
Nýtt teldutøkt undirvísingartilfar til fólkaskúlan
Sjókovin, Nám og Tøkni hava framleitt serføroyskt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu til náttúru og tøkni lærugreinina í fólkaskúlanum.
Talgilda undirvísingartilfarið liggur á heimasíðuni Sjófeingi.fo og kann síggjast við á leinkjuni her
UM UNDIRVÍSINGARTILFARIÐ
Undirvísingartilfarið er býtt upp í átta høvuðsevni:
1. Fiskivinna, 2. Alivinna, 3. Framleiðsla av fiskavørum, 4. Fiski- og alivinnan í Føroyum og heimshøpi, 5. Umhvørvisávirkan, 6. Vitan og burðardygd, 7. Heilsugóður matur og 8. Heimsmálini.
Undir hvørjum evni eru nøkur fakta um evni, uppgávur, floksprát, spurningar, spøl og filmsbrot.
Eitt føroyakort er lagt inn á síðuna. Á kortinum sæst hvørjar fyritøkur, skip og alifirðir eru í Føroyum og hvar í landinum hesi eru.
Undir ‘‘Filmsbrot’’ eru ymisk filmsbrot løgd inn. Í einum av filmsbrotunum kunnu menningarstigini hjá laksalúsini síggjast.
Undir ‘‘Annað tilfar’’' eru m.a. sendingar lagdar inn og annað tilfar um fiski- og alivinnu
