Back to All Events

SMART-FISK

Mikudagin 24. mai kl. 10 verður SMART-FISK verkætlanin skotin í gongd við fyrsta fundinum á Bátasavninum í Leirvík. Á fundinum verður arbeiðið í verkætlanini lagt til rættis.  

Komandi 3 árini fara reiðaríir saman við granskingarstovninum Sjókovanum at arbeiða við verkætlan um, hvussu oljunýtslan kann minkast í fiskiskapinum.  

Tað er av alstórum týdningi at minka um oljunýtsluna hjá fiskiskipunum. Bæði av tí at oljan er sera týdningarmikil partur av samlaðu útreiðslunum og høgi oljuprísurin tyngir um raksturin hjá skipunum, og tí at Føroyar sum samfelag hava bundið seg til at minka um útlátið og fiskiflotin er ein týðandi partur av føroyska samlaða útlátinum. 

Eingi almenn útgreinaði tøl eru um oljunýtsluna í føroyskum fiskiskapi, men Sjókovin hevur seinastu árini, í tøttum samstarvi við reiðaríir, greinað oljunýtsluna í størstu skipabólkunum fyri árini 2019-2022.  

Verkætlanin byggir víðari uppá hetta arbeiðið, har farið verður undir at meira nágreiniliga skráseta og greina oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum, soleiðis at ítøkilig átøk kunnu roynast, mátast og at enda íverksetast fyri at minka um oljunýtsluna.  

Høvuðsendamálið við verkætlanini er sostatt at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.  

 Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum, fer verkætlanin at 

  1. lýsa støðuna viðvíkjandi oljunýtslu í ymiskum fiskiskapum og skipabólkum. Oljunýtslan verður skrásett og kannað verður hvar mesta oljunýtslan er, t.d. sigling til og frá fiskileið, tóving, reiðskapur, o.a. soleiðis at nágreinilig vitan fæst um oljunýtsluna. 

  2. kanna hvørji tiltøk longu eru sett í verk í flotanum fyri at minka um oljunýtsluna. Eisini vera gjøgnumgingnar føroyskar og útlendskar kanningar av oljunýtsluni hjá fiskiskipum.  

  3. eyðmerkja og royna í verki ítøkilig átøk fyri at minka um oljunýtsluna

Verkætlanin um at minka um oljunýtsluna í fiskiskapi verður fíggjað av Fiskivinnugransking, umframt eginfígging frá reiðaríum og Sjókovanum.  

Øll skip og allir bátar, sum hava áhuga at luttaka í verkætlanini eru vælkomin á fundin við at venda sær til Unn Laksá, á unn@sjokovin.fo ella +298 558500.  

Previous
Previous
March 30

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna 2022

Next
Next
December 6

Menning av aling av tara og skeljadjórum: Úrslit og niðurstøður frá Aquavitae verkætlanini