Back to All Events

Opið hús

Mikudagin 17.juni kl.14 bjóðar Sjókovin øllum áhugaðum á gátt, har greitt verður nærri frá nýstovnaða granskingarstovninum. Eisini verður greitt frá nøkrum av verkætlanunum, ið longu eru ígongd, eins og greitt verður frá framtíðarætlanum. Eisini verður høvi at fáa eitt ábit og prát aftaná framløgurnar.

Sjókovin, ið er ein óheftur, privatur, ikki-vinnurekandi stovnur, varð settur á stovn 30.mars í ár. Nýggi granskingarstovnurin er settur á stovn fyri at stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskum sjófeingisvinnum. Hetta verður gjørt, við at veita vitanartænastur umvegis gransking og luttøku í altjóða verkætlanum, til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim.

Skráin:

Vælkomin: Niels Winther, nevndarformaður
Sjókovin og Ocean Cluster Faroes: Endamál og virksemi
Ávirkanin av Covid-19 á fiski- og alivinnuna: tilgongd og fyribils niðurstøður, Unn Laksá
Gaggnýtsla av hagtølum og vitan frá fiskiveiðu og gransking, Hjálmar Hátún, Havstovan
Ábit og prát

Fyri at luttaka, vinarliga skráset teg her


Myndir frá tiltakinum eru her

Next
Next
October 7

Framløga av frágreiðing um ávirkanina av koronafarsóttini á fiski- og alivinnuna