Matvøruvalið hjá brúkaranum er fjøltáttað og er tengt at nógvum atlitum. Um vit læra at skilja brúkaran, kunnu vit nýta hesa vitanina til at menna nýggjar vørur, ið nøkta eftirspurningin á marknaðinum. Hvørji viðurskifti ávirka, tá talan er um sølu av fiski og sjógæti? Hvat leggur brúkarin mest dent á? Hvussu kunnu vit taka hædd fyri hesum í okkara vørumenning og hvussu kunnu vit samskifta um vøruna til brúkaran? Hesi viðurskiftini vera umrødd í tveimum framløgum.
Hesa ferð hava vit fingið serfrøðingin í brúkaraatferð frá norska granskingarstovninum Nofima í Noregi - Themistoklis Altintzoglou - til at greiða frá úrslitunum av sínari gransking. Themistoklis, sum hevur phd í brúkaraatferð av matvørum , hevur drúgvar royndir við marknaðar og brúkarakanningum í mun til sjógæti. Síðani kemur Eydnar á Roykheyggi, stjóri á Nevinum, sum hevur 25 ár á baki sum fiskasøla og hevur deildir í Føroyum og Íslandi, at greiða frá sínum drúgvu royndum og eygleiðingum í mun til sølu og broytandi brúkarakrøv. Nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í framløgunum eru burðardygd, heilsa, framleiðsla av hjávørum, góðska og høgleiki av vørunum. Vertur fyri tiltakinum hesu ferð verður Niels Vinther, Ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Melda til her