Havið og framtíðin
Tilmæli um burðardyggan virðisvøkstur úr havinum
Í 2021 setti løgmaður Vakstrarforum, sum í hálvtannað ár skuldi arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í føroyska samfelagnum.
Havbólkurin bleiv settur sum ein av seks bólkum og hevði til endamáls at vísa á, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast á burðardyggan hátt og hvørjir karmar vóru fyritreyt fyri burðardyggum vøkstri. Í hesum arbeiði var m.a. Unn Laksá, stjóri Í Sjókovanum.
Grundað á tilmælini frá Havbólkinum hevur Vakstrarforum síðani viðgjørt og sett fram endaligu tilmæli í frágreiðingini ‘Havið og Framtíðin’.
Til ber at lesa frágreiðingina Havið og Framtíðin her.