Back to All Events

Ráðstevna um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni í Göteborg

Tann 19. Novembur verður ein ráðstevna í Göteborg um hvussu vit kveikja tað grøna orkuskiftið í fiskivinnuni, soleiðis at vit røkka málunum um null útlát í 2050. Grøna orkuskiftið í evropeisku fiskivinnuni far vaksandi uppmerksemi, og Norðurlond hava góðar umstøður at taka ein leiðandi leiklut og stuðla undir orkuskiftinum í øllum Evropa.

Endamálið við ráðstevnuni er at økja um vitanina um hvussu Norðurlond umsita og hava eftirlit við oljunýtsluni og útláti í fiskiskapi, og miðar eftir at skapa eina betri fatan av núverandi støðu fyri at eyðmerkja avbjóðingar og møguligar loysnir fyri at røkka málunum.  

Á skránni verða framløgur frá starvsfólki í granskingarstovnum, fiskivinnuni, og embætisverkum úr norðurlondum og ES. Unn Laksá, stjóri á Sjókovanum, fer at leggja fram um føroysku verkætlanina, SmartFisk, ið er eitt samstarv millum Sjókovan og føroysk reiðaríir at minka um oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum. Eisini fer Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni at greiða frá um hvussu tey sum almenni myndugleikin arbeiða við hagtølum um oljunýtslu og útláti av vakstrarhúsgassum, og hvørjar avbjóðingar eru hesum viðvíkjandi.

Luttøka er ókeypis, men tað er avmarkað pláss. Tíðarfreistin fyri tilmelding er 8. novembur.

Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við Unn Laksá á unn@sjokovin.fo ella +298 558500.

Previous
Previous
November 6

Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar