Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn mánadagin tann 4. apríl kl. 9.30. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale bjóðar vælkomin. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna
Visti tú,
· at føroyski fiskiflotin brúkar líka nógv olju tilsamans í dag, sum hann gjørdi í 1992, meðan samlaða føroyska oljunýtslan er økt við sløkum 40 % í sama tíðarskeiði?
· at oljunýtslan fyri hvørt kg livandi fisk er økt í øllum teimum stóru skipabólkunum í tíðarskeiðnum 2019 - 2021?
· at línuskip hava størst avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju?
· at heildarveiðan í 2021 minkaði við 17 % í mun til 2020?
· at trolbátar (4T) hava yngsta fiskiflotan og, útróðrarbátar á línuveiðu (bólkur 4) hava tann elsta?
Hesi viðurskifti og nógv onnur viðurskifti verða lýst í ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021. Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.
Í ársfrágreiðini í ár verður hugt nærri at oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur gingið frá reiðaríum, fer ársfrágreiðingin at innihalda eina greining av hvussu nógva olju ymisku skipabólkarnir hava brúkt í 2019 - 2021. Eisini verða føroysku tølini samanborin við tøl úr norskum fiskiskapi. Ætlanin er á hvørjum ári at leggja afturat hesum, og fáa oljunýtslu at vera eitt afturvendandi tema, sum vit eisini meta gongdina í fiskivinnuni eftir.
Umframt stóra týdningin at minka um CO2 útlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú tá oljuprísurin er omanfyri 100 USD, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemi og hýrur.
Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og tilmælini frá Havstovuni og ICES, Havsins áratíggju, Vakstrarforum og frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið.
Á tiltakinum bjóðar Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.
Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni mánadagin 4. apríl kl 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9:00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.
Neyðugt er at boða frá luttøku her: