
STIMBRAN AV
BURÐARDYGGARI MENNING OG NÝSKAPAN Í SJÓFEINGISVINNUM
Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2024
28. mars 2025
Ársfrágreiðing Sjókovans
um fiskivinnuna 2024
SAMAN SKAPA VIT VITAN TIL VIRÐI
Førleikar
Vit hava sterkar førleikar í greiningum av samfelagsbúskaparligari ávirkan, váðametingum, virðisketu og marknaðargreiningum eins og politiskum og umsitingarligum greiningum.
Vit hava drúgvar royndir við stigtakan og at útvega fígging til granskingarverkætlanir. Okkara toymi hevur stinnar royndir í verkætlanarleiðslu, sum samskiparar og arbeiðspakkaleiðarar í føroyskum, norðurlendskum og evropeiskum granskingarverkætlanum.
Ocean Cluster Faroes
Vit hava tikið stig til Ocean Cluster Faroes, sum er eitt netverk við áhugapørtum, ið arbeiða við nýskapan og burðardyggari menning í sjófeingisvinnum. Gjøgnum virksemi hjá Ocean Cluster Faroes seta vit sjóneykuna á viðkomandi evni fyri føroyska sjófeingisvinnu og limirnir fáa høvi at hittast til eitt kjak um nýskapan, avbjóðingar og loysnir.

Á ráðstevnu okkara um fiski- og alivinnuna, sum var 28. mars kunngjørdu vit, at komandi árini koma fleiri milliónir í granskingarpengum til Føroya úr evropeiska granskingarstovninum, Horizon Europe. Sjókovin og føroyskir samstarvsfelagar hava fingið játtað tilsamans góðar 18 milliónir krónur til granskingarverkætlanir frá Horizon Europe.
Fríggjadagin 28. mars høvdu vit ráðstevnu í sambandi við okkara 5 ára stovningardag. Ársfrágreiðing Sjókovans um støðuna í fiskivinnuni 2024 varð løgd fram, og nógvar spennandi framløgur vóru á skránni frá samstarvsfeløgum okkara frá Matís, Nofima, UiT, og Iceland Ocean Cluster umframt starvsfólkum í Sjókovanum, sum greiddu frá virknum verkætlanum. Eisini varð ársfrágreiðing Sjókovans 2024 løgd fram.
Fimm ár eru liðin, síðan Sjókovin varð stovnaður við tí fyri eyga at stimbra burðadygga menning og nýskapan í sjófeingisvinnunum. Vit hátíðarhalda dagin við spennandi ráðstevnu í Varpinum í Klaksvík fríggjadagin 28. mars, har vit viðgera møguleikar og avbjóðingar í fiski- og alivinnuni.
Tann 19. november var ein spennandi ráðstevna um grøna orkuskiftið í fiskivinnuni í sambandi við norðurlendsku netverksverkætlanina – Energy transition in Nordic Fisheries. Ráðstevnan var hildin í Gøteborg og fyriskipað av svenska granskingarstovninum, RISE.
Starvsfólk hjá Sjókovanum luttóku á ráðstevnuni, Vitan til varandi aling, sum var fyriskipað av Firum. Ein sera spennandi og áhugaverd vísindalig ráðstevna, har ið nógv tey nýggjastu viðkomandi granskingarúrslitini úr føroyska granskingarumhvørvinum vórðu løgd fram.
Mikudagin í undanfarnu viku var aftur eitt væleydnað tiltak hjá Ocean Cluster Faroes um línufiskiskap og fiskiveiðumøguleikar. Eini 50 fólk vóru møtt at hoyra framløgurnar, ið viðgjørdu støðuna hjá línufiskiskapi frá búskaparligum, lívfrøðiligum, og politiskum sjónarmiðum.
Tann 19. Novembur verður ein ráðstevna í Göteborg um hvussu vit kveikja tað grøna orkuskiftið í fiskivinnuni, soleiðis at vit røkka málunum um null útlát í 2050. Grøna orkuskiftið í evropeisku fiskivinnuni far vaksandi uppmerksemi í gransking og átøkum. Norðurlond hava góðar umstøður at taka ein leiðandi leiklut og stuðla undir orkuskiftinum í øllum Evropa.
BioProtect verkætlanin, ið leggur seg eftir at verja og endurnýggja livmargfeldi í Arktis og Atlantshavi, varð skotin í gongd á fundi í Keypmannahavn 11. og 12. mai. BioProtect verkætlanin hevur til endamáls, at samskapa og menna nýhugsandi loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi.
Verkætlanin, sum tekur 4 ár, hevur fingið játtað 60 milliónir krónur frá Horizon Europe, harav fíggingin til Sjókovan er slakar 3 milliónir krónur. Hetta ES-verkætlanarsamstarvið er millum Sjókovan og 17 aðrar granskingarstovnar úr 8 Evropeiskum londum. Tað er Matís úr Íslandi, ið samskipar verkætlanina.
Starvsfólk frá Sjókovanum luttóku í farnu viku á eini verkstovu saman við áhugapartum í samband við ES verkætlanina, MarineSabres. Verkstovan var hildin í Zandvoort, Hollandi, har áhugapartar úr…
Á tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes 6. december varð aling av lágtrofiskum plantu- og djórasløgum (m.a. tara og skeljadjórum) umrøtt við støði í niðurstøðum frá AquaVitae granskingarverkætlanini, ið fleiri føroyskar fyritøkur og granskingarstovnar hava luttikið í.
Fleiri áhugaverdar og viðkomandi framløgur vóru á skránni. Harímillum Unn legði fram um avleiðingar av veðurlagsbroytingum fyri alivinnuna og Magni legði fram um búskaparligu avleiðingar av lús í alivinnuni...
Ráðstevnan var partur av norðurlendskari verkætlan, ið ynskir at lætta um samstarvið millum áhugapartar, at arbeiða saman uum at minka um umhvørvisávirkanina og CO2 útlátið í fiskivinnuni. ..
Tann 13 septembur 2023 verður ein ráðstevna í Hørpuni í Reykjavík um grøna skiftið í norðurlendskum fiskiskapi. Ráðstevnan ber heitið ´´Environmental impacts and energy transitions in the Nordic seafood sector´´…
SmartFisk verkætlanin, ið leggur seg eftir at minka um oljunýtsluna í fiskiskapinum, varð skotin í gongd á fundi mikudagin 24. mai.
Umfevnandi Smart-Fisk verkætlanin fer at nágreina oljunýtsluna hjá fiskiførunum, og hvat kann gerast fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiskapinum.
Í december mánaði 2022 sendi Sjókovin saman við øðrum umsóknina: Smart-Fisk: Samskapan av umhvørvisvinarligari fiskiskapi inn til Fiskivinnugransking. Umsóknin er nú gingin á møti, og hettar merkir, at arbeiðið nú kann byrja. Høvuðsendamálið við verkætlanini er, at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri, at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum
Aquaculture Overview røðin hjá ICES lýsir alivinnu í ymiskum økjum. Hvørt overview er ein heildarmynd av alivinnuni í einum øki. Sum ein liður í hesi røð varð í mai 2022 ein tvørfakligur arbeiðsbólkur við serfrøðingum settur at gera eina heildarmynd av føroysku alivinnuni.
Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum 22 granskingarstovnar og fyritøkur úr 11 evropeiskum londum. Verkætlanin tekur 4 ár.
Løgmaður setti í februar 2021 Vakstrarforum, sum í hálvt annað ár skuldi arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í Føroyska samfelagnum. Endamálið er at birta upp undir burðardygga virðisøking í breiðari merking í føroyska samfelagnum, sum kann betra um og styrkja vælferðina í Føroyum langt inn í framtíðina.
Unn Laksá frá Sjókovanum hevur eftir umbøn frá Granskingarráðnum skrivað frágreiðingina um Sameindu Tjóða Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning (2021-2030).
Spennandi tiltak var mikudagin 8. juni í Bátasavninum í Leirvík. Á tiltakinum var beinleiðis sølu av sjógæti og brúkarahugburður umrøtt.
Tíðindi
Tiltøk
Við jøvnum millumbili hava Sjókovin og Ocean Cluster Faroes tiltøk á skránni, har sjóneykan verður sett á nýskapan, virðisøking og burðardygga menning av sjófeingisvinnum.
Koyr pílin yvir ella trýst á ein dag, so sært tú meir um tiltakið.
Komandi tiltøk
Liðug tiltøk


Endamálið við Sjókovanum er at stimbra burðardygga menning og nýskapan í sjófeingisvinnum við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim