Tøknilig menning hevur avgerandi týdning fyri framleidnisvøkstur í fiski- og alivinnuni. Í Føroyum eru fleiri spennandi fyritøkur, sum í gerandisdegnum leggja dent á at menna útgerð og tænastur til fiski- og alivinnuna við tí fyri eyga at betra um lønsemið. Tvær av hesum fyritøkunum eru JT Electric og Petur Larsen, sum hava víst í verki, at tær klára at kappast við stórar fyritøkur á altjóða marknaðinum. Tað, sum fyritøkurnar hava til felags, er, at tær í stóran mun byggja á vitan og hugflog hjá starvsfólkunum, og at tær arbeiða miðvíst og tilvitað við menning.
Á tiltakinum fer Suni E. Justinussen, stjóri, at greiða frá JT Electric og vørunum, tey hava ment. Hann fer at tosa um menningartilgongdina hjá fyritøkuni, og hvat er týdningarmikið at leggja dent á, tá ið arbeitt verður við menning, umframt møguleikar og avbjóðingar hesum viðvíkjandi.
Robert Andreasen, menningarleiðari, fer at greiða frá arbeiðnum og framtíðarætlanum við nýggju menningardeildini hjá Petur Larsen. Hann fer eisini at hugleiða um møguleikarnar og avbjóðingarnar fyri framman, umframt at hann fer at greiða frá menningini av konseptinum av nýggju flakamaskini, sum fyri kortum varð seld til Baader.
Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, og neyðugt er at boða frá luttøku her: