Back to All Events

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2022

  • Smæran 7 J.H. Schrøters gøta Tórshavn, 100 Faroe Islands (map)

Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2022 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn hósdagin tann 30. marts kl. 9.30. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni bjóðar vælkomin áðrenn frágreiðingin verður løgd fram

Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.  

Í ársfrágreiðini fyri 2022 verður aftur hugt nærri at oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur gingið frá reiðaríum, fer ársfrágreiðingin at innihalda eina greining av hvussu nógva olju ymisku skipabólkarnir hava brúkt í 2019 - 2022. Ætlanin er á hvørjum ári at leggja afturat hesum, og fáa oljunýtslu at vera eitt afturvendandi tema, sum vit eisini meta gongdina í fiskivinnuni eftir. Í ár seta vit skjøtulin á at greina oljunýtsluna í uppsjóvarfiskiskapinum. Umframt stóra týdningin at minka um CO2 útlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú tá oljuprísurin hevur verið so høgur í 2022, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemi og hýrur.  

Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og tilmælini frá Havstovuni og ICES, og frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið. Eisini verður hugt nærri eftir hvussu útflutningurin er broyttur seinasta árið.

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni hósdagin 30. marts kl 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.  

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Neyðugt er, at boða frá luttøku her

Previous
Previous
November 9

Menning og royndarsmakking av virðisøktum fiskavørum

Next
Next
May 24

SMART-FISK