Næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes verður 6. december kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík, tá ið niðurstøður frá AquaVitae granskingarverkætlanini, ið hevur til endamáls at økja um aliframleiðsluna av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum (m.a. tara og skeljadjórum), verða lagdar fram.
Lágtrofisk plantu- og djórasløg upptaka føðsluevni úr umhvørvinum, og tískil er ikki neyðugt at fóðra tey. Hetta ger, at tey ofta hava eitt lágt kolevnisútlát, og at tey eisini kunnu minka um umhvørvisárinið av øðrum framleiðslum, t.d. frá laksaaling. Tískil kann menning av lágtrofiskari aling hava við sær, at vit gagnnýta firðir betri, økja um fjølbroytni í aliframleiðsluni, og samstundis møguliga minka um umhvørvisárinini av øðrum virksemi. Men hvat skal til fyri at menna hesar vinnurnar? Hetta eru evni, sum luttakararnir í Aquavitae verkætlanini hava arbeitt við seinastu árini. Fleiri av luttakarunum eru føroyskar fyritøkur og granskingarstovnar, og á tiltakinum koma tey at greiða frá viðurskiftum rundanum hesi evnini.
Á tiltakinum fer Adrianna Kochańska, sum er ph.d. skiftisnæmingur á Sjókovanum, at greiða frá um almenna og umfatandi undirvísingartilfarið og MA skeiðið í burðardyggari aling av plantu- og djórasløgum, ið er ment í sambandi við verkætlanina. Síðani fer Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, at siga frá úrslitum í sambandi við royndir at kanna, um kræklingur kann upptaka skarn frá fiski, tá ið alt verður tætt saman, og um kræklingur kann upptaka upployst tøðevni frá alingini við at liva av gróðri. Kanningin er eitt samstarv við Hiddenfjord umframt aðrar útlendskar granskingarstovnar og er nýliga útgivin í vísindaliga tíðarritinum Frontiers of Marine Science. Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, fer síðani at greiða frá, um hvat Ocean Rainforest hevur fingið burturúr verkætlanini, og hvørjar framtíðarætlanir eru at betra og økja framleiðsluna. At enda fara starvsfólk hjá Sjókovanum at greiða stutt frá um úrslitini av vinnu- og samfelagsbúskaparligu greiningunum í verkætlanini, við serligum denti á taraaling.
Sum vanligt, verður eisini høvi til ein drekkamunn og eitt prát. Í sambandi við, at hetta er síðsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes áðrenn jólini, verður borðreitt við rís a la mande og øðrum góðum.
Øll eru vælkomin til tiltakið. Vinarliga boða frá luttøku her