Nógv fiskiskip hava framkomna tøkni og savna ein rúgvu av data í sambandi við fiskiskapin. Tað eru stórir møguleikar at nýta hetta data bæði til at fiska betri og í granskingarhøpi. Til dømis kunnu hitatøl frá bæði skipi og troli saman siga nakað um lagbýtið í sjónum, og hvar frontar standa. Hetta hevur stóra ávirkan á útbreiðsluna av uppsjóvafiski. Savnan av hitadata, data um fiskaslag og støddarbýti frá hvørjum tovi, kann saman við havfrøðiligum data (frá fylgisveinum og í havinum) og modellum, geva neyvari sann-tíðar (real time) vitan um umstøðurnar í sjónum. Hetta bæði við vatnskorpuna og djúpari. Slík vitan kann gera fiskiskapin neyvari og skynsamari, og samstundis geva virðismikla vitan til havfrøðiliga gransking.
Á tiltakinum fer Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni at greiða frá møguleikunum í at gagnnýta slíkt data; Jan Egholm, stjóri á Vikmar, kemur at greiða frá hvørji hagtøl tey savna og hvørjar framtíðarætlanir tey hava á økinum. Eisini kemur Signar Heinesen frá Data Quality Systems at greiða stutt frá hvussu slík data kunnu góðskutryggjast til nýtslu í granskingarhøpi. Eisini fara umboð fyri nøkur av størstu reiðaríunum í Føroyum at hugleiða um virðið á slíkum data.
Øll eru vælkomin til tiltakið og neyðugt er at melda til her