Veiðan hjá línuskipum í Føroyskum øki hevur verið minkandi, og umleið helmingurin av veiðuni seinastu árini hevur verið veiddur í útlendskum øki, men hvønn týdning hevur atgongdin at fiska uttanlands fyri línuskip? Hetta fara vit at umrøða á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes.Á skránni vera framløgur frá Magni Laksáfoss hjá Sjókovanum, sum fer at leggja fram samanbering av fiskiskapinum hjá línuskipum á ymsum leiðum við støði í veiðudagbókum og vísindaligum kanningum hjá línuskipum. Petur Steingrund fer at hugleiða um hvørjar niðurstøður kunnu gerast um støðuna hjá fiskastovnum út frá tølunum. Eisini fer Stefan í Skorini at hugleiða og greiða frá um samráðingarnar í NAFO høpi, og Kristian Martin Petersen frá Felagnum Línuskip fer at greiða frá um hvønn týdning útlendsk veiðirættindi hava fyri flotan.
Back to All Events