Grønari hinumegin

Tilmæli um einari burðardyggari Føroyar

Løgmaður setti í februar 2021 Vakstrarforum, sum í hálvt annað ár skuldi arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í Føroyska samfelagnum. Endamálið er at birta upp undir burðardygga virðisøking í breiðari merking í føroyska samfelagnum, sum kann betra um og styrkja vælferðina í Føroyum langt inn í framtíðina.

Vakstarforum hevur raðfest seks økir at arbeiða meira við. Til hvørt øki, sum varð raðfest, setti Vakstrarforum ein undirbólk. Ein av undirbólkunum var Grøni bólkurin.

Arbeiðið hjá Grøna bólkinum byrjaði í februar 2022, tá ið avgjørt vat at raðfesta grøna skiftið sum vakstrarøki. Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum var við í arbeiðsbólkinum.

Grundað á tilmælini frá Grøna bólkinum hevur Vakstrarforum síðani viðgjørt og sett fram endaligu tilmæli í frágreiðingina Grønari hinumegin. Frágreiðingin kann lesast her.