Frágreiðingin fyri verkætlanina, sum Sjókovin hevur samskipað, um ávirkanina av Covid-19 á føroyska fiski- og alivinnuna, verður løgd fram.
Øll eru vælkomin til tiltakið, men tað er neyðugt at melda til her:
Føroysk fiski- og alivinna eru berandi súlurnar undir føroyska búskapinum. Tí hevur virksemið í hesum vinnunum serstakliga stóra ávirkan á føroyska samfelagsbúskapin. Avbjóðingar við korona bæði úti og heima hava havt stóra ávirkan á hesar vinnurnar, men hvat er ítøkiliga ávirkanin? Tað er evnið, sum frágreiðingin fer at lýsa.
Á tiltakinum fara granskararnir Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetri Føroya, Magni Laksáfoss, og Unn Laksá frá Sjókovanum at greiða frá úrslitunum av verkætlanini. Á framløguni verður greitt frá royndunum hjá fyritøkunum, og hvussu tær hava tillagað seg. Eisini verða búskaparligu avleiðingarnar lýstar bæði frá einum virkis- og samfelagsbúskaparligum sjónarhorni. At enda verður hugleitt um hvussu mótstøðuførið í fiski- og alivinnuni og í føroyska búskapinum kann økjast. Aftaná framløguna bjóðar Ocean Cluster Faroes til kaffi og prát.
Verkætlanin, sum er eitt samstarv millum nýstovnaða privata granskingarstovnin Sjókovan og Fróðskaparsetur Føroya, er stuðlað av Covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.
Øll eru vælkomin til tiltakið, men tað er neyðugt at melda til her: