Back to All Events

Framløga av Ársfrágreiðing Sjókovans

  • Smæran J.H. Schrøters gøta Tórshavn, Streymoy Faroe Islands (map)

TIltakið verður stroymt á https://youtu.be/Mu7Kv5_GeHE

Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7, hósmorgunin kl. 9.30. Tiltakið verður skipað í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

·      Hvussu stór var heildarveiðan í 2020 og hvussu var býtið millum sjóøkini?

·      Hvat er búskaparliga virðið av atgongdini at fiska makrel í bretskum sjógvi?

·      Hvussu stórar vóru avreiðingarnar hjá ymisku bólkunum? Hvussu vóru avreiðingarnar hjá línuskipum býttar millum frysti- og ísfiskalínuskip? Hvørji skip høvdu størst avreiðingarvirði?

·      Hvussu hevur gongdin í oljunýtsluni hjá fiskaflotanum verið síðani 2000?

·      Hvat siga stovnsmetingarnar um høvuðsfiskasløgini?

Hesir og nógvir aðrir spurningar verða lýstir í fyrstu ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna. Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya og er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.

Umframt hagfrøðiligt tilfar, verða á hvørjum ári gjørdar greiningar um ávís evni. Í hesi fyrstu frágreiðingini er evnið Brexit og atgongd at fiska makrel í bretskum sjóøki. Hetta evnið er sera viðkomandi í sambandi við fiskivinnusamráðingar.

Á tiltakinum bjóðar Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og nevndarlimur í Sjókovanum vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.

Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni hósmorgunin kl. 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.

Neyðugt er, at melda til her:

Previous
Previous
March 3

Marknaðarviðurskifti: Brúkaraatferð og hugburður til fiskavørur

Next
Next
September 6

Framløga av nýggjum teldutøkum undirvísingartilfari til fólkaskúlan