiðitrýstinum á einum burðardyggum støði. Broytta útbreiðslan av fiskasløgunum hevur gjørt samráðingarnar at áseta býtið fløktari, við tað at fleiri lond ynskja at fáa lut í tilfeinginum. Harafturat er Bretland ein nýggjur partur av samráðingunum aftaná Brexit. Tíverri er støðan tann sama, sum í fjør, og enn er eingin avtala gjørd millum strandalondini um býtið av hesum fiskasløgum. Sostatt hava londini ásett sær sína egnu kvotu, við tí úrsliti, at mest loyvda veiðan er væl omanfyri tað, sum verður mett at vera lívfrøðiliga burðurdygt og at geva mest varandi veiðu. Sambært Havstovuni, so hevur fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti seinastu árini ligið á umleið 20-25% omanfyri vísindaligu ráðgevingina. Sambært ICES, so hava ásettu kvoturnar av makreli fyri strandalondini verið umleið 41% yvir tilmælinunum síðani 2010. Eitt yvirlit yvir sáttmálar og avtalur sæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Hendan framhaldandi ovurfiskingin í mun til ráðgevingina, merkir, at vandi er fyri, at fiskastovnarnir ikki megna at endurnýggja seg. Í løtuni hava øll hesi fiskasløgini mist Marine Stewardship Council góðkenningina, orsakað av vantandi avtalum um býtið millum strandalondini, sum hevur við sær, at heildarveiðan av øllum stovnunum er væl omanfyri vísindaligu tilráðingina. Hetta kann hava álvarsligar fylgjur fyri hesar stovnarnar, umframt at avleiðingarnar eisini merkjast á marknaðarsíðuni, tí eingin framleiðari av hesum fiskasløgum kann selja vøruna við MSC góðkenning.  

ICES tilmælið fyri makrel er 782.066 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 2% í mun til í fjør. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,8 milliónir tons, sum er omanfyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001. Veiðitrýstið er minkað síðani 2003 og lá fram til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg. Við nógv øktu veiðuni í 2021 og 2022 hevur veiðritrýstið ligið omanfyri hámarksvirðið og ájavnt við fyrivarnisregluna.

ICES tilmælið fyri norðhavssild er 511.171 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 15% í mun til 2022. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin er vorðin partur av gýtingarstovninum, og tí kvinkaði hann eitt vet uppeftir í fjør, men væntast at minka aftur komandi ár.

Tilmælið fyri svartkjaft er 1.359.629 tons fyri 2023, sum er ein hækking á 81% í mun til tilmælið í fjør. Henda stóra hækking kemst av góðu tilgongdini av árgangunum 2019-2021, og serliga 2020-árganginum, sum er mettur at vera metstórur. Bæði 2019-, 2020- og lutvíst 2021-árgangirnir verða partur av gýtingarstovninum komandi ár. Svartkjaftagýtingarstovnurin er mettur at vera 6,6 milliónir tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Minkingin síðani 2018 er vend til eina hækking í ár, vegna góðu tilgongdina. Veiðitrýstið er omanfyri burðardygga hámarkið. Síðani 2014 hevur veiðitrýstið ligið omanfyri, men tó er tað lækkað síðstu árini og nærkast nú burðardygga markinum.

 

Støða

Gýtingarstovnur:

Tilgongd:

Veiðitrýst: (Fmsy)

Veiðitrýst: Fyrivarnisreglan

MLV tilmæli 2023:

Makrelur

3,8 mió. tons 🟢

🟢

🔴

🔴

782.066 tons - 2% ⬇︎

Sild

3,5 mió. tons 🟢

🔴

🔴

🔴

511.171 tons - 15% ⬇︎

Svartkjaftur

6,6 mió. tons 🟢

🟢

🔴

🔴

1.359.629 tons - 81% ⬆︎


Yvirlit yvir ICES stovnsmetingar og tilmæli. Tilmælini kunnu takast niður við at trýsta á knøttarnar omanfyri.

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur ásett føroysku kvotuna fyri 2023 fyri svartkjaft og sild eftir sama leisti, sum undanfarin ár. Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2023 verður 483.042 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandalandakvotuni á 1.251.403 tons. Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2023 verður 112.713 tons samsvarandi 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu á 511.171 tons. Annars ber til at síggja galdandi sáttmálar á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Endurnýggjan og stødd av fiskiflotanum

Tal av fiskiførum í flotanum frá 2016 til 2022 býtt á skipabólkar

Stabbamyndin omanfyri vísir tal av fiskiførum, sum hava avreitt í 2016-2022 í teimum seks skipabólkunum: Bólkur 2, Bólkur 3, Bólkur 4, Bólkur 4T, Nóta-og ídnaðarskip og Flakatrolarar.

Bólkur 4 umboðar bæði bólk 4A og 4B, sum vóru lagdir saman í 2021. Tað er umráðandi at nevna, at hetta ikki er eitt yvirlit yvir tal av loyvum í hvørjum skipabólki, men tal av skipum, sum hava avreitt í teimum áðurnevndu árunum. Tá talan er um skip, har eitt er komið í flotan ístaðin fyri eitt annað, sum er farið úr flotanum, so telja hesi bara sum eitt skip.

Í bólki 2, sum umboðar trolarar, hevur talið av fiskiførum verið fallandi seinastu seks árini. Talið av trolarum, sum hava avreitt er fallið frá 34 fiskiførum í 2016 til 20 fiskifør í 2022, t.v.s. við 14 fiskiførum. Tað svarar til eitt fall á umleið 41%.

Tal av skipum í bólki 3, sum umboðar línuskip, er fallið seinastu tvey árini. Í 2022 vóru 14 skip, meðan talið var 18 í 2020, tá flest skip avreiddu. Hetta er ein minking á 22%. Árini frammanundan hevur talið av skipum ligið millum 15 og 17 skip.

Bólkur 4, sum umboðar útróðrarbátarnar, hevur sveiggjað millum 13 og 19 skip í tíðarskeiðinum. Seinastu 3 árini er talið fallið frá 19 til 13 bátar, og er hetta ein minking á næstan 32%. Hugsast kann, at sveiggini í hesum bólki er knýtt at, hvussu fiskiskapurin hevur hevur verið ígjøgnum árini, og um tað hevur loyst seg hjá hesum smáu bátunum at farið til fiskiskap. 

Talið av fiskiførum í bólki 4T, sum umboðar trolbátarnar, hevur ligið so at siga støðugt øll árini. Tó vaks tað frá 7 fiskiførum til 8 fiskifør í 2019. Í 2022 vóru aftur 7 fiskifør, sum avreiddu í hesum skipabólkinum.  

Talið av fiskiførum, sum hava avreitt innan skipabólkin ‘Nóta- og íðnaðarskip’, er vaksið við 5 skipum í tíðarskeiðinum. Hetta svarar til eina øking á umleið 42%. Í 2016 høvdu 12 fiskifør avreitt í hesum bólki, men árini eftir hevur talið ligið ímillum 15 og 17 skip. Í 2021 og 2022 avreiddu 17 skip í hesum skipabólkinum.

Fyri flakatrolarar hevur talið av fiskiførum, sum hava avreitt, verið støðugt – tó er talið fallið frá 5 til 4 fiskifør í 2019, og hevur talið verið óbroytt síðani.  

Miðalaldurin á skipunum

Á grafinum omanfyri sæst ein lýsing av miðalaldrinum av skipum, sum hava avreitt frá 2016 til 2021. Tað eru trolbátarnir (bólkur 4T), og nóta- og ídnaðarskipini, sum hava nýggjasta flotan. Hjá trolbátunum er miðalaldurin farin frá 15 árum í 2016 upp til 21 ár í 2022, meðan nóta- og uppsjóvarskipini vóru í miðal 14 ára gomul í 2016, og eru nú góð 19 ár í miðal. Frá 2021 til 2022 er miðalaldurin á nóta- og uppsjóvarskipunum lækkaður við einum ári orsakað av nýggja Christian í Grótinum, sum kom í flotan í 2022. Miðalaldurin á trolbátunum hevur gingið javnt uppeftir ár fyri ár samsvarandi árunum.   

Miðalaldurin hjá bólki 2 vaks við umleið hálvum ári um árið í tíðarskeiðinum, soleiðis at miðalaldurin var góð 30 ár í 2022. Flakatrolararnir hava ligið um góðan 30 ára aldur í miðal. Miðalaldurin fall í 2020 frá næstan 34 árum niðurum 31 ár. Hetta var orsakað av minkingini í flotastøddini. Miðalaldurin í flotanum er minkaður niðurum 26 ár í 2022, og er orsøkin til hesa minkingina nýggi Akraberg, sum kom í flotan hetta árið.  

Útróðrarbátarnir á línuveiðu (bólkur 4) hava elsta flotan. Miðalaldurin á skipunum í bólki 4 nærkast 52 árum í 2022, og hevur hann verið rímiliga støðugur øll árini. Miðalaldurin á línuskipum er farin frá næstan 46 árum í 2019 til 34,5 ár í 2022.

Nýggi Christian í Grótinum er fyrsti nýbygningur, síðani Tróndur í Gøtu kom í 2010. Stór móttøka var, tá skipið legði at í Ánunum tann 9. mars 2022. Video: Siggi_Channel

Nýbýgningar ávegis í flotan

Gadus

Seinni í ár fer P/F JFK Trol at fáa nýggjan flakatrolara ístaðin fyri Gadus, sum varð bygdur í 1987 og kom í føroyska flotan í 2010. Nýggi Gadus verður 88 metrar langur og 18 metrar breiður, og er skipið eitt tað størsta av sínum slagi. Skipið kann virka alt av fiskinum umborð, og er møguleiki tí at taka mjøl og olju til lands. Reiðaríið hevur lagt seg eftir, at skipið skal vera sera umhvørvisvinarligt. Nýbygningurin er teknaður og projekteraður hjá Skipsteknisk í Noregi, og kemur væntandi til Føroya í mai 2023.

Endurnýggjan av fiskiflotanum

Høgaberg

Tíðliga í 2022 skrivaði Sp/f Framherji undir sáttmála við Karstensens Skibsvært um bygging av nýggjum uppsjóvarskipi, sum skal koma fyri gamla Høgaberg, ið júst er farin úr flotanum. Nýbygningurin verður 88 m langur, 17,5 m breiður og fer at lasta 3400 kubikk. Sáttmálaprísurin liggur um 300 mió kr. og skipið verður klárt at lata reiðarínum á sumri í 2024.

Emerald

P/F Havborg, systirfelagið hjá P/F Enniberg, fer seinni í 2023 at fáa nýggjan verksmiðjutrolara í flotan. Skipið ber navnið Emerald, er 87,5 metrar langt og 18 metrar breitt. Skipið hevur eina frystilast á 2250 rúmmetrar, sum svarar til umleið 1000 tons av frystum fiski. Skipsteknisk í Noregi hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, og kostar skipið umleið 400 milliónir krónur at byggja. Ætlanin var, at skipið skuldi latast í 2022, men seinkingar hava gjørt, at skipið ikki kemur í flotan fyrrenn seinni í ár.

Finnur Fríði

P/F Krossbrekka, dóttirfelagið hjá Varðanum í Gøtu, skrivaði í desember 2021 sáttmála um nýtt nóta- og trolskip, sum verður 88 metrar langt, 17 metrar breitt og lastar 3000 kubikk. Skipið, sum skal avloysa Finnur Fríða, ið varð bygdur í 2003, verður útgjørt at fiska uppsjóvarfisk, og ein málsetningur er, at so stórur partur sum gjørligt, verður landaður til matna. Karstensens Skibsværft í Skagen byggir skipið, og sáttmálaprísurin er um 340 mió kr. Skipið verður eftir ætlan liðugt og latið reiðarínum tíðliga í 2024.

Akraberg varð latið eigarunum 1. juli 2022. Skipið fór beint til fiskiskap. Hetta er filmur sum Tórik Rouah hevur gjørt á fyrsta túrinum. Video: Tórik Rouah

Oljunýtsla í fiskiflotanum

Tað eru serliga tvær orsøkir til at hyggja nærri eftir oljunýtsluni hjá fiskiflotanum. Fyrsta orsøkin er, at Føroyar, eins og restin av heiminum, hevur sett sær fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum fyri at avmarka veðurlagsbroytingar, og tí er umráðandi at minka um oljunýtsluna í øllum samfelagnum og harvið eisini hjá flotanum.

Hin orsøkin er, at oljukostnaðurin er stórur partur av samlaðu útreiðslunum hjá fiskiskipunum, og tí hevur tað stóran týdning fyri lønsemið hjá flotanum, at hann brúkar so lítið av olju sum gjørligt. Hetta gerst serliga viðkomandi, tá ið oljuprísurin gerst so høgur, at hann setur stórt trýst á lønsemi og hýrur, serliga í ávísum skipabólkum.

At fáa meira vitan um oljunýtsluna er eitt av fokusøkjunum hjá Sjókovanum. Fyri at fáa eina góða mynd av oljunýtsluni hjá fiskiflotanum, hevur Sjókovin heintað hagtøl inn frá reiðaríum um oljunýtsluna fyri árini 2019-2022 hjá nøkrum skipum í hvørjum av teimum størstu skipabólkunum. Við at lata skipini umboða bólkin, ber til at fáa eina mynd av oljunýtsluni í hvørjum skipabólki sær og eina samlaða mynd av oljunýtsluni í flotanum. Sjókovin fegnast um, at enn fleiri skip eru umboðaði í ár, og takkar reiðaríunum fyri teirra vælvild at lata hagtøl til greiningarnar.

Eisini er vert at nevna, at Sjókovin hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at fáa fleiri upplýsingar um oljunýtsluna til vega. Vert er at nevna , at Sjókovin lat, saman við viðkomandi áhugapørtum og myndugleikum í 2022, inn umsókn til Fiskivinnugransking um verkætlan at greina oljunýtsluna í ymisku skipabólkunum, sum skuldi byrja tíðliga í 2023.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er, at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.

Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum, er ætlanin at verkætlanin skal

1.     lýsa støðuna viðvíkjandi oljunýtslu í ymiskum fiskiskapum og skipabólkum. Saman við vinnuni, verður oljunýtslan skrásett, og kannað verður hvar mesta oljunýtslan er, t.d. sigling til og frá fiskileið, tóving, reiðskapur, o.a. soleiðis at nágreinilig vitan fæst um oljunýtsluna.

2.     kanna hvørji tiltøk longu eru sett í verk í flotanum fyri at minka um oljunýtsluna. Eisini vera gjøgnumgingnar føroyskar og útlendskar kanningar av oljunýtsluni hjá fiskiskipum.

3.     Saman við vinnuni, eyðmerkja og royna í verki ítøkilig átøk fyri at minka um oljunýtsluna.

Við støði í omanfyristandandi skal verkætlanin koma við ítøkiligum tilmælum, um hvussu oljunýtslan kann minka - saman við viðkomandi áhugapørtum. Í hesum sambandi er ætlanin eisini at samstarva við Umhvørvisstovuna um innsavnan av tølum um F-gassir, sum eru sterk vakstrarhúsgassir.

Orsakað av løgtingsvalinum hevur Fiskimálaráðið ikki enn sent svar til umsøkjarnar, tí at fíggjarlógin ikki er samtykt. Tó kann sigast við vissu, at oljunýtsla í fiskiskapi er eitt evni, sum ætlanin er at arbeiða meira við komandi árini.

Samlaða oljunýtslan hjá føroyskum fiskiskipum

Á myndini omanfyri sæst, at síðan fyrst í 1990’unum hevur samlaða oljunýtslan í Føroyum ligið millum 200-250.000 tons, men er síðan 2017 økt munandi og hevur seinastu árini ligið um 300.000 tons. Økingin í oljunýtsluni stavar frá øðrum virksemi enn fiskiskapi, tí fiskivinnan hevur ikki havt nakran vøkstur í oljunýtsluni. Oljunýtslan hjá fiskiskipum er lutfalsliga minkað úr teimum 40-45 prosentunum, sum nýtslan lá á í tíðarskeiðinum 1992-2005, niður í umleið 30 prosent. 

Lutfalsliga minkingin í nýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum skal ikki skiljast sum, at hetta merkir, at tað ikki er neyðugt at gera nakað við oljunýtsluna hjá flotanum, tí tað er ein sannroynd, at tá føroysk fiskiskip umboða ein triðing av oljunýtsluni, er eyðsæð, at skulu Føroyar minka um útlátið av vakstarhúsgassum, er alneyðugt at tryggja, at fiskiflotin er so effektivur, sum til ber.

Oljunýtsla í mun til avreiðingar

Oljunýtslan er sjálvsagt tætt tengd at gongdini í fiskiskapinum. Fyri at fáa eina ábending um sambandið millum veiðuna og oljunýtsluna vísir bláa strikan á myndini, hvussu nógv kilo av veiddum fiski fæst fyri hvønn litur av olju, meðan gulu stabbarnir vísa avreiddu nøgdina.

Tað sæst, at tætt samband er millum støddina av samlaða fiskiskapinum, og hvussu nógvur fiskur fæst fyri ein litur av olju. Er nógvur fiskur at fáa, er gjørligt at fáa nógvan fisk fyri hvønn liturin av olju, meðan er fiskiskapurin vánaligur, fæst munandi minni fiskur fyri hvønn litur av olju.

Ein onnur orsøk til, at alt meiri fiskur fæst fyri hvønn liturin av olju, er effektiviseringin av flotanum. Tað, at færri skip eru til fiskiskap og fáa somu ella størri veiðinøgd upp á land ger, at fiskiskapurin gerst effektivari, og at oljunýtslan harvið minkar.

At enda er stór broyting hend í veiðusamansetingini, við tað at nógv meiri av uppsjóvarfiski verður veitt í dag í mun til áður. Serliga er nøgdin av makreli og sild økt munandi. Uppsjóvarfiskiskapurin er lutfalsliga minni oljukrevjandi, og tí fæst meiri fiskur fyri hvønn liturin av olju.

 

Prosentbýtið av oljunýtsluni hjá føroyskum fiskiskipum

Lagkøkumyndirnar omanfyri vísa okkum støðuna í oljunýtsluni og veiðusamansetingini seinastu trý árini, tvs. árini 2020 til 2022.

Á myndini til vinstru sæst, at uppsjóvarskipini brúktu omanfyri helmingin av allari oljuni hjá føroyska fiskiflotanum. Bólkur 2: Trolarar nýttu umleið 18%. Restin varð nýtt av ávikavist flakatrolarunum (14%), línuskipunum (6%) og øðrum skipabólkum (8%).

Um vit hyggja at býtinum av fiskaðu nøgdini á myndini til høgru, sæst lutfalsliga stóra oljunýtslan hjá uppsjóvarskipunum aftur í veiðinøgdini, við tað at uppsjóvarskipini landaðu umleið 80% av samlaðu nøgdini, ið varð avreidd í sama tíðarskeiðinum, meðan hinir skipabólkarnir avreiddu 20%.

Viðmerkjast skal, at her er fiskurin roknaður um til runda vekt, tvs. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.

 

Gongdin í oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum

Strikumyndin vinstrumegin vísir, hvussu nógv olja skuldi til fyri at fiska eitt kilo av fiski í ymsu skipabólkunum í árunum 2019 til 2022.

Uppsjóvarskipini nýttu umleið 0,1 litur av olju til hvørt kilo av fiski og vóru tey mest effektivu máld út frá oljunýtsluni. Næstu bólkarnir vóru línuskipini, ið nýttu um 0,25 litrar fyri hvørt kilo, meðan trolararnir nýttu mest olju og lógu um 0,45 litrar fyri hvørt kilo av fiski.

Broytingin millum árini í oljunýtsluni fyri hvørt kilo av fiski stavar fyrst og fremst frá vánaligum ella góðum fiskiskapi, soleiðis at sjálv oljunýtslan hjá skipunum broyttist ikki stórvegis, meðan fiskaða nøgdin sveiggjar munandi meir enn oljunýtslan.

Tað er vert at hava í huga, at framleiðslan ikki er tann sama í øllum bólkunum. T.d. koma verksmiðjuskip í land við einari lidnari vøru, meðan í øðrum bólkum verður fiskurin virkaður á landi. Hjá verksmiðjuskipunum liggur tískil øll orkunýtslan í sambandi við framleiðsluna á sjónum. Fyri neyvari at síggja hvat fyri veiðu- og framleiðsluhættir hava minst oljunýtslu og CO2 útlát, kann tað tí vera sera viðkomandi at gera lívsringrásgreiningar av ymiskum fiskavørum, har hædd verður tikin fyri, hvar virkingin av fiskinum fer fram.

Eins og omanfyri, er fiskurin roknaður um til livandi vekt, t.v.s. hædd er tikin fyri, at summir bólkar taka fiskin heilan í land, meðan aðrir kryvja, avhøvda ella skera flak av fiskinum.

Virði av fiski fyri hvønn litur av olju

Øll fiskasløg hava ikki sama virði, og tí er ikki nokk einans at hyggja eftir fiskaðu nøgdini, tí tað er jú virðið av fiskinum, ið skal gjalda fyri oljunýtsluna. Strikumyndin vísir gongdina fyri árini 2019 til 2021 í virðinum av avreiðingunum í mun til nýttu litrarnar av olju.

Feskfiska- og frystilínuskipini vóru teir skipabólkarnir, ið øll árini høvdu størst virði av avreiðingum í mun til nýttu oljuna. Hesir bólkarnir fingu millum 45 og 60 krónur í 2020 og 2021, og 70 krónur í 2022 fyri hvønn liturin av olju.

Næst teimum komu uppsjóvarskipini og flakatrolararnir, ið høvdu góðar 30 krónur í avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju í 2021 og um 45 krónur í 2022. At enda komu trolararnir á landleiðini við um 11 krónum av avreiðingarvirði fyri liturin av olju í 2021 og omanfyri 18 krónum í 2022.

Allir bólkarnir høvdu sostatt hægri avreiðingarvirði fyri liturin av olju í 2022 í mun til 2021. Orsøkin var fyrst og fremst hækkandi fiskaprísir.

Tað er eyðsæð, at tá oljuprísurin hækkar, eru tað teir bólkarnir, ið fáa minst virði av fiski fyri hvønn liturin av olju, ið merkja mest til hækkandi oljuprísin, tí tá er minni eftir at gjalda aðrar útreiðslur við, eftir at oljan er goldin.

Samanbering av oljunýtsluni hjá ymisku skipabólkunum

Myndin omanfyri samanber oljunýtsluna hjá ymisku skipabólkunum í 2022. Blái prikkurin vísir minsta virðið, tann guli miðal virðið og grøni prikkurin vísir mesta virðið. Sum dømi kann nevnast, at uppsjóvarskip í miðal nýttu 0,11 litrar fyri hvørt kilo, tað mest effektiva skipið nýtti 0,07 litrar fyri kilo, og tað minst effektiva nýtti 0,15 litrar fyri kilo. Tað mest effektiva skipið hevði sostatt eina oljunýtslu, sum lá um helmingin av tí skipinum, sum nýtti mest olju fyri hvørt kilo av fiski.

Ein orsøk til munin millum skipini er sjálvsagt, at summi skip eru meiri effektiv enn onnur, við tað at skrokkur og motorur eru effektivari. Ein onnur orsøk er, at fiskiskapurin hevur hepnast betri fyri summi skip í mun til onnur. Eitt skip kann tí liggja undir miðal eitt ár og omanfyri miðal eitt annað ár.

Stóra spjaðingin sæst eisini aftur í, at partrolararnir í miðal nýttu væl meiri olju enn frystilínuskipini, men mest effektivi partrolarin nýtti væl minni olju enn minst effektiva frystilínuskipið og eisini minni enn frystilínuskipini í miðal.

Oljunýtsla í uppsjóvarfiskiskapinum

Størsti fiskiskapurin í Føroyum er uppsjóvarfiskiskapurin. Høvuðsfiskasløgini í hesum fiskiskapi eru makrelur, sild, svartkjaftur og nakað av lodnu. Myndin til høgru vísir avreiðingarvirðið á teimum fýra fiskasløgunum í 2022. Har sæst at avreiðingarvirðið á makreli var um 1 milliard, sild slakar 700 milliónir, svartkjafti 500 milliónir og lodnu 200 milliónir. Samanlagt var talan um 2,2 milliardir ella 57% av samlaða avreiðingarvirðinum.

Eisini hava vit sæð omanfyri, at uppsjóvarfiskiskapurin brúkar stóran part av allari oljuni, sum fiskiskipini brúka. Stóri týdningurin av uppsjóvarfiskiskapinum, og stóra oljunýtslan hjá honum, ger tað áhugavert at greina oljunýtsluna hjá hesum fiskiskapinum nærri. 

Sjókovin hevur til hetta endamál fingið til vega útgreinaði tøl frá nøkrum uppsjóvarskipum. Hetta ger tað møguligt at greina oljunýtsluna nærri við atliti á nýtsluna uppá fiskaslag og fiskileið. Av tí at skip skráseta oljunýtslu og onnur hagtøl í sera ymiskan mun og á ymiskir hættir, er talan ikki um greining av øllum uppsjóvarskipunum, men nóg nógv skip eru við, til at úrslitini verða umboðandi fiskiskapin í bólkinum. Ætlanin er eisini at arbeiða við at samskipa skrásetingarnar millum skipini, soleiðis at vit frameftir fáa støðugt betri hagtøl um oljunýtsluna.

Avreiðingarvirði á uppsjóvarfiskasløgunum

Mynstrið í uppsjóvarfiskiskapi eftir mánaði og fiskaslagi í árunum 2020-2022

Uppsjóvarfiskasløgini eru ferðandi fiskastovnar, har lívfrøði og umhvørvið ávirkar útbreiðsluna á hvørjum ári. Um vit hyggja eftir mynstrinum í uppsjóvarfiskiskapinum ígjøgnum árið fyri hvørt fiskaslag, sæst at fyrra hálvárið gongur við fiskiskapi eftir lodnu og svartkjafti. Síðani tekur fiskiskapurin eftir makreli seg upp frá sumrinum og út á heystið. At enda kemur sildavertíðin á heysti og fram til árslok.

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir makreli

Makrelurin er hitt virðismiklasta av uppsjóvarfiskasløgunum. Sum sæst í myndini niðanfyri, hevur makrelur verið veiddur í 4 økjum, Føroyum, Noregi, ES-sjógvi (sum nú er bretskur sjógvur) og NEAFC økinum. Fiskiskapurin hevur vanliga tikið seg upp fyrst í føroyskum sjógvi, og síðani serliga í bretskum sjógvi. Síðani Brexit, hava føroysk fiskiskip mist atgongdina til ES sjógv og tískil er meira fiskað í NEAFC og norskum øki. Ein av avleiðingunum av mistari atgongd til bretskan sjógv er, at neyðugt hevur verið at byrja at fiska makrelin fyrr á árinum, meðan eingin fiskiskapur av makreli longur er í november, december og januar, sum annars vanliga var í bretskum sjógvi.  

Hyggja vit eftir oljunýtsluni frá árunum 2019, 2021 og 2022 ber til at greina, hvussu nógvur fiskur fæst fyri hvønn liturin av olju. Her sæst ein týðiligur munur millum bretskan sjógv og hinar fiskileiðirnar. Í 2019 fingust næstan 31 kg fyri hvønn litur, í mun til á landgrunninum, har ið sløk 13 kg fingust fyri hvønn litur av olju. Við øðrum orðum, var oljunýtslan í makrelfiskiskapinum á landgrunninum næstan tvær og eina hálva ferð størri enn í ES øki sama árið. Hyggja vit eftir oljunýtsluni í 2021 og 2022 kemur ein væl javnari mynd til sjóndar. Har fingust næstan 6 kg fyri hvønn litur av olju á landgrunninum, meðan nakað minni av fiski fekst í NEAFC og norskum sjógvi.

Av tí at fleiri av skipunum hava tímateljarar á motorinum, ber til at síggja, hvussu nógv verður fiskað um tíman. Har sæst aftur sama mynstrið, nevniliga at veiðan í bretskum sjógvi var munandi størri enn á føroyska landgrunninum í 2019. Skipini veiddu heili 18 tons um tíman, meðan veiðan á landgrunninum lá um 7 tons. Verður sæð burtur frá 2019, sæst at veiðan fyri hvønn tíma minkaði í øllum økjum. Í 2022, var mest fingið fyri hvønn tíma á landgrunninum (4,5 tons), meðan veiðan lá um 3,5 tons um tíman í NEAFC og norskum sjógvi.

Viðmerkjast skal, at við í tímatølunum er eisini sigling til og frá fiskileið, við tað at tímateljarin telur, frá tí at skipið fer úr havn til tað landar. Hetta er sostatt ikki bert meðan fiskað verður. Tí høvdu fiskaðu nøgdirnar verið størri um tíman, um einans teir tímarnir høvdu verið taldir við, tá tað varð tóvað. 

Myndin niðanfyri til vinstru vísir hvussu nógv virði fæst burturúr í mun til liturin av olju. Avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju var 241 kr í bretskum øki í 2019, meðan virðið sama ár var 90 kr fyri liturin á Landgrunninum. Í 2021 og 2022 lá virðið fyri liturin á øllum leiðum millum 25 og 44 krónur. Harvið sæst, at fiskiskapurin eftir makreli sum heild var munandi betur í 2019, og at bretska økið var framúr gott samanborið við onnur øki.

Myndin niðanfyri til høgru vísir avreiðingarprísin fyri fiskin, ið var veiddur í ymisku veiðiøkjunum. Har sæst, at hægsta veiðivirðið lá væl omanfyri 8 krónur í norskum sjógvi í bæði 2021 og 2022, meðan tað lá um 5-6 krónur á Landgrunninum og NEAFC. Tað, sum myndin tó ikki vísir okkum, er, at prísgongdin á makreli er vanliga tann, at makrelprísurin er hækkandi gjøgnum árið. Vanliga er hann lægstur, tá fiskiskapurin av makreli tekur seg upp á sumri, og hækkar so líðandi fram til ársenda. Hetta merkir, at prísurin vanliga er lægri, tá makrelurin er í føroyskum øki og væl hægri, tá hann er í norskum og bretskum øki.

Fiskiskapur eftir makreli býttur á øki í nøgd
í mun til tímatal

Í ársfrágreiðingini fyri fiskivinnuna 2020 gjørdi Sjókovin eina greining um virðið av atgongdini til bretskan sjógv. Hon kann lesast her. Har var hugt eftir miðalavreiðingarprísinum ígjøgnum árið. Tað hevur ofta verið víst á, at atgongdin til bretskan sjógv hevur stóra ávirkan á møguleikarnar at virðisøkja fiskin á landi, tí tá ið fiskurin er í bretskum sjógvi, er konsistensurin og fitiinnihaldið betri.

Avreiðingarprísur á makreli býttur á øki

Avreiðingarvirði á makreli fyri hvønn litur av olju býtt á øki

Fiskiskapur eftir makreli býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju

Mánaðarligi fiskiskapurin eftir makreli býttur á øki

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir sild

Sildafiskiskapurin er vanliga frá september til november/desember í føroyskum og íslendskum øki. Sum heild er fiskiskapurin á heysti. Tó sæst á myndini niðanfyri at í 2022 hevur verið nakað av veiðu um summarið eisini, men í nógv minni nøgdum.

Mánaðarligi fiskiskapurin eftir sild býttur á øki

Fiskiskapur eftir sild býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju

Avreiðingarvirði á sild fyri hvønn litur av olju býtt á øki

Á myndini til vinstru sæst, at í 2019 fekst serliga nógv sild fyri hvønn litur olju í íslendskum sjógvi, tá ið heili 25 kilo fingust fyri hvønn litur av olju. Sama árið var veiðan næststørst fyri hvønn litur av olju á landgrunninum við gott 16 kilo fyri liturin. Í 2021 var landgrunnurin økið, har mesta veiðan var fingin fyri hvønn litur, meðan í 2022 var besta økið í mun til oljunýtslu aftur íslendskur sjógvur. Íslendska økið og føroyski landgrunnurin eru sostatt heldur betri enn hini bæði økini (ES og NEAFC). 

Eins og við makrelinum ber til at greina veiðuna fyri hvønn tíma út frá tímateljarunum umborð á skipunum. Verður hugt at veiðuni fyri hvønn tíma, líkist mynstrið sera nógv mynstrinum fyri oljunýtsluna. Nógv mesta veiðan um tíman fekst í 2019, tá hon var 18 tons um tíman í íslendskum sjógvi. Eisini fekst mest sild um tíman í íslendskum sjógvi í 2022, meðan í 2021 var landgrunnurin besta veiðiøkið í mun til veiðu fyri hvønn tíma við 13 tonsum um tíman. NEAFC var munandi lægri við umleið 5 tonsum fyri hvønn tíma bæði í 2021 og 2022.

Myndin niðanfyri til vinstru vísir avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju. Har sæst, at avreiðingarvirðið fyri liturin var størst fyri veiðu í íslendskum sjógvi í 2019 og 2022, tá tað var ávikavist 100 krónur og 80 krónur. Í 2021 fingu skipini størsta virðið fyri hvønn liturin á landgrunninum, tá virðið var 72 krónur fyri liturin av olju. 

Verður hugt at myndini niðanfyri til høgru, sum vísir avreiðingarvirðið fyri hvørt kilo fyri hvørt veiðiøki sæst, at avreiðingarvirðið hevur ligið millum 3,63 og 5 krónur alt tíðarskeiðið. Eisini vísir myndin, at prísurin fyri hvørt kilo var sera javnur í 2019. í 2021 var prísurin hægstur í íslendskum sjógvi, og í 2022 var hann hægstur í NEAFC økinum. Í báðum førum lá hann um 5 krónur.

Fiskiskapur eftir sild býttur á øki í nøgd
í mun til tímatal

Samanumtikið kann sigast, at fiskiskapurin eftir sild sum heild tykist vera best í íslendskum øki í 2019 og 2022, bæði mált uppá effektivan fiskiskap og uppá virði av veiðuni. Harafturímóti var føroyski landgrunnurin bestur í 2021 í øllum uttan avreiðingarprísinum fyri kilo.

Avreiðingarprísur á sild býttur á øki

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir svartkjafti

Mánaðarligi fiskiskapurin eftir svartkjafti býttur á øki

Fiskiskapur eftir svartkjafti býttur á øki í nøgd
í mun til litrar av olju

Avreiðingarvirði á svartkjafti fyri hvønn litur av olju býtt á øki

Tá vit hyggja eftir veiðuni av svartkjafti yvir árið og øki, sæst, at nógv størsti parturin av fiskiskapinum eftir svartkjafti er í føroyskum sjógvi. Nakað av veiðu hevur eisini verið í NEAFC og ES øki. Í 2022 var mestsum øll veiðan á føroyska landgrunninum. Nakað av fiskiskapi eftir svartkjafti er vanliga um ársskiftið, men veiðan er størst seint á várið, um mai mánaða.

Tá vit hyggja eftir veiðuni av svartkjafti yvir árið og øki, sæst, at nógv størsti parturin av fiskiskapinum eftir svartkjafti er í føroyskum sjógvi. Nakað av veiðu hevur eisini verið í NEAFC og ES øki. Í 2022 var mestsum øll veiðan á føroyska landgrunninum. Nakað av fiskiskapi eftir svartkjafti er vanliga um ársskiftið, men veiðan er størst seint á vári, um mai mánaða. 

Tá ið talan er um svartkjaft, fæst ofta nógv veiða fyri hvønn litur av olju. Myndin til vinstru vísir, at í 2022 var veiðan yvir 21 kilo fyri hvønn litur av olju. Annars hevur veiðan fyri hvønn litur ligið um 15 kilo fyri hvønn litur av olju. Hetta er á leið tað sama, sum við sildini og munandi meiri enn fyri makrelin í 2021 og 2022.

Sum áður nevnt, er oljunýtslan tætt knýtt at fiskiskapinum. Hyggja vit so eftir veiðuni fyri hvønn tíma, sæst, at í 2022 var fiskiskapurin serstakliga góður, og yvir 20 tons vóru veidd fyri hvønn tíma á føroyska landgrunninum. Næstbesta árið og økið var í 2019 í føroyskum øki, tá ið veiðan fyri hvønn tíma var næstan 14 tons.

Myndirnar niðanfyri viðgera avreiðingarvirðið. Til vinstru sæst, at avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju var óvanliga høgt í 2022 – gott 47 krónur fyri hvønn litur. Hini bæði árini hevur tað sum heild ligið millum 20 og 30 krónur fyri hvønn litur av olju.

Um hugt verður eftir avreiðingarprísinum á myndini til høgru, sæst, at prísurin lá omanfyri 2.20 kr/kg. Annars lá avreiðingarprísurin hini árini millum slakar 1,50 kr og slakar 2 kr. Sostatt má sigast, at fiskiskapurin eftir svartkjafti, bæði í nøgd og virði, sær út til at hava hilnast serstakliga væl í 2022. 

Fiskiskapur eftir svartkjafti býttur á øki í nøgd
í mun til tímatal

Avreiðingarprísur á svartkjafti býttur á øki

Uppsjóvarfiskiskapurin eftir lodnu

Fiskiskapurin eftir lodnu fer bert fram í íslendskum sjógvi. Í 2021 og 2022 lá veiðan um 10 kg fyri hvønn litur av olju. Verður hugt eftir veiðuni fyri hvønn tíma, er tað áhugavert at leggja til merkis, at fiskiskapurin fyri hvønn tíma var munandi betri í 2022 enn 2021. Í 2021 var veiðan fyri hvønn tíma um 6,5 tons, meðan hon var sløk 10 tons í 2022.

Verður hugt eftir avreiðingarvirðinum fyri hvønn litur, sæst, at hetta lá um 113 krónur fyri hvønn litur av olju í 2021, meðan tilsvarandi virðið fór niður í helvt í 2022. Orsøkin til hetta sæst, tá ið hugt verður eftir avreiðingarprísinum á lodnu, tá prísurin í 2021 var beint niðanfyri 12 krónur, og umleið 6 krónur í 2022.

Samanumtikið tykist fiskiskapurin eftir lodnu at hava gingið betur í 2022 í mun til 2021, men samstundis var avreiðingarprísurin lægri, soleiðis at virðið av veiðuni fyri hvønn litur av olju var lægri í 2022 í mun til 2021.

Samanberingar og samanumtøka av uppsjóvarfiskiskapi

Vit hava nú fingið eina mynd av oljunýtsluni í mun til fiskiskapin eftir ymisku uppsjóvarfiskasløgunum. Um vit samanbera veiðuna fyri hvønn litur av fiski í ymisku fiskasløgunum so sæst, at í 2019 vóru tað sild og makrelur, sum góvu størstu úrtøkuna fyri hvønn litur av olju, umleið 19 kilo fyri hvønn litur av olju, meðan svartkjafturin lá um 16 kilo fyri liturin. Við øðrum orðum vóru tað silda- og makrelfiskiskapurin sum brúktu minst olju til hvørt kilo av fiski. Í 2021 fekst ikki nær so nógv veiða fyri hvønn litur av olju. Umleið 12 kilo fyri svartkjaft og sild, meðan veiðan av makreli var bert sløk 5 kg fyri hvønn litur av olju. Í 2022 var veiðan fyri hvønn litur av olju av svartkjafti serstakliga góð – yvir 21 kilo. Tilsvarandi talið fyri sild var 13, meðan tað var umleið 10 kilo fyri liturin fyri lodnu, og góð 5 kg fyri makrel. 2019 var einasta árið, tá fiskað var eftir makreli í bretskum sjógvi, og her er ein greið ábending um, at hesin fiskiskapurin er munandi meira orkuvinarligur enn makrelfiskiskapurin í hinum økjunum. Tó so, er hetta bert tøl fyri eitt ár, og tískil hevði verið gott at hugt eftir hesum mynstrinum aftur í tíð, fyri at síggja í hvønn mun hetta ger seg galdandi yvir eitt longri tíðarskeið. 

Veiða í kg fyri hvønn litur av olju

Avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju

Makrelur

Svartkjaftur

Veiða í kg fyri hvønn tíma

Avreiðingarprísir

Samanbera vit fiskiskapin um tíman sæst, at svartkjafturin hevði besta fiskiskapin øll árini. í 2022 var munurin nógv størstur tá fiskiskapurin eftir svartkjafti var útvið 20 tons um tíman, meðan sildin og lodnan lógu um 10 tons og makrelurin um 4 tons um tíman.

Tá ið avreiðingarvirðini av ymisku fiskasløgunum vera sammett í mun til hvønn litur av olju, sæst, at makrelur hevur nógv tað størsta avreiðingarvirðið á omanfyri 140 krónur fyri hvønn litur. Hetta er sjálvandi eitt úrslit av góða fiskiskapinum í 2019. Taka vit 2019 burturúr og hyggja nærri eftir seinastu tveimum árunum, hava sildin og lodnan givið størri úrtøku í mun til litrarnar av olju enn makrelurin, og í 2022 var svartkjafturin eisini omanfyri makrelin. Vanliga mynstrið, við at makrelurin er besta uppsjóvarfiskaslagið, tykist møguliga at vera broytt.

Samanbera vit avreiðingarprísirnar á ymisku fiskasløgunum sæst, at tað eru serliga lodnan og makrelurin, ið hava høgt avreiðingarvirði fyri hvørt kilo, meðan sildin hevur nakað lægri prís. Svartkjafturin hevur vanliga nógv lægsta prísin.

Veidd nøgd í kilo fyri hvønn litur av olju per túr í 2021 og 2022

Sild

Lodna

Útgreinaðu hagtølini á túrarnar hjá uppsjóvarskipunum gera tað møguligt, at hyggja at hvussu spjaðingin er á oljunýtsluni fyri ymsu túrarnar. Summir túrar hilnast væl við góðum fiskiskapi, meðan aðrir hilnast minni væl.

Veidda nøgdin av makreli fyri hvønn litur av olju vísir okkum, at fiskiskapurin á teimum flestu túrunum í 2022 var undir 5 kilo fyri hvønn litur av olju, við tað at 106 av 127 túrum vóru í bólkinum 0-5 kg/ltr. Tað vil siga at 83% av túrunum vóru í hesum bólkinum. 14 túrur vóru í bólkinum 6-10 kg/ltr og 7 túrur vóru omanfyri 11 kg/ltr. Hetta merkir, at spjaðingin í makrelfiskiskapinum var lítil samanborið við fiskiskapin eftir hinum fiskisløgunum.

Sildin hevði munandi størri spjaðing við tað at einans 18 av teimum 70 túrunum, svarandi til 26%, lógu í bólkinum 0-5 kg/ltr. Restin vóru spjaddir rímiliga javnt út og heili 6 túrar vóru, har fiskiskapurin lá omanfyri 26 kilo fyri liturin.

Svartkjafturin hevði ongan túr niðanfyri 6 kilo fyri liturin av olju. 22 av teimum 55 túrunum, svarandi til 40%, lógu í bólkinum 6-10 kilo fyri liturin. Sigast kann annars, at mynstrið í spjaðingini í svartkjaftinum lá ímillum mynstrið í makrelinum og í sildini, við tað at flestu túrarnir lógu í lægra endanum, meðan nakrir túrar vóru heilt upp í 36-40 kilo fyri liturin.

13 túrar vóru eftir lodnu, harav 5 í bólkinum 0-5 kg fyri liturin av olju, svarandi til 38%. Restin av túrunum lógu rímiliga javnt býttir út á bólkarnar, upp til 20 kilo fyri liturin.

Vakstrarforum

Tilmæli um einar burðardyggari Føroyar

Undanfarna samgonga tók stig til at stovna vakstrarforum. Endamálið við Vakstrarforum var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum var tíðaravmarkað til hálvt annað ár –  frá februar 2021 til juni 2022. Vakstarforum hevur latið frá sær 6 frágreiðingar, harav ‘Grønari hinumegin’ var hin síðsta.

“Arbeiðsbólkurin fyri grøna skiftið skal vísa á mest uppløgdu mátarnar, Føroyar kunnu gerast grønari. Bólkurin skal hyggja at grøna skiftinum í breiðastu merking – tað vil siga innan orku, mat og onnur øki – umframt tey øki, sum Vakstrarforum longu hevur raðfest.

Bólkurin skal grundgeva, hvussu eitt grønt skifti kann vera virðisskapandi. Úrslitini hjá grøna bólkinum skulu kunna leggja lunnar undir eina nationala burðardygdarstrategi.”

Tilmælini koma afturat teimum mongu tilmælunum sum vóru løgd fram í Grønari hinumegin. Niðanfyri umrøða vit tilmælini úr grønari hinumegin frágreiðingini, sum snúgva seg um fiskivinnuna, ella kunnu á einhvønn hátt hava ávirkan á fiskivinnuna.

Tilmæli um fiskivinnuna

  • Allir fiskastovnar skulu troytast burðardygt og soleiðis, at teir kasta sum mest av sær. Hetta merkir, at lívfrøðilig tilmæli mugu fylgjast og fiskivinnulóggáva lagar seg eftir lívfrøðini.

  • Fiskivinnulóggávan skal leggja upp til at fiskiskapurin er so orkusparandi sum til ber, m.a. við atliti at aldri á flotanum, tøkni, og kvotabýti.

  • Eftirlit við fiskiskapinum skal uppraðfestast, soleiðis at tað ber til at tryggja, at allar reglur vera fylgdar.

  • Ein ætlan skal gerast fyri at alt tilfeingið frá fiskiskapi, aling og djórahaldi kann fáast til høldar, og hagtøl mugu gerast fyri, hvat verður gagnnýtt, og hvat fer til spillis, soleiðis at til ber at meta um gongdina.

  • Fiskivinnustýringin eigur at taka størri atlit til at minka um samlaðu orkunýtsluna í fiskiflotanum. Hetta kann gerast við at eggja til rationaliseringar í flotanum, soleiðis at fiskiskapurin gerst so umhvørvisliga effektivur sum gjørligt.

  • Eisini er neyðugt at seta í verk granskingar- og menningarverkætlanir, sum kunnu hava við sær fleiri íløgur í orkusparandi skip og útgerð. Kannast má nærri, um fiskivinnuskipan okkara í nóg stóran mun eggjar til íløgur í framkomin skip

Yvirskipaði tilmæli serstakliga viðkomandi fyri fiskivinnuna

  • Eitt munandi og atferðarbroytandi CO₂ avgjald, eins og í grannalondum okkara, eigur at verða lagt á beinleiðis CO₂ útlát og skal avloysa oljuavgjøldini. Har lívrunnið ella annað burturkast verður brent, verður CO₂ avgjaldið tillagað, so tað svarar til netto CO₂ útlátið. Inntøkurnar frá CO₂ avgjaldinum skulu oyramerkjast til at skunda undir grøna skiftið, eitt nú til gransking og menning, avgjaldsfrítøku á grønum loysnum, stuðul o.l., sum eisini kann tryggja, at sosial atlit verða tikin í orkuskiftinum.

  • Vinnulig gransking og menning eigur at vera uppraðfest eitt nú við at økja játtanina til vinnuligar menningarverkætlanir og at skapa karmar, sum eggja vinnuligum fyritøkum at gera íløgur í granskingar- og menningarætlarnir.

  • Vit skulu avtaka allar skipanir, sum halda ávísari arbeiðsmegi fastari í ávísum virksemi, ella sum skerja møguleikan hjá ávísum samfelagsbólkum at arbeiða meir. Til dømis eiga vit at hyggja at, hvussu vit kunnu avtaka skipanir, sum fasthalda arbeiðsmegi í ólønandi vinnum (t.d. fiskavirkisskipanini), meðan aðrar vinnur mangla arbeiðsmegi. Eisini eiga vit at miða ímóti, at tey, sum ynskja tað, skulu kunna arbeiða fulla tíð, og at fólk, sum eru farin um pensjónsaldur, skulu kunna arbeiða meir og longur, um tey ynskja tað.

  • Áhaldandi tiltøk skulu setast í verk fyri at tryggja, at vit hava nóg nógva arbeiðsmegi í landinum. Trotið á arbeiðsmegi er ein hóttan fyri vælferðina, búskaparliga haldførið og burðardygdina í Føroyum. Vit mugu halda fram við tiltøkum, sum gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, men vit skulu eisini kanna, hvussu fleiri tímar kunnu gerast tøkir við verandi arbeiðsfjøld á forsvarligan hátt.

Tilmæli um heimsmálini og burðardygd í breiðari merking

  • Neyðug orka og fígging skal setast av til framhaldandi menning, rakstur og dagføring av indikatorum árini frá 2023 til 2030.

  • Ein burðardygdsstrategi skal gerast við støði í hesi frágreiðing og viðkomandi indikatorum fyri tey seytjan heimsmálini, fyri at finna útav, hvussu mál og undirmál skulu raðfestast, og hvussu grøna skiftið skal leggjast til rættis.

  • Hagtøl hesum viðvíkjandi skulu vera alment atkomulig, soleiðis at ein og hvør kann síggja, hvussu tað gongur við grøna skiftinum og burðardygdini sum heild.

  • Umhvørvislig burðardygd eigur at vera liður í øllum viðkomandi útbúgvingum, serliga námsfrøðiligum útbúgvingum, soleiðis at lærarar og námsfrøðingar eru skikkað at bera hesa vitan víðari til ungdómin.

  • Námsætlanir skulu tryggja, at vitan um veðurlagsbroytingar, CO₂ útlát, endurnýtslu og umhvørvisliga burðardygd eru gjøgnumgangandi tættir í undirvísing.

Frágreiðing um lóg um sjófeingi

Á hvørjum árið leggur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fram frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar framtíðarætlanir hann hevur. Niðanfyri verður nakað av innihaldinum endurgivið.

Innihaldið í frágreiðingini:

  1. Løgtingslóg um sjófeingi. Hvat er sett í verk. Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðinum fyri 1. februar 2023.

  2. Hagtøl um fiskiveiðu.

  3. Uppboðssølurættindi, menningarkvoturog kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

  4. Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi.

  5. Vørn. Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit.

  6. Havstovan. Støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum.

  7. Landsstýrismaðurin. Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja

Í hesi ársfrágreiðingini hjá Sjókovanum verða nøkur punkt úr frágreiðingini borin fram.

Nakað av tí, sum bleiv sett í verk. Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðinum fyri 1. februar 2023

  • Á nýggjárinum 2022 var seinasta freist hjá rættindahavarum at knýta síni veiðirættindi at ávísum fiskifari, sum fær veiðiloyvi. Bólkur 5 er tó undantikin kravinum um veiðiloyvi fyri at fáa fiskiloyvi. Lógin ásetir, at fyri at hava veiðiloyvi, skulu veiðirættindi (t.d. kvotur ella fiskidagar) vera knýtt at fiskifarinum. Sostatt ber ikki til at hava tóm veiðiloyvi.

  • Eigarin av fiskifarinum skal vera heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í lógini um eigaraviðurskifti.

  • Veiðiloyvið er fyritreyt fyri at kunna avhenda egnar fiskidagar ella egnar kvotur millum fiskifør.

    Í lógini eru eisini reglur um at flyta veiðiloyvi saman við øllum veiðirættindum millum fiskifør.

    Um gildistíðina á veiðiloyvum

  • Sambært sjófeingislógini er veiðiloyvið galdandi til 1. januar 2034. Á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin uppskot fyri Løgtingið, um gildistíðin á rættindum skal leingjast við einum ári.

  • Uppskot um at leingja gildistíðina við einum ári varð lagt fyri Løgtingið í november 2022, men málið fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað at vera í desember 2022.

  • Sum er, er eingin ætlan at leggja uppskot fyri tingið um at leingja gildistíðina, men at varðveita ásetingina um, at veiðiloyvið er galdandi til 1. januar 2034.

Botnfiskur á Føroyabanka í 2022

  • Føroyabanki varð friðaður fyri øllum vinnuligum fiskiskapi í 2008, tó so, at loyvt hevur verið útróðrarbátum at royna eftir botnfiski í avmarkað dagatal við snellu, snøri ella tráðu. Í 2022 varð gjørt av at víðka skipanina í vinnuliga fiskiskapinum eftir botnfiski á Føroyabanka.

  • Tvær høvuðsbroytingar vórðu gjørdar: Onnur var, at loyvt varð at royna við línu. Hin var, at línuskip í bólki 3 eisini sluppu inn á Bankan.

  • Fiskiskapurin hilnaðist væl. Fyribils uppgerðin hjá Vørn vísir, at fiskað vóru tilsamans 2.380 tons av botnfiski á Føroyabanka í 2022. Nógv tað mesta var hýsa – góð 65%. Lítið var av toski, bert 58 tons.

    Skipanin av makreli í bólkar og loyvi til heimaflotan

  • Eftir makrelkunngerðini í 2022 vóru umleið 32.000 tons av makreli tillutað heimaflotanum. Hetta er umleið 21% av samlaðu tøku kvotuni til føroysk skip. Við einum settum avreiðingarprísi uppá 7,00 kr./kg er samlaða avreiðingarvirðið av makrelkvotunum til heimaflotan umleið 224 mió. kr.

Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi

  • Føroyar gjørdu avtalur um at fáa rættindi at veiða kvotur hjá Íslandi, Grøndlandi, Noreg, Bretlandi og Russlandi í býti við kvotur í føroyskum sjógvi

  • Eftir at Bretland fór úr ES í 2020, eru samráðingar millum strandalondini um uppsjóvarfiskiskapin víðkaðar við einum parti afturat. Londini hava funnið semju um mest loyvdu veiði av makreli, norðhavssild og svartkjafti fyri 2022 og 2023, sum er ásett samsvarandi ráðgevingini frá ICES, men ikki um býtið av heildarkvotuni. Tí hava Føroyar, eins og hini strandarlondini, ásett egnar kvotur av uppsjóvarfiski.

  • Føroysku kvoturnar í 2023 eru fyribils settar til: makrelur 70.000 tons, svartkjaftur 300.000 tons og norðhavssild 50.000 tons. Ósemjan um uppsjóvarfiskastovnarnar ger, at ongar avtalur eru gjørdar við ES og Bretland um sínámillum atgongd at fiska av strandalandakvotunum inni hjá hvørjum øðrum, men Føroyar og Noreg gjørdu í 2021 og 2022 slíka avtalu teirra millum.

Vørn. Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit

  • Vørn tørvar bøttar umstøður til fyrisiting og eftirlit.

  • Krøvini til fiskiveiðieftirlit eru økt og tað hevur við sær, at fleiri starvsfólk eiga at verða sett til hetta.

  • Føroyar hava bundið seg til at hava eftirlit við 5% av landingum og 7,5% av nøgdini, sum verður landað av uppsjóvarfiski. Talið av eftirlitsfólki má tí økjast, um vit skulu halda ásetingarnar, ið vit hava bundið okkum til. Í núverandi løtu eru 4 fólk í fulltíðarstarv til hetta umframt at manningar umborð á Brimli og Tjaldrinum eisini mugu gera kanningar á landi, hóast teirra uppgáva einans eigur at vera eftirlit á sjónum. Undir verandi kørmum megnar Vørn ikki at halda ásetingarnar um eftirlit.

Tað, at Vørn hevur heimild at seta eygleiðarar umborð á føroysk skip, ið eru til ávísan fiskiskap, og at skipaeigarin ber útreiðslurnar, bøtir um møguleikarnar at reka fiskiveiðieftirlit til havs. Vørn kundi tó hugsað sær, at sama skipan var galdandi fyri øll føroysk skip uttan mun til fiskiskap.

  • Viðvíkjandi eftirliti til sjós, so er virksemið avmarkað. Orsøkin er, at Tjaldrið einans er mannað helvtina av árinum. Tjaldrið er eitt eldri skip og tað slepst ikki undan tekniskum avbjóðingum. Tað hevur við sær, at trupult er at fáa fatur á eykalutum, og at skipið tí liggur meira enn ætlað. Vørn er av teirri fatan, at nýtt skip átti at verið útvegað ístaðin.

Havstovan - Støðulýsing av fiskastovnum

  • Longa undir Føroyum var fyri fyrstu ferð stovnsmett í 2021 við neyvum tonsatølum. Gýtingarstovnurin er øktur seinastu tíggju árini og var í 2022 umleið 19 túsund tons. Veiðitrýstið er oman fyri burðardygga veiðitrýstið, sum ICES hevur ásett. Veiðan í 2023 er mett til umleið 6 túsund tons við verandi veiðitrýsti og kemur væntandi at minka í 2024. Longa er formliga ikki ein partur av umsitingarætlanini fyri tosk, hýsu og upsa á føroyska landgrunninum, men verður fiskað sum hjáveiða. ICES hevur mælt til, at tað í mesta lagi verða fiskað 3.552 tons í 2023.

  • Gulllaksur undir Føroyum og vestan fyri Skotland var fyri fyrstu ferð stovnsmettur í 2021 við neyvum tonsatølum. Gýtingarstovnurin hevur verið støðugur í fleiri ár og var í 2022 mettur til 89 túsund tons. Veiðan í 2023 er mett til 18 túsund tons við verandi veiðitrýsti. Veiðitrýstið er niðan fyri burðardygga veiðitrýstið, sum ICES hevur ásett, og ICES mælti til eina veiðu í 2023 á 17.078 tons. Veiðan eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi er skipað við eini serstakari kvotaskipan, og hevur kvotan í fleiri ár verið 11.700 tons.

Landsstýrismaðurin - Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja

Vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið, soleiðis at útflutningsvirðið á tilfeinginum kann økjast munandi komandi árini. Gongd er sett á ætlan við arbeiðinum við virðisøking, og seinni í vár verður ráðstevna, har evnini nýskapan, virðisøking og meirvirking verða sett á breddan.

  • Í vár verða tillagingar gjørdar í verandi reglum, sum áseta brúkstreyt fyri at avhenda veiðirættindi og í reglunum um generellu brúksskylduna á veiðiloyvi og fiskiloyvi, so tær endurspegla dagsins tørv og eru neyvari og greiðari fyri loyvishavarar og umsiting

  • Umsitingarætlanin fyri fiskidagaskipanina í føroyskum sjógvi verður eftirmett í 2023. Saman við m.a. Havstovuni verður farið undir at viðgera, um og hvørjar tillagingar skulu gerast, serliga við støðuni hjá botnfiskastovnunum undir Føroyum í huga

  • Tað er eitt ynski hjá samgonguni at fáa størri gjøgnumskygni og innlit í roknskaparligu viðurskiftini hjá skipunum, sum fáa tillutað tilfeingi frá landinum. Hetta merkir ítøkiliga, at feløg, sum fáa tilfeingi tillutað frá landinum, á hvørjum ári skulu leggja fram sundurgreinaðan roknskap og ognarskrá fyri alt virksemið. Tá umræður eigaraviðurskiftini í veiðiliðnum, so er samgongan á einum máli um, at bert fyritøkur og persónar, búgvandi og skattskyldig í Føroyum, fáa atgongd í veiðiliðnum.

  • Hetta merkir eisini, at verandi útlendskur ognarskapur skal hvørva, og nýggjur útlendskur ognarskapur verður ikki loyvdur, og verður verandi skipan eisini í hesum sambandi eftirhugd.

  • Samgongan hevur sett sær fyri, at privata sølan av loyvum og rættindum skal fara fram á gjøgnumskygdum marknaði, og er hetta eisini eitt mál, sum verður sett í gongd í næstum.

  • At enda, so er tað greitt, at eftirlit og eygleiðingar av fiskiskapinum í føroyskum sjóøki hevur stóran týdning, og av somu orsøk er sett á skrá at styrkja Vørn og at seta í verk skipan við eftirliti og møguleika fyri eygleiðarum umborð á fiskiskipum. Hetta arbeiðið er farið ígongd og er eisini ein partur av fíggjarlógini fyri 2023.

     

Keldur og tilvísingar

Myndir

  • Útflutningur av fiskavørum: James Currie Photography 

  • Hvussu verður fiskurin virkaður?: Varðin Pelagic 

  • Løntakarar í fiskivinnuni: Vaðhorn  

  • Mynd av toski: in.fo. Leinkja: https://www.in.fo/news-detail/bradtidindi-vit-skulu-gevast-at-fiska-tosk-undir-foeroyum

  • Finnur Fríði: Varðin.fo  

  • Oljudálking: John Rourke - Unsplash.com 

  • Makrelur: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of Scomber scombrus - Atlantic mackerel

  • Sild: MSC - © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Clupea Harengus - Atlantic Herring

  • Svartkjaftur: © Scandinavian Fishing Year Book, Illustration of a Clupea Harengus - Blue Whiting

  • Lodna: Marz seafood

Keldur

European Council of European Union. 2023. EU sanctions against Russia explained. Tøk á https://www.consilium.europa.eu/en/policies/sanctions/restrictive-measures-against-russia-over-ukraine/sanctions-against-russia-explained/

Fiskimálaráðið. 2022. Frágreiðing um løgtingslóg um sjófeingi. Tøk á https://www.logting.fo/documents/55446

Fiskimálaráðið. 2022. Fiskiveiðiavtalur. Leinkja: https://www.fisk.fo/fo/kunning/fiskiveidiavtalur/ 

Føroya Landsstýri (2018). Heimsmálini fyri burðardyggari menning. Leinkja: https://www.lms.fo/fo/arbeidsoki/stjornarsamskipan/onnur-samskipan/heimsmalini-2030/

Hagstova Føroya. Leinkja: http://www.hagstova.fo

Havstovan 2022: Tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í 2023. Leinkja: https://www.hav.fo/index.php?Itemid=372&id=980&option=com_content&view=article

ICES. 2022. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.1 (Faroe Plateau). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, cod.27.5b1, https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772368

ICES. 2022. Haddock (Melanogrammus aeglefinus) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, had.27.5b, https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772377

ICES. 2022. Saithe (Pollachius virens) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, pok.27.5b, https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772458

ICES. 2022. Blue whiting (Micromesistius poutassou) in subareas 1-9, 12, and 14 (Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, whb.27.1-91214. https://doi.org/10.17895/ices.advice.21493974

ICES. 2022. Herring (Clupea harengus) in subareas 1, 2, 5 and divisions 4.a and 14.a, Norwegian spring-spawning herring (the Northeast Atlantic and Arctic Ocean). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, her.27.1-24a514a. https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772380

CES. 2022. Cod (Gadus morhua) in Subdivision 5.b.1 (Faroe Plateau). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, cod.27.5b1, https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772368

ICES. 2022. Haddock (Melanogrammus aeglefinus) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, had.27.5b, https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772377

ICES. 2022. Mackerel (Scomber scombrus) in subareas 1-8 and 14 and division 9.a (the Northeast Atlantic and adjacent waters). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, mac.27.nea. https://doi.org/10.17895/ices.advice.7789

ICES. 2022. Saithe (Pollachius virens) in Division 5.b (Faroes grounds). In Report of the ICES Advisory Committee, 2022. ICES Advice 2022, pok.27.5b, https://doi.org/10.17895/ices.advice.19772458

Vakstrarforum. (2021). Grønari hinumegin. Tilmæli um einar burðardyggari Føroyar Tórshavn: Løgmansskrivstovan. Leinkja: https://lms.cdn.fo/media/16733/6-gr%C3%B8nari-hinumegin.pdf?s=BCpFdsBLWL3Bvp-d0TkCYA1SKGI

Vørn - http://www.vorn.fo  

World Bank Blogs. Jun, 2022. Trade restrictions are inflaming the worst food crisis in a decade. Tøk á

https://blogs.worldbank.org/voices/trade-restrictions-are-inflaming-worst-food-crisis-decade

World Trade Organization. 2022. Food security. Tøk á https://www.wto.org/english/tratop_e/agric_e/food_security_e.htm

Sjókovin takkar øllum, sum hava givið sítt íkast til frágreiðingina